Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg provokeri ikki við vilja Tað sigur sjónvarpsmaðurin Jan Lamhauge, sum heldur, at journalistar mangan eru ov lítið kritiskir. Sjálvur fær hann javnan neiligar viðmerkingar frá fólki, men tað leggur hann ikki stórvegis í Rannvá G. Fossaberg Vit kenna hann best sum sjón­ varps­mannin við sermerktu brill­unum, í klædningsjakka og lit­ríkum turriklæð. Hóast hann ein­ans hevur verið at sæð á sjón­ varps­skíggjanum í einar fýra mánaðir, so hevur hann fleiri ferðir gjørt vart við seg og síni inn­sløg í Degi og Viku. Provokerar ikki tilvitað – Tá eg geri innsløg, so er tað ikki soleiðis, at eg royni at provokera við vilja, sigur Jan Lamhauge, sum er ættaður úr Runavík. Jan Lamhauge heldur, at tá hann ger tað slagið av innsløgum, hann sum oftast ger, so slepst ikki und­ an, at onkur reagerar. – Av tí at eg geri innsløg, sum mangan eru kritisk, so øsir tað eisini summi fólk. Men so­leið­is er tað bara, sigur Jan Lamhauge. Hann heldur tað vera av al­ stórum týdningi, at eitt nú mál, sum innibera stórar peninga­upp­ hæddir, verða diskuterað og lýst ógvuliga væl í fjømiðlunum. – Virðispolitikkur og evni, ið snúgva seg um stórmongdir av peningi, eiga at verða lýst væl fyri almenninginum, sigur Jan Lamhauge og leggur afturat, at kritiskur journalistikkur um politiska lívið hóskar seg væl til eina tíðindasending sum Dag og Viku. Hann heldur, at ein trupul­ leiki í dag er offur-ment­anin. – Tað er ein útbreidd offur- mentan millum fólk. Fleiri av landsins best løntu vinnulívs­ monn­um hava sagt við meg, at eg for­fylgi teimum. Onkur sigur seg enntá vera við at missa hugin av mínum arbeiði. Sjómenn siga seg vera forfylgdar. Politikarar eisini. Fyri mær gevur hetta ikki meining. Í einum demokratiskum samfelag má mann tola eitt sindur av, sigur Jan Lamhauge av­gjørdur. Journalistar eru ov lagaligir Jan Lamhauge fær ofta við­merk­ ingar frá fólki, sum hava sæð okk­urt innslag, hann hevur gjørt. Hóast summi rósa tí arbeiðinum, hann ger, so er hann eisini vanur við at fólk eru atfinningarsom. – Eg fái bæði rís og rós. Tað nervar meg ikki tað minsta, tá fólk finnast at mær, sigur Jan Lamhauge. Sjálvur heldur hann ikki, at hann enn er farin út um mark, tá hann hevur gjørt innsløg til Dag og Viku. – Nei, eg fari ikki ov langt. Um nakað so eri eg, líka sum flest aðrir føroyskir journalistar, alt ov laga­ligur, sigur Jan Lamhauge. Honum dámar væl arbeiðið sum journalistur, sum hann lýs­ir sum eitt serstakliga alment ar­ beiðs­pláss. – Hvør dagur er almennur. Eis­ ini teir ringu dagarnir. Ofta hugsa fólk ikki um, at vit arbeiða undir einum øgiligum tíðartrýsti, og tað merkir, at helvtin av innsløgunum eru ikki eins góð, og mann hevði hugsað sær at gjørt tey, sigur Jan Lamhauge. Hóast hann ikki dagliga gongur og iðrar seg um tey innsløgini, ið ikki blivu sum ætlað, so dámar honum ikki at gera feilir á skíggjanum. – Nakað, sum irriterar meg, er, tá eg geri ekstremt grovar feilir. Eitt dømi um tað er, tá eg saman­ bar telduprísir, og allar teldurnar ikki vóru av sama merki. Tað var óbehagiligt, sigur Jan Lamhauge. Er nógv á skerminum Teir mánaðirnar, hann hevur starv­ast á tíðindadeildini í sjón­ varp­inum, hevur hann verið rætt­ iliga ofta at sæð á skíggjanum. Og tað er ikki av tilvild. – Týdningamiklir persónar tíma ofta ikki at práta við meg, og tá kann vera trupult at gera eitt inn­slag, sigur Jan Lamhague og vísir á, at hetta er ein trupulleiki, sum øll, ið fáast við kritiskan journa­listik og eym evni, kenna til. – Eg trívist ikki serliga væl í spot­light'inum, men sum oftast havi eg einki val, tá eg til dømis í einar tvær vikur havi roynt at fingið fatur á høvuðspersóninum í einum máli, men viðkomandi ikki vil stilla upp til interview, greið­ir Jan Lamhauge frá. Stund­ um krevur tað dirvi at gera ávís innsløg, og hóast Jan Lamhauge tykist trívast væl á sjón­varps­ skíggjanum, so er tað ikki nakað, hann hugsar stórvegis um. – Eg vil siga sum so, at eg eri ikki meira sjálvsikkur enn øll onn­ur, sigur Jan Lamhauge og flennir. Bleiv tíðindamaður av tilvild Áhugin fyri samfelagsviður­ skiftum hevur altíð verið til stað­ ar hjá 35 ára runavíkinginum, sum hevur lisið religiónsvísund í Keyp­mannahavn og stjórn­mála­ frøði í Føroyum. – Eg komi ikki frá einum heimi, har politikkur og samfelag hevði serliga stóran áhuga, og tað er sjáldan, at eg práti við til dømis beiggjar mínar um politikk, tí teir eru meira áhugaðir í tónleiki, sigur Jan Lamhauge, sum í nógv ár plagdi at ummæla tónleik í før­ oysku bløðunum. – Eg havi altíð brúkt øgiliga nógva tíð upp á miðlar og havi eis­ini arbeitt freelance innan blað­heimin í fleiri ár, sigur Jan Lamhauge, sum eitt nú hevur arbeiðtt á Dimmalætting, verið blað­stjóri á ungdómsblaðnum Mess, og so hevur hann eisini starvast á eini lýsingastovu eitt tíðarskeið. Hóast hann trív­ist væl sum tíðindamaður í sjón­varp­ inum, so er tað ikki nakað, hann sum barn droymdi um at blíva – Eg visti ongantíð, hvat eg skuldi arbeiða við sum vaksin, men eg vónaði altíð at fáa eitt starv, sum gav mær møguleika at ferð­ast nógv, sigur Jan Lamhauge. Honum dámar væl arbeiðið, men tað eru tó onkur innsløg, hann helst vil sleppa undan at gera – Summi innsløg hopi eg ongan­tíð, eg verði noyddur at gera. At fara í hundrað ára føð­ingar­dag, verða við tá ein nýggjur barnagarður letur upp, ella at vera royalur reportari, tá Margretha drotning vitjar, sigur Jan Lamhague skemtandi og legg­ ur afturat: – Men hinvegin er eingin ann­ ar til arbeiðis, so skal eg nokk gera tað, sigur Jan Lamhauge og flennir. í meldrinum Jan Lamhauge: