fríggjadagur 3. februar 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Leikbólkurin TVAZZ fer nú
undir allarseinastu sýningar
nar av leikinum »Tey óndu«.
Leikurin hevur verið væl
vitjaður, og hava áskoðar
ar latið sera væl at. Evnið
er kontroversielt og sum
ein nevi beint inn í búk
in: Tá børn drepa børn.
Nógv hugsa sum so: »Hatta
er so óhugnaligt. Hatta fari
eg ikki til!!« ella kanska: »Eg
orki ikki at síggja børn líða.
Eg fari ikki!!!«
Jú, kanska væl skiljandi.
Men spyrt tú tey, sum hava
sæð leikin, er viðmerking
in heldur: »Hatta fer beint
inn í magan, og inn í hjarta,
men sanniliga eisini til heil
an. Tí kann hatta sodnast,
hatta
ræðuliga
evni.«
Ummælini
í
fjølmiðl
um hava sum heild ver
ið
sera
góð
og
jalig.
Leikurin leggur upp til kjak.
Spurningarnar, sum liggja
beint fyri eru m.a.: »Hvussu
hava okkara børn tað her í
Føroyum?«
– Tora vit at blanda okk
um uppí, um vit síggja eitt
umsorganarsvikið barn?
– Kundi hetta hent í Før
oyum?
Og tí hevur TVAZZ eisini
skipað fyri kjaki aftan á sýn
ingina onkur kvøld. Har eitt
fakfólk, eitt nú sosialráðgevar,
sálarfrøðingar, barnavernd
hava luttikið. Leikurin fær
harvið eina lokala dimensjón.
TVAZZ hevur eisini sýnt leik
in fyri miðnámsskúlum við
eftirfylgjandi
orðaskiftið.
Seinastu sýningar til »Tey
óndu« verða nú um vikuskif
tið 3., 4. og 5. februar klokkan
20
á
Tjóðpalli
Føroya.
Eingin eykasýning verður, tí
Tjóðpallurin fer undir venj
ingar av næsta leikverki sín
um, siga tey í Tvazz.
Lesið eisini umrøðu hjá
Ingvør í Haraldsstovu á síðu
16
Tað var sera hjartanemandi at síggja
sendingina
í
sjónvarpinum
hjá
Kringvarpinum í gjárkvøldið, »Tá lív
ið gerst ov tungt at liva«. Ein sending
um eitt sera viðkvæmt evni, eitt tab
uevni – um tað at doyggja fyri egnari
hond.
Hetta er ikki eitt evni, sum vit
dagliga varpa ljós á, og tí eitt mál,
sum vit duga so illa at tosa um. Men
talan er tó um eitt evni, sum hvørt
ár, fleiri ferðir um árið, rakar nøkur
okkara – og tá standa vit spyrjandi
og óskiljandi eftir.
Men latin so væl í ein journal
istiskan búna, sum Heini í Skorini
megnaði í hesi sending, sum í mynd
um eisini var sera væl hepnað, so
verður eitt mál sum sjálvmorð gjørt
so viðkomandi og nærverandi, at vit
øll kunnu seta okkum inn í ta sorg, ið
slík vanlagna hevur við sær fyri tey,
ið eftir sita.
Tá eitt menniskja kemur í ta
støðu, at tað vil taka sítt egna lív,
so eru djúpir sálarligir trupulleikar,
sum vit neyðars menniskju illa duga
at fata. Sjálvsagt ynskja vit alla ta
tilbúgving, ið neyðug er. Men hetta
snýr seg eisini um hjá okkum menn
iskjum at duga at skilja hvønn ann
an, duga at lurta og duga at fanga tey
signal, ið kunnu vera ábendingar um,
at eitthvørt er ávegis.
Vit
hoyrdu
mammuna
tosa
um neyðdyrnar, sum sonurin leyp
ígjøgnum. Hon vísti virðiliga á,
hvussu vit áttu at skipað viðurskifti
ni hjá sálarsjúkum á ein virðiligari
hátt. Vit hoyrdu dóttrina, sum segði,
at hini børnini ikki skiltu, at mamma
hennara var sjúk, tí »tað sá man ikki
uttaná...«. Og vit sóu systkini, sum
erliga greiddu frá kenslunum, ið
tey høvdu, eftir at bróðirin hevði
tikið sítt egna lív. At tey settu sær
viðkomandi spurningin, um tað var
nakað, tey kundu gjørt fyri at broytt
úrslitið. Og at enda sóu vit ungu
kvinnuna greiða frá um tað at hava
tunglyndi og sjálvmorðstankar.
Hóast eitt sera tungt evni, ið elvir
til djúpa sorg, so megnaðu øll fólk
ini so lívsjáttandi at greiða frá støðu
síni.
Sálarlæknin greiddi frá, hvussu
sparingar á økinum skerja tænastu
na, sum vit veita sálarsjúkum. Tað er
hugtungt at hoyra, hóast sparingar
eyðvitað raka alt samfelagið. Men
ein sending sum hendan varpar ljós
á okkara heilsupolitikk á sálarfrøði
liga økinum – og tað kann bara verða
gott og gangligt.
Men bara tað at vit virðiliga, opið
og erliga kunnu tosa um evnið – hetta
tabuevni, er gott í sjálvum sær. Tí tað
lærir okkum at lurta, viðra, aðra – og
hjálpir okkum eisini at skilja hvønn
annan. Tí tað er ringt at góðtaka, at
eitt menniskja planleggur sína egna
deyða og sína egnu jarðarferð.
Ein slík sending varpar týðandi
og tiltrongt ljós á eitt torskilt evni,
sum vit eiga at gera størri gætur, hó
ast vit ikki fáa svarið.
Sendingin varpar
týðandi ljós á torskilt evni
Regina Hammer, tann nýggi
ungi stjórin í Tryggingarfel
agnum Føroyum hevur nú
gylta høvið at vísa sín vilja
til opinleika í sambandi við
umboðsráðsvalið, sum nú
stendur fyri durum.
Fleiri ferðir er víst á, at
atkvøðugreiðslan bara er
fyri eitt »lukkað selskap«.
Vallutøkan er sera, sera
lág, tí fólk tíma snøgt sagt
ikki ta truplu leið at útvega
sær atkvøðuseðil. Hinvegin
hava nøkur fólk so góða
atgongd til umsitingina hjá
Tryggingini, at tey fáa tey
at senda út atkvøðuseðlar
til ávísar tryggingartakarar
– og soleiðis hava summi
fólk framíhjárætt at verða
vald.
Ein órættvís skipan, má
sigast.
Men fáar fyritøkur í Før
oyum senda so nógv brøv
út til síni viðskiftafólk,
sum júst Tryggingarfelagið
Føroyar, sum nú eisini eigur
Eik Banka.
Tí er tað upplagt, at Ogn
arfelag
Tryggingartakar
anna – sum er aðalfundurin
hjá
Tryggingarfelagnum
– sendir út atkøvðuseðlar
til allar tryggingartakarar.
Tá verður valið púra opið og
erligt. Einki roks og fjas.
Gylt høvi at vísa
sín opinleika
Lívsjáttandi um sjálvmorð
Seinastu sýningar av
Tvazz um vikuskiftið
Er Bjørn
í ferð við at
knúsa Vinnu
háskúlan?
Jákup Símun Simonsen
kjak á síðu 17
Foreld
ur eiga part
av barna
ansingar
gjaldi
bjarni djurholm
kjak á síðu 20
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000