Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marianna Holm Jacobsen Tíðliga í september mánaði fingu teir 50 næmingarnir í 9. flokki í Skúlanum við Løg­ manna­breyt boð um at svara ynskilistanum til starvs­ venjing. Frank Jacobsen, ið er veg­ leiðari á skúlanum, og hevur ábyrgdina av stars­venj­ing­ unum, hevði tí nógv at gera um hetta mundið. Hann fór beinanvegin í holt við tað, og ta síðsta stað­ið til starvsvenjingina kom ikki uppá pláss fyrr enn eina lítla viku áðrenn næm­ ingarnir skuldu í starvs­venj­ ing, nevniliga í viku 3 í ár. - Tað tekur langa tíð at fáa heili 50 næmingar inn í starvsvenjing. Men tað er um­ráðandi, at eg fái gjørt tað skjótast møguligt, tí um hesa tíðina vóru nevniliga fýra skúlar í landinum, sum skuldu í starvsvenjing. - Tey flestu vilja vera í Havn, og tí er kapp­ing um plássini, sig­ur Frank Jacob­ sen, veg­leiðari á Skúlanum við Løg­manna­breyt. At fáa allar næmingarnar í starvsvenjing er ikki bert tað, ið Frank ger. Eftir at øll eru farin í starvsvenjing, fer hann út til næmingarnar at vitja tey ymsu støðini. Í hesum førum er tað ikki bert Frank, ið fer at vitja tey, av tí at flokkurin er so stór­ur, men eisini Brynhild Jacob­ sen, flokslærari. - Tað er ein partur av arbeið­num hjá mær at skula vitja næmingarnar. Har eg havi verið, hava tey allar fles­tu fingið nógv burturúr, og lært nógv, sigur Frank Jacob­sen. MORGUNMATUR  9.00 – 9.30                 POUL CLEMENTSEN  09.30 – 10.30 Framsókn – frá hugskoti til tingsess Poul hevur arbeitt við samskifti síðan 1988. Í dag eigur og rekur hann, saman við øðrum ,samskiftis- fyritøkuna Festi Spf, ið stóð á odda fyri marknaðar- føringini hjá nýggja flokkinum, Framsókn.             BJØRGHILD DJURHUUS OG   JÓNGERÐ NIELSEN         10.30 – 13.00 Virðiligt Samskifti Virðiligt samskifti er lykilin til eitt gott, mennandi arbeiðspláss við teim bestu starvsfólkunum. Arbeiðs- gleði og trivnaður er gávan tú gevur tær sjálvum, tínum starvsfeløgum og viðskiftafólki tínum.   SMYRJIBREYÐ  13.00 – 14.00 Temadagur 11. feb. 2012 ÍBLÁSTUR & MENNING Prentarafelagið skipar fyri temadegi, har nógv hugvekjandi og forvitnisligt verður á skránni. Tað kostar 801 kr. at luttaka, men er ókeypis fyri limir felagsins. Les meir um tiltakið inni á Facebook: Íblástur og menning. Tekna teg Boða frá at tú luttekur við at flyta kr. 801,00 á kontonr. 6460 7950359. Viðmerk navn og tema-dagur. Limir tekna seg við at senda teldupost til prentarafelag@gmail.com. Tiltakið verður í Handverks- depilinum, Stoffalág 60. Freistin at tekna  seg er 7. februar   HENDRIK EGHOLM  14.00 – 15.00 Samskifti og marknaðarføring Hendrik hevur arbeitt við sølu og marknaðarføring flestu árini av hansara arbeiðsleið. Millum annað hevur hann starvast sum ráðgevi hjá lýsinga- fyritøkuni Integral í Keypmannahavn. Hendrik hevur eisini verið sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line. Nú er hann stjóri á Magn.   KAFFISTEÐGUR 15.00 – 15.30                       PALLBORÐSFUNDUR  15.30 – 16.30 Niels Arge Galán / Høgni Rasmussen / Jon Hestoy / Árni Gregersen Niels er kreativur stjóri á Sendistovuni, Høgni er stjóri á Sansum, Jon er stjóri á Føroyaprent og Árni er stjóri á Dimmalætting. Teir fýra fara at kjakast um avísdeyðan, sosialu miðlarnar, online og offline miðlar og lýsingamarknaðin, hvussu hann broytist.   DØGURÐI  18.00 – Tríggir leskiligir rættir frá Oddvør Skarðhamar Mugu taka viljan við - Tað ræður um at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, og hava viljan við sær, tá mann fer í starvsvenjing, sigur Frank Jacobsen, sum er lærari í skúlanum við Løgmannabreyt