mikudagur 1. februar 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tey í Føroya Arbeiðsgevara
felag kunnu harmast, at Jørg
en Niclasen og Fíggjarmála
ráðið ikki komu upp á banan
í lønarsamráðingunum eitt
sindur fyrr. Fakfeløgini, sum
hava gjørt sáttmálar á priv
ata
arbeiðsmarknaðinum,
hava fingið lønarhækking, og
soleiðis ávirkar skattalættin
til tey ríku ikki lønarútreiðsl
urnar positivt hjá teimum
arbeiðsgevarum, sum skulu
gjalda teimum fátækaru løn.
Men øðrvísi er hjá tí al
menna, nú lærarafelag og
starvsmannafelag hava lagt
støðið til null-loysnir fram
yvir. Tað er ringt at skilja
tað, sum fakfeløgini siga.
Forkvinnan í Starvsmanna
felagnum roynir at forklára
okkurt, sum er sera ringt at
skilja, uttan tað, at Starvs
mannafelagið hevur totalt
kapitulerað. Tey tosa um ikki
at samantvinna skatt og løn...
Hvat merkir tað? Er tað ikki
ein síðu av somu søk?
Flatskatturin er komin
fyri at vera. Tað kann gott
vera, at Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi lova at bakka aftur,
koma teir til valdið. Men tað
man vera ein ynskidreymur.
Í so máta er Fólkaflokkurin
nógv sterkari enn Javnað
arflokkurin og Tjóðveldi. Tá
Fólkaflokkurin hevur gjøgn
umført eina ójavna skatt
aumlegging, so verður hon
verðandi. Tað vísir søgan.
Hóast tað ikki ber til
flokka fakfelagslimir í ávís
ar politiskar flokkar, so
er eyðsæð, at borgarligu
flokkarnir helst hava eins
nógvar
stuðlar
millum
fakfelagslimir, sum vinstr
aflokkarnir. Um so var, so
høvdu limirnir tikið undir
við tiltøkunum fyri jól, sum
onga ávirkan høvdu...
Jørgen Niclasen hevur sagt tað so
leingi. Summi hava flent, onnur
hava ypt øksl, meðan uppaftur onn
ur hava hildið mannin tosað svart.
Men í dag støðan púra greið:
Framtíðin er borgarlig! Tað hava
løgting og landsstýri prógvað í ov
urmát, og tað hava fýra fakfeløg
eisini gjørt: Maskinmeistarafelagið,
Føroya Lærarafelag, Starvsmanna
felagið og Havnar Arbeiðskvinnu
felag hava nú ásannað tað sama, at
framtíðin er borgarlig, og tí skulu
lønirnar ikki hækka.
Tey hava eisini góðtikið, at tey
sum tjena nógv meira, enn teirra
limir, skulu hava skattalætta. Ein
skattalætti til tey ríku fer at seta
ferð aftur á samfelagsbúskapin.
Tað ger hann ikki, um tey lágløntu
fingu hann – tykist margháttliga
niðurstøðan hjá fakfeløgunum at
vera.
Spurningurin er so, um púra
eingin stirðil er í fakfeløgum longur,
ella tað er borgarligur politikkur,
sum hevur valdið har eisini.
Javanaðarflokkurin hevði so
ongan kjans havt at ført so fakfel
agsfíggindaligan politikk. Hevði tað
hent í tíðini hjá Atla Dam, so hevði
hann verið lýnsjaður, sum hann
bleiv í 1994. Tá jarðløgdu nakrir fak
felagsformenn Javnaðarflokkin, tí
hann var so fíggindaliga sinnaður
móti fakfeløgunum. Tey gjørdu
tá tann størsta brølaran, sum
fakfelagsfólk kundu finna uppá.
Tey sorlaðu ein flokk, sum í
øllum førum í sínu stevnu var ein
verkamnna- og fakfelagsflokkur,
fyri at skapa ein nýggjan flokk,
sum beinanvegin kom í stríð við seg
sjálvan, var totalt til grin, og sum
prógvaði, at hesi fakfelagsfólkini
ikki dugdu at reka politikk.
