Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dagfinn Olsen Sunnudagin varð Jens Mort­ an Mortensen innsettur sum prest­ur í Suðuroyar Norðara Prestagjaldi. Hetta fór fram í kirkjuni í Hval­ba, har nýggi presturin eisini fer at búgva við familju síni í prestagarðinum í Leir­ um í Hvalba. Biskupur, dómpróstur og um­l­eið helm­ing­ur­in av prest­ u­num í Før­oy­um tóku lut í há­tíð­ar­merktu guðs­tæn­ast­ uni í kirkjuni í Hvalba, um­ framt at kirkjan var fullsett av kirkjufólki. Uni Næs, dómpróstur, hand­aði Jens Mortani Mort­ ensen kalsbræv og setan­ar­ bræv, og eftir hetta helt nýggi presturin fyrstu prædikuna í kirkj­uni í Hvalba. Jens Mortan Mortensen hev­ur í fleiri ár verið urg­ u­leik­ari í kirkjum í Suð­ur­ oynni, umframt at hann t. d. eisini hevur stjórnað kirkju­kór­i­num Ljomi í Vági í nøkur tíð­ar­skeið. Kórið sang eisini til inn­set­an­ar­ guðstænastuna í Hvalba í dag. Tróndur Enni leikti tromp­et og Gudmund Mort­ en­sen leikti urgu og leiddi kór­ið. Gudmund Mortensen er annars urguleikari í Dóm­ kirkj­uni og er eisini bróður nýggja prestin, Jens Mortan Mort­ensen. dagfinn@sosialurin.fo Verkfallið hjá pedagog­u­num hev­ur nú vart í eina viku, og enn er einki, sum bend­ir á nakra loysn. Peda­gog­ ar­nir siga púra greitt, at tey vilja ikki lata sær lynda eina real­løn­ar­ lækk­ing, sum bæði ar­beiðs­gevarar og semings­uppskot mæla til. Tað er væl skiljandi, at lágløntu lim­ir­nir í Før­oya Peda­gog­fel­ag seta hart í­móti hørð­um og ikki vilja tengja sam­an skatta­lætt­an til hægru inn­tøk­ur­nar við løn­ar­krøv fel­ags­ins. Felganum stóð í boðið at fáa eina løn­ar­hækk­ing til lim­ir­nar við løn­ um nið­an fyri 30.000 krón­ur upp á 220 krón­ur um mán­að­in. Sam­bært út­rokn­ing­um hjá Ped­a­gog­fel­ag­ num, so merk­ir hetta tó eina real­ løn­ar­lækk­ing upp á 157 krón­ur um mán­að­in, tí at eitt nú gjøld­ini til Als og Heils­u­trygd eru hækk­að, eins og Sev, olja, tel­e­fon, kring­varps­gjald og trygg­ing­ar. Tí er tal­an um eina re­ al­løn­ar­lækk­ing – og skuldu ped­ag­ og­ar­nir gjørt sum Starvs­manna­fel­ ag­ið og bara longt sáttmálan, so er sam­bært teirra út­rokn­ing­um tal­an um eina real­løn­ar­lækk­ing upp á 377 krón­ur um mán­að­in. Hvussu leingi partarnir soleiðis kunnu møða hvønn annan, er ikki gott at vita. Tó at til ber hjá for­eldr­ um at klára seg í nakrar dag­ar utt­ an dag­r­økt, so verð­ur trup­ul­leik­in størri og størri, sum dag­ar­nir líða. Ar­beiðs­gev­ar­ar­nir spara nógv­ar peng­ar – hvør so end­a­liga løn­ar­ hækk­ing­in verð­ur, so verða eyka út­reiðsl­ur­nar fyri hetta fíggjarárið skjótt spard­ar inn­aft­ur hjá landi og komm­un­um. Hóast vit fleiri ferðir hava stað­ fest, at lands­stýr­ið – og har meina vit við Fólka­flokk­in – hev­ur vunn­ið stórt á fak­fel­øg­u­num, so er at vóna, at part­ar­nir finna eina semju á sátt­ mál­a­stríð­num. Og tá marg­inal­ar­ nir eru vorðn­ir so smáir, sum teir nú eru, so átti fíggj­ar­mál­a­ráð­ið at slak­að nakað. Kravið hjá pedagogum um fyri­reik­ing­ar­tíð er væl skilj­andi. Hvussu leingi hetta stríðið hevur ver­ið, vita vit ikki, men sakt­ans kundu ar­beiðs­gev­ar­ar­nir slak­að nak­að her, so hol varð sett á tann spurn­ing­in. Ym­iskt er, hvussu ein skip­an við fyr­i­reik­ing­ar­tíð skal skip­ast, um tað er rokn­að eft­ir starvs­fólki, barn­a­tali, stov­um o. s. fr. Men skilagott hevði verið, um hol fekst á hesa ósemju, tí kravið er væl skilj­andi. Hetta stríðið hevur víst, at ávíst sund­ur­lyndi er í fakfelagsrørsluni, og tað er ikki gott. Forkvinnan í Starvs­mann­a­fel­ag­num hevur tos­ að um at skipa eitt LO, eina lands­ org­a­ni­sa­ti­ón fyri øll fak­fe­l­øg. Hevði tað verið læran av hesum sátt­mál­ a­stríð­ið, so var kort­ini væl kom­ ið burt­ur­úr kortini, tí tað hevði gagn­að ar­beiðs­markn­að­i­num sum heild. Kunnu saktans slaka í kravinum um fyrireikingartíð Komandi sunnudag, 12. februar, verður sólarkaffi í Bygd­ar­hús­i­num í Leirvík. Hettar tiltak hevur veri­ð fyri­skip­að á hvørj­um ár­i síð­an 1977. Sólarkaffi verður hild­ið í sam­band við, at sól­in aft­ur sæst um alla bygd­ina. Á Toftanesi verður sagt, at á kynd­ils­messu 2. febr­ u­ar sæst sól­in á Fløtt­u­ toft­ini, konga­dagin 11. februar sæst hon um alla bygdina. Henda dagin bjóðar Bygd­ar­hús­ið øllum kaffi og køk­ur, sum kon­u­fólk­ ið í bygd­ini hev­ur bak­að og lat­ið til ti­ltak­ið. Á skránni annars eru tón­leika- og sang­fram­førsl­ ur. Í ár leggur Martin Fjall­ stein eis­ini fram 4. bind av Leir­vík­ar Bygd­ar­søgu. Tá sólarkaffi er, kemur rætt­iliga nógv fólk úr bygd og av bygd, at hitta familju og kenn­ing­ar og hugna sær. Sólarkaffi í Leirvík sunnudagin Frá ósemju til samanhald Jens Mortan innsettur sum prestur Eitt sind­ur um skatta­ politikk Bergur jacobsen kjak á síðu 23 Fyri­ reik­ing­ ar­tíð til hvat? Námsfrøðingar kjak á síðu 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000