Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Soleiðis søgdu tey í desember Gerhard Lognberg: – Sjálvandi skulu vit ganga undan. Vit kunnu ikki loyva okkum at knokkroyta onnur og ikki missa sjálv. Rigmor Dam: – Sjálvandi skulu politikararnir ganga undan, bæði við at lækka løn, um tað skal gerast, ferðaendurgjald og eftirløn. Løgtingið átti heldur ikki at viðgjørt sínar egnu lønir. Eyðgunn Samuelsen: – Fyri tað fyrsta má eg siga, at løgtingið eigur at halda seg frá at viðgera lønir. Men verður tað gjørt, skulu vit sjálvandi gangan undan. Helgi Abrahamsen: – Ja, tað haldi eg. Annars eri eg troyttur av populist­iskum uppskotum og fylgi altíð formansskapinum. Reimund Langgaard: – Tað eri eg við uppá. Um vit fara fimm prosent niður í løn, vigar tað upp ímóti tí, sum vit fáa í skattalætta. Hann helt tó, at tingmannalønin eigur at vera hampulig, so fólk ikki aftra seg við at stilla upp. Men lønin er nú ikki so galin, segði hann. Joen Magnus Rasmussen: – Jú tað skulu vit. Annars havi eg skilt, at fara tænastumannalønirnar niður, fara okka lønir eisini niður. Jacob Vestergaard: – Sjálvsagt skulu vit eisini niður í løn. Jenis av Rana: – Eg hevði ongar trupulleikar havt við at farið niður í løn. Tað hevði ikki verið meira enn rímuligt. Jógvan Skorheim: – Sjálvandi skulu vit tað. Fara tænastumannalønirnar niður, fara okkara tað eisini. Sjálvstýrisflokkurin legði uppskot fram um at lækka tingmannalønirnar, og tað uppskotið halda vit fast við. Tey, sum vóru fyri at lækka tingmannalønirnar við fimm prosentum, tá Sosial­urin spurdi tey um tað, søgdu soleiðis við blaðið 16. desember: Eirikur Lindenskov Framsókn skeyt upp – umframt at lækka tinglønirnar fimm prosent, sum greitt er frá á hinari síðuni – eisini at lækka koyripengarnar hjá landsstyrisfólki. Tað er soleiðis, at landsstýrisfólk fáa upp í 13.000 krónur skattafrítt um mánaðin fyri at koyra til Havnar til arbeiðis. Hendan skipanin hevur verið gald­ andi leingi, og hóast løgtingið so seint sum í heyst hevur lækkað stuðulin, sum vanlig fólk fáa til at ferðast millum bygdir til arbeiðis, so hava tey ikki broytt treytirnar hjá sær sjálvum. Soleiðis fær ein landsstýrismaður, sum býr í Klaksvík, 710 krónur um dagin at ferðast til Havnar fyri, meðan hini, sum búgva í Klaksvík og eisini koyra til Havnar, bara fáa 49 krónur. Í hesum máli stóð stríðið tó mill­um andstøðu og samgongu. Með­an andstøðan tók undir við upp­skotnum hjá Framsókn um at lækka koyripengarnar, so var sam­ gongan ímóti. Uppskotið hjá Framsókn var so­ ljóðandi: – Skattafría endurgjaldið, sum lands­stýrisfólk fáa fyri at koyra millum bústað og arbeiðspláss, hevur eina høpisleysa upphædd í mun til hana, sum aðrir borgarar fáa. Framsókn mælir til, at hendan upp­hædd verður lækkað 25 pro­sent beinanvegin. Mælt verður har­aftur­ at til, at øll skipanin verður endur­ skoðað undan fíggjarlógini fyri 2013, so landsstýrisfólk tá fáa sama endurgjald sum aðrir borgarar. Men hetta uppskotið fall eisini við einum braki, hóast bæði løg­mað­ur og eitt nú Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður, hava sagt, at skipanin eigur at verða broytt. Um løgtingsfólkini, sum í desemb­er vórðu sinnað at lækka sínar egnu lønir, tóku í egnan barm, so kundu tey við hesum lítla inn­ trivi spart skattgjaldarunum yvir eina millón krónur um árið. eirikur@sosialurin.fo Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen/ Randi Jacobsen Fólkaflokkurin Brandur Sandoy: – Ja, og tað átti sum heild at verið hugt eftir lønunum, endurgjaldi fyri ferðing og øðrum viður­ skiftum. Elsebeth Mercedis Gunn­ leygsdóttir: Hon hevur onga greiða meining, men sigur kortini, at um hini fara niður í løn, eiga politikararnir at gera tað sama. Jóan Magnus Rasmussen: – Jú, tað skulu vit. Annars havi eg skilt, at fara tæn astu­ mannaløninar niður, fara okk ara lønir eisini niður. Jacob Vestergaard: – Sjálv­ sagt skulu vit eisini niður í løn. Bjarni Djurholm: – Vit fylgja tænnastu manna løn­ unum, so fara tær niður, fara okka i i seg við at stilla upp. Men lønin er nú ikki so galin, sigur hann. Alfred Olsen: – Vit hava ikki mótmælt uppskotinum um at lækka tær hægru løn­ irnar, og okkara lønir teljast millum tær hægru. Jóna Mortensen: Onga meining. Eivind Jacobsen: – Tosi ikki við Sosialin. Helgi Abrahamsen: – Ja, tað haldi eg. Annars eri eg troyttur av populistiskum upp skotum og fylgi altíð for­ mansskapinum. Edva Jacobsen: Ógreitt svar Fingu ikki orðið á: Rósu Samuelsen og Bárð Nielsen. Javnaðarflokkurin Aksel V. Johannesen: – Sjálv­ andi skulu vit t ð fólk vilja niður í løn fólk vilja løgtings- So at siga alt løgtingið er fyri at vera fyrimynd og fara niður í løn, um hægst løntu almennu starvsfólkini noyðast tað Ein landsstýrismaður, sum býr í Klaksvík, fær 710 krónur skattafrítt um dagin at koyra til Havnar fyri. Onnur fólk, sum eisini koyra til Havnar, fáa bara 49 krónur fyri sama túr Kundu spart yvir eina millión POLITIKKUR Um tingfólk tóku undir við broytingaruppskotinum hjá Framsókn hóskvøldið, so kundu tey spart skattgjaldarunum yvir eina millión um árið – við bara at lækka sínar egnu lønir og koyripengar