fríggjadagur 3. februar 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frelsunarherurin er eitt
margfalt
og
sermerkt
kristi trúarsamfelag, sum
vísir umsorgan fyri øllum
menniskjanum
gjøgnum
slagorðið “suppa”, “sápa”
og “frelsa”. Herbergið er
partur av Frelsesarmeens
Rusomsorg í Noregi, Ís-
landi og Føroyum, har mál-
bólkurin er persónar yvir
18 ár, sum eru bundnir av
rúsevnum, og hava tørv á
viðgerð, rehabilitering
ella umsorgan og
skaðaminkandi
tænastum.
Herberg Frelsunarhersins søkir
Herberg Frelsunarhersins liggur í vøkrum umhvørvi, í
miðbýnum í Tórshavn, við góðum útsýni yvir fjørðin.
Virksemi fevnir bæði um dagsentur, fyribilsbústað og
búfelagskap. Tænastutilboðið skal vera merkt av sam-
starvi, framskygni og av at tilfeingi verður gagnnýtt
og at góðskan á tænastunum er høg, til tað besta fyri
búfólk og gestir. Veitt verður døgn-/dag- og bráðfeingis
tænastutilboð, sum fevna um alt menniskjað. Vit vilja
tryggja brúkarunum ráðilig og dygg sosial og heilsu-
faklig umsorganartilboð.
Dagligan leiðara
www.frelsunarherurin.fo
Umsóknarfreistin er 20. februar 2012
Starvsfólk til
Marknaðar-
deildina
Marknaðardeildin hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring
og samskifti í samtakinum, í Føroyum, Danmark og Grønlandi.
Vit sóknast eftir tveimum dugnaligum og framsóknum
starvsfólkum til tvey fjølbroytt og spennandi fulltíðarstørv
á Marknaðardeildini.
Les meiri um størvini á
www.banknordik.fo/starv
Marknaðarsamskipari
Talan er um tíðaravmarkað starv vegna
starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Sum
mark naðarsamskipari verður tú við til
at menna og fremja lýsingaátøk í
samstarvi við uttanhýsis veitarar og
leiðslu. Harumframt verður tú við til
at samskipa og fremja samskiftið í
bankanum.
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og
royndir við marknaðarføring og samskifti.
Tú hevur góðar málsligar førleikar. Tað er
ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum
marknaðarsamskipari.
»
Tekst- og samskiftisfólk
Sum tekst- og samskiftisfólk fært tú
ábyrgd av at skriva og tillaga tekst til
heimasíðu, intranet, tíðindi, faldarar,
starvslýsingar og annað. Tú kemur
eisini at taka tær av PR arbeiðinum
á fl eiri marknaðum.
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving
og hevur royndir og evni innan samskifti
og PR. Tú dugir væl at skriva lættan
og greiðan tekst og ert stinn/ur í bæði
føroyskum og donskum.
»
Umsóknarfreistin til bæði
størvini er 19. februar 2012.