Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Síðan seinasta mikudag hevur Annika Olsen, lands­ stýris­k­vinna virkað sum løg­mað­ur, og hon verður løg­ mað­ur, til Kaj Leo Johanne­ sen kemur aftur úr út­lond­ um. Annika Olsen hevur roynt tað eina ferð áður at vera løgmaður. Tað var tá ið Kaj Leo Johannesen var til há­tíð­ar­haldið hjá Margretu Drotn­ing. Ta ferðina var tað bara nakrar dagar. Hetta skeiðið er nógv longri. - Tað er bara stuttligt at royna. Mánadagin sat eg við borðendan og setti lands­ stýrisfundin, og eg havi sum varaløgmaður svarað onkr­um fyrispurningi í løg­ tinginum, sigur Annika Ol­ sen. Kaj Leo Johannesen er so leingi burtur, tí fyrst var hann í Íslandi og samráddist um Hoyvíkssáttmálan, og síðan hevur hann vitjað sendi­stovur. Nú tekur hann sær nakrar frí­dag­ar, til hann kemur heim aftur. Sjónleikardeildin hjá Lo­ sju­ni Glotti hevur sett leik­in “Spanska Fluga” upp, og sum spældur fyrs­ tu ferð leygarkvøldið. Leikurin er ein skemti­ leik­ur sum ferð fram fyri sløk­um 100 árum síðani, í ein­um lítlum týskum býi. Tey eru her heima hjá sinnopsfabrikantinum Klinke, har mangt og hvat hendir. Kærleiki er í luft­ ini bæði so og so, so­leið­is at alt gerst ein stór fløk­ ja, og hana royna tey at greiða. Tað er Ria Tórgarð sum hev­ur leikstjórnað. Við í leiki­num eru 12 leikarar og 1 tónleikari. Sjónleikurin varir í um­ leið 90 minuttir við einum steðgi. Sagt verður, at hetta er ein sera stuttligur leik­ur, sum er góður fyri látur­ muskl­ar­nar. Sýningar Spanska Fluga verður spæld soleiðis: Frumframførsla Leygardagin 11. Februar kl.19.00., útselt! Sunnudagin 12. februar kl.19.00. Týsdagin 14. Februar kl.20.00. Mikudagin 15. Februar kl.20.00. Hósdagin 16. Februar kl.20.00. Leygardagin 18 februar kl.19.00. Sunnudagin 19 februar kl.19.00. Sponsk fluga í Gøtu LEIKUR Fólk í Losjuni Glotti hava í eina tíð vant leikin Spanska Fluga. Og nú verður hann so framførdur KIRKJAN Eftir at Elsa Funding hevur lagt frá sær sum sóknarprestur á Viðareiði, hevur kirkju­ fólk­ið í Norðoya eystara presta­gjaldi ligið í prestaloysi. Nú er kortini eina loysn á veg, tí avgerð er tikin um at seta Kirsten Donskov Felter sum avloysara her frá 15. mars og fram til 31. juli. Trúboðin skrivar, at Kirst­en er bæði prestur og granskari, og hevur mill­um annað skrivað eina rit­gerð ið kallast “Kald og kom­pe­tance”, sum lýsir sjálvs­fatan­ina hjá donskum prestum. Meðan hon er í Føroyum fer hon samstundis at ar­beiða við eini aðrari gransk­inga­r­ ætlan, sum kallast “Kald, kompetance og pro­fes­s­ ion”. Sambært tí sum blaðið hev­ur fingið uppspurt frá Jógva­ni Fríðriksson er æt­ lan­in ikki at lýsa starvið á Viðareiði leyst, fyrrenn nýggja lógin um størv í fólka­kirkjuni er lýst. - Men hetta veldst tó eitt sindur um, hvussu lan­ga tíð tað fer at taka til lógin verður lýst, sigur hann. snorri@sosialurin.fo Viðingar fáa danskan prest AVLOYSARI Kirsten Donskov Felter skal virka sum prestur í Norðoya eystara prestagjaldi fram til 31. juli Annika løgmaður Mánadagin setti Annika Olsen sum virkandi løgmaður landsstýrisfundin Vilmund Jacobsen - Tað verður alla tíðina - og eftir førimuni - arbeitt við at fáa skipaði viðurskifti við parker­ing og gongubreytum, sum eru til gagns fyri okkum øll. Vit hava soleiðis lagt nógva orku og pening í at skipa økið fram við Tofta skúla. Kantsteinar eru settir upp, gongubreytin er løgd við steini, og parkering er á­víst, bæði niðan fyri og sunn­an fyri skúlan. Lagt verður aftrat, at tað tekur umleið 10-20 sekund at ganga frá park­er­ings­ plássinum og til dyrnar. - Men, tá summi fólk ikki virða hesar ásetingar, verður alt endamálið tileinkisgjørt, og trivnaður og tryggleiki verða hareftir. Neyvan er trupu­leikin, at hesi fólkini eru so illa gongd, tí somu fólk fara í fimleikarhøllina at renna. Tekniska nevnd hjá Nes kommu­nu heitir tí á fólk, sum parkera soleiðis, um at broy­ta hugburð, so trivnaður aft­ur verður í økinum. Parkeringsóskil við Tofta skúla Tekniska nevnd í Nes kommunu heitir nú á fólk um at parkera við skili við Tofta skúla og at virða tey, sum skulu verða á gonguteigunum