Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stóra Dímun: Á onkrum støðum búgva bert eitt fólk í hvørj­um húski. Men á einum ávís­um staði búgva átta fólk í sama húski. Hetta vísir eitt yvirlit frá Um­hvørvisstovuni sum nú er almannakunngjørt. Her sæst, hvussu nógv húski eru í landinum og hvussu nógv fólk búgva í hvørj­um teirra. Í hesum sæst greitt, at bóndahúsið í Stóru Dímun er tað við flest fólk­um, nevni­ liga átta, sum er mun­andi hægri enn miðal­talið fyri land­ið. Upplýst verður, at tað eru 16.500 húski kring oyggj­ar­ nar, og búgva tað sostatt 2,9 í hvørjum húski. - Hetta talið er væl størri enn somu tøl í Dan­mark og í Noregi. Her búgva í miðal tvey fólk í hvørjum húski, verður sagt. snorri@sosialurin.fo Flestu fólk pr húski Runavík: 632.000 krónur fleiri komu inn í skatti í januar mánaði í ár, í mun til sama mánað í fjør. Hetta er ein øking uppá omanfyri átta prosent. Vágur: “Grundleggjandi námsfrøði” er eitt av evnunum, sum Sigbritt við Neyst Hansen frá fyritøkuni 2be, fer at tosa um á skeiði um vikuskiftið. Sumba: Tey sum eiga gamlar myndir av skúlanum, lærarum, næmingum og floksmyndir kunnu lata hesar inn til skúlanum. Æltanin er síðani at hanga tær upp í gongini til prýðis og minnis. Sandoy: - Øll umrøða úr Sandoynni hevur týdning, sigur Fríðtór Debes, leiðari á Kunningarstovuni, sum heldur til á Sandi. sandportal.fo Okkurt er galið, tá man fær meira fyri at passa uppá pengar, enn at passa uppá børn (Johan í Kollafirði, Fámará) Nýtt stað til ungdómin Tórshavnar Kommuna, sum Kollafjørður er part­ur av, hevur nevni­ liga í hyggju at gera ávís­ ar broytingar í ítrótt­ar­ høllini í bygdini. Ætlanin er at inn­ rætta loftið í høllini “til frama fyri bygdina”, sum tikið verður til. Onn­ur sum fáa gagn av hesi innrætting eru ítrótt­ar­felagið í bygdini – KÍF – ungdómurin og trivnaðurin í bygdini. Levi Mørk, sum er bý­ráðs­limur í Havn upp­ lýsir, at tríggjar milliónir krón­ur eru játtaðar til hetta í ár. - Vit eru lidnir við fyri­reikingina til hetta. Nú vantar bara at ar­ beið­ið verður sett í gongd, sigur hann. snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Árið byrj­aði væl hjá Vest­manna Kom­mu­nu. Skatta­inn­tøkan gjør­d­ist 2,6 milliónir krón­ur, í mun til 2,4 mió í janu­ar í fjør. Talan er um á ein vøkst­ur upp á 154.00 krón­ur ella 6,28%. - Vøksturin er stór­ur í mun til úrslitið í gran­na­ kommununum, verð­ur sagt úr Vestmanna kom­mu­n­u. Í Kvívíkar Kommunu var afturgongd uppá 3,83%, meðan hinar gran­ na­komm­unurnar høvdu fram­gongd, tó væl lægri enn í Vestmanna: Sør­vágs Kommu­na 0,76%, Sunda Kommu­na 2,43%, Tórs­havn­ ar Kommuna 3,6% og Vága Kommu­na 4,07%. Í miðal fyri allar kommunurnar var talan um framgongd upp á 3,05%. - Vit eru sjálvsagt væl nøgd við úrslitið, men vit ivast í, hví úrslitið er so gott. Hækkingin kann koma av, at vit eru fleiri skat­t­gjald­arar í ár, enn somu tíð í fjør, verð­ur sagt úr Vestmanna Kommu­ nu. snorri@sosialurin.fo 200.000 meiri í skatti kring landið Kollafjørður Tey ungu í bygdini fara í næstum at fáa eitt gott stað at savnast í TÆTT Sambært yvirlitinum búgva átta fólk í einum húski í Stóru Dímun