Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Eg havi ikki broytt meining um, hvørt tingfólk skulu niður í løn ella ikki. Tað sigur Rigmor Dam, løgtings­kvinna, eftir at Sosial­urin mikudagin vísti á, at níggju tingfólk, sum í des­ em­ber søgdu seg vera fyri, at løgtingsfólk fóru fimm pro­sent niður í løn, kortini at­kvøddu ímóti hóskvøldið í síðstu viku, tá eitt slíkt upp­ skot var fyri á tingi. – Tað sum eg svaraði uppá var, at um lønirnar á almenna ar­beiðs­marknaðinum lækka fimm prosent, so sum fíggjar­mála­ráðharrin hevði hótt við, so skuldu lønirnar hjá politikarum sjálvandi læk­ka tilsvarandi. Men so­ leið­is bleiv tað kortini ikki, sig­ur hon. Rigmor Dam vísir á, at hon heldur ikki at løn­ir­nar hjá tingfólkum og lands­ stýris­fólkum eru ov høgar, men hon heldur tað vera skeivt, at tingfólk sjálvi skulu á­seta sína egnu løn. – Vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt eitt uppskot, sum liggur klárt í tinginum, til at endurskoða allar lønir, eftirlønir og kost­nað­ar­ endur­gjald hjá politikarum. Vit halda ikki, at lønirnar eru ov høgar, men har eru skipanir – við eitt nú kost­ nað­ar­endurgjaldinum – sum eiga at verða endurskoðaðar, tí samferðslumøguleikarnir eru so nógv bøttir, síðani støð­ið varð lagt, og tí sam­ svara hesar skipanir als ikki við veruleikan. Vit eiga at gera nýggjar skipanir, sum í so máta javnseta politikarar og vanlig fólk, sigur Rigmor Dam. Løgtingskvinnan hjá Javn­að­arflokkinum vísir eisini á, at politikarar ikki rinda til sína egnu eftirløn, eins og fólk flest, og tí hava teir heldur ikki fingið trupul­ leik­an av, at pensjónin verður skatt­að við inngjaldi. – Tað er skeivt, at øll onn­ ur uttan politiakrar sjálv skulu rinda til sína eftirløn. Og tað er eisini skeivt, at politik­ar­ar skulu kunna upp­ tjena sær fulla pensjón nógv skjót­ari enn onnur fólk, sigur Rig­mor Dam. Men Rigmor Dam leggur tó dent á, at tað má ongantíð verið ein bági fyri fólk at verða vald og ting ella í lands­stýrið. Hon sigur, at tað júst er tí, at tey heita á løgmann og formansskapin í løgtinginum at taka málið upp. – Tað eru løgmaður og for­mans­skapurin, sum hava ávirk­an á hetta, og tey eiga at stinga út í kortið. Eg havi ikki hug til sjálv at gera av, um tað skal vera hetta ella hatta. Tað eru serkøn fólk, sum áttu at ásett lønirnar hjá politikarum, heldur Rig­ mor Dam, sum ikki vil hava sitandi á sær, at hon segði eitt í desember og eitt annað nú. – Tá eg varð spurd um hetta úti í gongini í tinginum í desember var spurningurin, um vit hildu, at tingfólk skuldu fimm prosent niður í løn, um onnur starvsfólk skuldu niður í løn. Og tá svar­ aði eg sjálvandi ja, tí tingfólk skulu ikki vera betri stillað enn aðrir borgarar, sigur Rig­ mor Dam, sum vísir á, at onn­ ur tingfólk hava skilt hetta á sama hátt. Hon heldur, at skal løg­ tingið sjálvt avgera lønirnar, so átti tað at verið galdandi fyri komandi løgting - og ikki sit­andi løgting, sigur hon. Endamálið við upp­ skotinum hjá Javn­að­ar­ flokkinum er sambært Rig­ mor Dam er fyrst og fremst at javnseta politik­ar­ar við vanlig fólk og tí broyta órímu­liga kost­nað­ar­endur­ gjald­ið, sum politikarar fáa skatta­frítt útgoldið oman á lønina, og tað heldur hon ikki vera rímuligt – meðan hon hinvegin ikki heldur, at lønar­lagið hjá politikarum er ov høgt. Politikarar javnsetast við vanlig fólk POLITIKKUR Ferðaendurgjaldið og pensjónsviðurskiftini hjá politikarum er órættvís. Á hesum øki eiga politikarar at javnsetast við vanlig fólk, heldur Rigmor Dam, løgtingskvinna, sum ikki heldur, at politikarar fáa ov høga løn Áki Bertholdsen - Nevndin, sum situr og endur­skoðar valskipanina, verður nú kanska niðurløgd, áðrenn hon er liðug við ar­ beiðið. Tað staðfestir Jógvan á Lakj­u­ni, løgtingsformaður. Nevndin er eitt úrslit av ætlanini, sum fleiri løg­tings­ limir høvdu um at broyta val­skipanina einaferð enn, so at landið aftur verður skipað í fleiri valdømi. Teir førdu fram, at tá ið tey sjey valdømini vórðu av­tik­in og alt landið varð eitt valdømi, varð tað gjørt í óðum verkum, uttan at av­ leið­ing­arnar vórðu kann­að­ar. Tí vildu teir gera landi aft­ ur til fleiri valdømi. Tað endaði so við, at Løg­ ting­ið samtykti ístaðin at seta eina serfrøðinganevnd at endurskoða valskipanina. Tað var í 2010 at Løgtingið so­statt samtykti at seta nevnd­ina, men tað gekk rúm tíð áðrenn hon fór til arbeiðis av tí, at onkur nevndarlimur ikki tók við vali og tað dró eisini út at velja politiska fylgi­bólkin. Men nevndin fór til ar­ beið­is og er komin rættiliga væl áleiðis við einum úrsliti. Løgtingisformaðurin sum tá var, Hergeir Nielsen, Mið­ aði ímóti at nevndin lukk­ aðist at koma við eini niður­ støðu í heyst so at løgtingið fekk stundir at viðgera málið og koma til eina niðurstøðu til valið í heyst. Men tað miseydnaðist. Sjálv miðaði nevndin at koma við eini ávegis niður­ støðu til løgtingsvalið í heyst, men tað eydnaðist heldur ikki. Men nú eitt nýtt løg­ ting hevur tikið við, kann avleiðingin vera, at nevndin verð­ur niðurløgd og at ar­beið­ið sostatt heldur ongantíð verður gjørt liðugt. Spyrja flokkarnar Jógvan á Lakjuni, sigur, at formansskapurin í Løg­tingi­ num hevur viðgjørt støðuna hjá nevndini eftir at eitt nýtt løg­ting er valt. Ongin støða er tikin, men Jógv­an á Lakjuni fer nú at spyrja politisku flokkarnar hvu­ssu teir meta støðuna og um teir halda, at arbeiðið at endur­skoða vallógina skal halda fram, ella ikki. Skal haldast fram við arbeið­num, verður undir øll­ um umstøðum neyðugt at velja ein nýggjan politiskan fylgi­bólk, tí summir av teim­ um, sum vóru í honum, eru ikki longur á tingi, eitt nú Kári á Rógvi og Heini O. Hein­e­sen. Løgtingsformaðurin sig­ ur tað er ein spurningur um nevndin ikki eigur at fáa um­ støð­ur at gera arbeiðið liðugt, eftirs­um hon hevur arbeitt við málinum og er komin nakað væl áleiðis. Hinvegin er tað eisini ein spurn­ingur um tað nývalda Løg­tingið, um áhugið er fyri at halda fram við arbeiðnum, sum eitt undanfarið Løgting hev­ur samtykt. Hann vísir eisini á, at mein­ing­arnar eru ymiskar og eitt sjónarmið er, at vit skulu ikki hava nakra millumloysn. - Antin verður landið verð­andi eitt valdømi, ella fara vit aftur til sjey valdømi, sum vit vóru, áðrenn lógin varð broytt. Jógvan á Lakjuni vísir á, at tað, sum Løgtingið sam­ tykti, var ikki ein lóg og tað er ikki ókent, at slíkar sam­ tyktir detta niðurfyri. Sleppa kanska ætlanini at gera Føroyar aftur til fleiri valdømi VALSKIPANIN Nevndin, sum er sett at endurskoða vallógina, verður kanska niðurløgd, áðrenn hon er liðug við arbeiðið Eitt ella fleiri valdømi Nú fer Jógvan á Lakjuni at spyrja politisku flokkarnir um teir framvegis halda, at valskipanin skal broytast, ella um teir eru nøgdir við at Føroyar framvegis eru eitt valdømi