fríggjadagur 3. februar 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
2
VIKUSKIFTI
Hvør dagur er almennur. Eisini teir ringu dagarnir. Ofta
hugsa fólk ikki um, at vit arbeiða undir einum øgiligum
tíðartrýsti, og tað merkir, at helvtin av innsløgunum eru
ikki eins góð, og mann hevði hugsað sær at gjørt tey.
Jan Lamhauge, sjónvarpsmaður
Super Bowl
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Super Bowl er ein av stóru hendingunum
í amerikanska samfelagnum – og størst
ítróttarhending over there. Super Bowl
er árliga finalan í amerikanskum fót
bólti, og sunnukvøldið verður Super
Bowl nummar 46 hildið.
Finalan hesaferð verður á Lucas Oil
Stadium í Indianapolis, og hetta er bert
fjórðu ferð, at Super Bowl verður hildið
í einum býi við køldum veðurlagi.
Liðini í Super Bowl hesaferð eru
New England Patriots og New York
Giants.
Hetta er eisini eitt rimmar veitslu
kvøld hjá amerikumonnum, og tað er
bara á Thanksgiving, at amerikanarar
eta meira kjøt enn til Super Bowl
kvøldið, verður sagt.
Setti met í USA
Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð
hildið í 1967, er finaludagurin blivin
størsta ítróttarhending í USA. Sum
sjónvarpsundirhald verður tað ikki
tikið. Super Bowl eigur metið sum mest
sædda sending í sjónvarpi nakrantíð, og
áhugin fyri at lýsa í sambandi við Super
Bowl er stórur. Tað kostar tó kassan at
fáa eina sjónvarpslýsing á skíggjan –
ein lýsing á 30 sekund kostar slakar 20
milliónir krónur.
Tað er serliga í USA og har á leið,
at áhugin fyri amerikanskum fótbólti
og Super Bowl er ovurhonds stórur, og
tað er eisini serliga tann áhugin, sum
ger Super Bowl til eina ta mest sæddu
ítróttarhendingina í sjónvarpi í heim
inum.
Men Super Bowl hevur ikki eins
nógvar hyggjarar kring heimin, sum
finalan í Champions League fótbólts
kappingini hjá UEFA hevur.
Tað verður nógv gjørt burtur úr
undirhaldinum í hálvleikinum, og
hesaferð skal Madonna framføra. Song
kvinnan Kelly Clarkson skal syngja
tjóðsangin áðrenn finaluna.
Tíðarmunurin millum okkum og
USA ger, at finalan verður til náttar
sjónvarp, men tað ber til at fylgja bæði
upphiting og sjálvum brakinum á rásini
TV3+ sunnukvøldið frá klokkan 21.00.
Karamellu
eskjur til
avheintingar…
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Anna Elisabeth Iversen / Rebekka Rafael
klumman
Hilmar Jan
Hansen
Sunnukvøldið verður Super Bowl nummar 46 hildið
í USA. Hetta er finalan í amerikanskum fótbólti
og samstundis størsta ítróttarhending í USA
Størsta ítróttar
kvøld í USA
So var aftur verkfall, og tað er sjálvandi eitt
sindur keðiligt fyri tey, ið verða rakt. Tað er
tað altíð, men soleiðis er tað bara. Í hesum
føri mugu foreldur at smærri børnum leita
sær ansingarhjálp frá ommum og abbum,
umframt at nøkur børn ikki sleppa í skúla,
tí stuðlar teirra eru í verkfalli. Her er altso
talan um eitt vanligt verkfall, ið rakar nøkur,
meðan tey allarflestu ikki merkja nakað til
tað.
Pedagogarnir sita við Svartaperi, eftir at
hava verið við í einum sokallaðum samstarvi
við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og
Havnar Arbeiðskvinnufelag, tí hesi hava
í vikuni gjørt sáttmálar fyri seg. Onkur
skrivaði undir sáttmála við ongari krónu í
framgongd og ein annar fjaldi krónurnar,
so tær nú eru í lønartalvuni og ikki
sáttmálanum. Við at tosa um differentiering
– eitt fremmandaorð, limirnir mugu sláa upp
– hava fleiri av formonnunum í feløgunum
gjørt støðuna uppaftur fløktari.
At eitt av feløgunum fór í verkfall og
hini bara lótu, sum hevði tað einki við tey at
gera, gevur helst góðan gróður undir gomlu
sangregluna hjá Hans Andriasi, sum sang
um ljós yvir landið og staðfesti, at »saman at
halda var ei okkum givið«. Støðan á almenna
arbeiðsmarknaðinum júst nú fortelur tað
sama, tí hóast tað var ein feilur, ein »krúlla«,
sum sendi pedagogarnar út í verkfallið,
so løgdu hini feløgini ikki ein lort í tað,
men skrivaðu undir sáttmálar við ongum
innihaldi, heldur enn at stilla seg undir liðini
á pedagogunum!
Sum onkur tók til, so hevði hetta »ikki
gingið við Ingeborg«. Nei, tað hevði tað so
sanniliga ikki, tí hon var til eina og hvørja
tíð før fyri at fáa arbeiðsgevararnar at rista í
brókunum. Ikki, tí hon var óðari ella óblíðari
enn nakar annar, men tí at hon helt fast við
tað, hon helt vera rætt – og hon bakkaði
ikki, bara tí tað lotaði úr onkrum kjafti! Nú
verður ikki hildið fast við nakað sum helst,
fakfeløguni spjaðast í allar ættir, og tað hevur
ongantíð verið lættari enn tað sama at verið
arbeiðsgevari her á landi, tí har er hvørki
mótspæl ella mótstøða!
Tá flatskatturin og pensjónirnar vóru
á skránni, leikaðu fakfeløgini í við tómum
orðum og karamellueskjum, men fingu
heldur ikki tá sett eld í síni egnu. Nú eru
mestsum øll kropin undir krossin og hava
givið seg so undir arbeiðsgevararnar, at klárt
er at sløkkja respiratorin, so lýsast kann við
andlátinum hjá fakfelagsrørsluni. Ella, sum
onkur skrivaði á
Facebook: »Lítið
brúkt Roses-
karamellublikk
við loki,
ljóðar sum ein
dreymur, fæst
við at avheinta
tað…«
So segði
hann...
Sunnukvøldið bresta New York Giants og New
England Patriots saman í Super Bowl
mynd: polfoto