Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú hug at standa á odda fyri deildini Føroya Handilsskúli á Kambsdali, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnu­ útbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram. Starvið sum deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali er leyst at søkja. Starvið Sum deildarstjóri hevur tú undir ábyrgd av stjóranum á Føroya Handils­ skúla dagligu fíggjarligu, umsitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Deildarstjórin skal í tøttum samstarvi við stjóran á Føroya Handilsskúla tryggja, at útbúgvingarnar verða framdar samsvarandi galdandi reglum, at undirvísingarligu viðurskiftini í skúlanum eru í lagi, og at fíggjarætlanin fyri skúlan verður hildin. Umsøkjarin Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og leiðsluroyndir. Royndir innan út­ búgvingarøkið er ein fyrimunur, men ikki treyt. Tú dugir væl at leiða og at skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Tú ert álítandi og álitisvekjandi og hevur góð evni at samstarva og samskifta. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvið er lønt samsvarandi avtalu millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið. Mánaðarlønin er kr. 40.798,97 umframt kr. 6.446,24 í eftirlønargjaldi. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar á miðnámsskúlaøkinum. Umsóknin Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Jóhonnu á Bergi, forkvinnu í stýrinum fyri Føroya Handilsskúla, tlf. 549000. Umsókn við lívsreynsli og viðkomandi prógvum skal verða Føroya Handils ­ skúla í hendi í seinasta lagi 5. mars 2012. Umsóknin verður stílað til: Føroya Handilsskúli Marknagilsvegur 77 Postsmoga 177 110 Tórshavn Att.: Stýrið ella sum teldupostur til adressuna hsh@hsh.fo DeilDarStjóri til Føroya HanDilSSkúla á kambSDali Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn Tlf. +298 317177 | Fax 313374 | www.fh.fo Sosialurin Nýggi Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 400,- um ársfjórðingin Nýggi Sosialurin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64