mikudagur 1. februar 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eitt av starvsfólkum okkara fer í
barsilfarloyvi, og tískil er á HTM eitt
farloyvisstarv sum ráðgevandi og
málsviðgerandi ergoterapeutur ella
fysioterapeutur leyst at seta frá 1. apríl
2012 – 31. oktober 2012.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
(Onnur arbeiðstíð kann verða avtalað).
Uppgávurnar hjá HTM fevna m.a. um
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining
til viðskiftafólk, almennar myndug-
leikar o.o. um hjálpartól og byggi-
og bústaðarspurningar
• viðgerð og støðutakan til umsóknir
um stuðul til hjálpartól, bústaðar-
broytingar og bilar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• sertillaging av hjálpartólum
• tvørfakligt samstarv – innan- og
uttanhýsis
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga,
sum hevur
• útbúgving sum ergoterapeutur ella
fysioterapeutur
Ynskiligt er, at umsøkjari hevur
• royndir frá líknandi arbeiði
• royndir og/ella kunnleika til at
arbeiða við fólki við niðursettum
førleika
• kunnleika til almannalóggávuna
• evnir at seta í verk fyriskipanir
• góð samstarvsevnir
• góð evnir at orða seg bæði
munnliga og skriftliga
• góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða
• førleikamenning innan- og
uttanhýsis
• fakligt mennandi umhvørvi
• tvørfakligt samstarv
• tætt samstarv við starvsfelagar
• sjálvstøðuga tilrættisleggjan av
arbeiðsdegnum
• flextíð
Á HTM leggja vit í umsitingini dent
á virðing fyri borgaranum, rættar-
trygd, gjøgnumskygni, fakliga dygd,
kunning og áhaldandi menning.
Víðari kunning
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til Palla Mortensen
leiðara á HTM tel. 358300.
Løn
Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við avriti av viðkomandi
skjølum skal sendast til
Hjálpartólamiðstøðina,
Postboks 1049, 110 Tórshavn
ella við telduposti til
htm@almannastovan.fo
Umsóknarfreist
Týsdagin 7. februar 2012, kl. 14.00.
k r e a
htm@almannastovan.fo / almannastovan.fo
Ergoterapeutur
ella Fysioterapeutur
til Hjálpartólamiðstøðina - farloyvisstarv
HTM er stovnur, ið umsitur stuðul sambært forsorgarlógini til fólk
við niðursettum førleika. Í løtuni starvast 12 fólk á HTM.