Javnaðarflokkurin kom ongan
tíð fyri seg aftur. Hann umboðar
eftir øllum at døma ikki tað, sum
fakfelagsfólk vilja hava, tí velja
tey ikki Javnaðarflokkin. Tey velja
heldur Sambandsflokkin – og nú
kanska serliga Fólkaflokkin, tí hann
gevur skattalætta til tey ríku, og
tað gagnar opinbært samfelagnum
sum heild.
Fimm fakfeløg hildu saman í
einum fakfelagssamstarvi. Sjúkra
røktarfrøðingarnir rýmdu fyrst.
Samanhaldið helt ikki, pedagog
arnir máttu sigla sín egna sjógv,
meðan fyrst lærarar, síðani starvs
mannafelag og at enda eisini ar
beiðskvinnurnar góðtóku, at skatt
alættin til ríku hevur so stóran
týdning, at teimum lágløntu nýtist
onga lønarhækking.
Og forkvinnan í Starvsmanna
felagnum er komin til ta niður
støðu, at okkum tørvar eina lands
organisatión, eitt LO...
Fakfelags-kaputilatiónin
er ein stórur borgarligur sigur
Tingfólk halda kortini ikki,
at tey skulu fimm prosent
niður í løn...
Tað var 16. desember
í fjør – altso fyri einum
góðum mánaði síðani – at
vit spurdu tingfólk, um tey
vildu ganga sum fyrimyndir
og lækka sína egnu løn eitt
nú fimm prosent.
Og tað vildu tey fegin.
Ein stórur og greiður meir
iluti segði, at hesum høvdu
tey einki ímóti. Tí sjálvandi
skuldu tey ganga sum fyri
myndir.
Og síðsta hósdag fingu
tey høvið, tí undir aðru
viðgerð av løgtingsfíggj
arlógini legði Framsókn
broytingaruppskot
fram,
har tey tóku hesi tingfólk
upp á orðið – og skutu upp,
at tinglønin lækkar fimm
prosent.
Men nú vóru tað níggju
tingfólk, sum ikki stóðu
við tað, sum tey høvdu
sagt við Sosialin – at
tey vildu lækka løn
ina
fimm
prosent.
Tey atkvøddu tí ímóti
uppskotinum
hjá
Framsókn
um
at
lækka lønirnar júst
somu fimm prosent.
Meira kann lesast um
hetta málið á síðu 6 og 7 í
blaðnum í dag. Men vert er
at hava í huga, at Sjálvstýr
isflokkurin hevði júst sama
uppskot frammi fyri góðum
ári síðani – og Jógvan Skor
heim, tingmaður floksins,
vísti nettup á hetta, tá vit
spurdu hann í desember,
so sjálvandi var hann fyri
hesum.
Men tá trýstast skuldi á
knøttin hóskvøldið hugsaðu
Jógvan Skorheim og hini
níggju kanska meira um
flatskattin,
áðrenn
tey
t r ý s t u
á
nei-
knøtt
in...
Gott er... vit
fingu flatskatt
Blaðteknarin
á
danska
Ekstrablaðnum,
Morten
Ingemann,
er
skemtilig
ur og kann verða rættiliga
hvassur í sínum tekningum.
Í dag hevur hann teknað
fyrrverandi danska forsæt
isráðharran Lars Løkke Ras
mussen, sum heldur feriu
sunnanfyri. Boðskapurin í
tekningini er, at Løkke leingir
sína feriu, tí samstundis sum
hann ikki er so sjónligur í
donskum politikki, gongur
hann støðugt fram í veljara
kanningunum. Hann kann
tað sama sóla sær sunnanfyri.
Ingemann hevur eisini tik
ið
føroysku
konuna
hjá
Løkke, Sólrun Jákupsdóttir,
við á tekningina, og með
an Løkke er í svimjibuksum
við donskum flaggi, hevur
ætlanin ivaleyst verið at
lata Sólrun í svimjidrakt
við
føroyskum
flaggi.
Men har er tað, at onkur
gongur galið hjá danska
teknaranum...
Almenna yvirhálaði tað privata
Neyðar
róp frá 15
ára gamlari
gentu
Bjørk Tróndheim
kjak á síðu 15
Prísurin
fyri flat
skattaøði
Bjørt Samuelsen
kjak á síðu 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framtíðin er borg rlig
a
Skeiv svimjidrakt