Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Havið við Føroyar er eitt para­dís. Tað sigur Ingi Sørensen, sum í mong ár hevur kavað kring oyggjarnar, og sum man vera ein tann, ið kennir lív­ið undir vatnskorpuni við Før­oyar best. Tey mongu seinnu árini hev­ur Ingi Sørensen eisini tik­ið eina ørgrynnu av mynd­ um undir vatninum, og tað eru hesar, ið eru grund­ar­ lagið undir teimum fyri­ lestr­um, hann heldur kring land­ið. Eg vitji á skúlum, og alla­ staðni, har eg komi, verða fólk bergtikin av øllum tí vakra, sum finst undir vatn­ skorpuni, sigur Ingi Søren­ sen. Hann sigur, at sjóblómur og sjálsamir fiskar við Før­ oy­ar eru munandi vakrari og meira hugtakandi, enn tú finn­ur aðrastaðni. Skal tað vera vakurleikan, tú vilt síggja, so nyttar einki at fara suður í heitu londini, tí hann finst ikki vakrari enn her heima hjá okkum, sigur Ingi Sørensen. Hann heldur, at vit áttu at gjørt nógv meira við at selt hesa serligu uppliving til útlendsk ferðafólk, men til tess at kunna fáa sum mest burtur úr, er neyðugt at fáa eina kavimiðstøð upp at standa. Havnar Froskmannafelag er mest sum dottið niðurfyri, og har er einki virksemi í felag­num. Og skulu Føroyar selj­ast fyri sín vakurleika und­ir vatnskorpuni, er neyðugt at vit fáa eina kavi­ mið­støð við kaviútgerð, sum fólk kunnu leiga, sigur Ingi Søren­sen. Kaviparadís Tað hevði gjørt tað so ógvu­ liga nógv lættari, um tað var ein miðstøð, ið hevði alla út­ gerð, so útlendsk ferðafólk og føroyingar eisini sluppu undan at dragsa draktir og aðra útgerð við sær. Undirsjóvarlívið við Før­ oyar er so mikið vakurt, at kavi entusiastar heilt víst høv­du havt áhuga fyri at kava her, sigur Ingi Sørensen. Hann er vísur í, at um nak­að verður gjørt við tað, hevði borið væl til at drig­ið útlendskar kavarar hendan­ vegin. Tað er eisini fyri at varpa ljós á undurfulla heimin und­ ir vatnskorpuni, at Ingi ferð­ ast kring landið við sínum fyri­lestri og myndum, Eg var í Gøtu skúla í síðstu viku, og í annaðkvøld verði eg í Norðurlandahúsinum við myndum og fyrilestri. Alla staðni, har eg komi, ger­ ast fólk bergtikin av vakur­ leika­num, vit hava beint uttan fyri dyrnar, so at siga, sig­ur Ingi Sørensen. Fyrilesturin í Norður­ landa­húsinum verður sum nevnt í annaðkvøld, týskvøld, og hann byrjar klokkan 19.30. Og so kann skoytast upp í, at tað verður ókeypis at­ gongd. leo@sosialurin.fo Landið undir vatnskorpuni Havið hevur sítt egna lív, og tað er litríka umhvørvið undir vatnskorpuni, sum Ingi Sørensen við orðum og serliga myndum fer at greiða frá í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld