fríggjadagur 10. februar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Sveinur Gaard Olsen er ikki
einasti luttakarin, ið er eftir í
ársins X Factor-sending, sum
tosar og skilir føroyskt. Jean
Michel, sum saman við Nico
line Simone mannar eina
duo undir Thomas Blach
man, hevur føroyskan pápa
og búði í Klaksvík sum barn.
- Eg búði í Klaksvík í fimm
ár sum barn, har eg gekk
í fólkaskúla og havi fleiri
barndómsvinir, greiðir 34 ára
gamli Jean Michel frá. Tað er
langt síðani, at hann vitjaði
í Føroyum seinast, men fyri
kortum vóru nøkur vinfólk
og grannar úr Føroyum og
vitjaðu hann í Nyborg. Og
føroyska blóðið er gott at
hava í æðrunum, tá talan
er um X Factor, heldur Jean
Michel.
- Árið í ár prógvar enn
einaferð, at Føroyar eiga
heimsins bestu sangarar. Nú
vóni eg bara, at eg kann fáa
nakrar av atkvøðunum, sum
Kristel hevði fingið, um hon
kom víðari, sigur Jean Michel
flennandi.
Spentari enn
nakar annar
Jean Michel fegnast sum
allir hinir finalistarnir um,
at hann skal luttaka á live-
showininum í kvøld. Men
hjá Jean Michel er gleðin
eitt vet størri enn hjá hin
um luttakarunum, tí í fjør
varð hann sendur heim úr
kappingini
beint
áðrenn
live-showini.
Hann
kom
nevniliga við til sonevnda
boot-campin, sum Cutfather
hevði, og taldist millum
fimm teir síðstu luttakar
arnar í bólkinum fyri tey
undir 25 ár, men varð hann
soldaður frá í evstu løtu.
Jean Michel varð eisini
soldaður frá í ár, enn tá fyrr
enn í fjør, men so mannaðu
dómararnir nakrar bólkar, tí
bólkakategoriin var so veik.
Og samanrenningin millum
Jean Michel og Nicoline
Simone er sanniliga nakað,
ið hóvar Blachman.
- Tey bæði eru ein ógvu
liga vøkur og elegant duett,
sum hevur røtur aftur í
tilvitaðan politiskan soul
tónleik, er lýsingin hjá Blach
man av teimum. Dómarin,
sum mong óttast og rópa
annaðhvørt originalan ella
bara øran, er tá alt kemur
til alt sum fólk flest, vil Jean
Michel vera við.
- Blachman er ikki so
ræðuligur. Faktiskt er hann
púra vanligur, men hann
hevur ein sjónvarpsleiklut,
hann roynir at liva upp til.
Men, okey, hann sigur eisini
nøkur undarlig ting inn í
millum, flennir Jean Michel,
sum hevur góðar vónir und
an kvøldinum í kvøld.
- Í ár verður tað. Eingin
bólkur
hevur
vunnið
X
Factor í Danmark og Blach
man hevur ongantíð vunn
ið. Nú er tíðin búgvin til tað,
sigur Jean Michel.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Tað er sanniliga ikki hvør
sum helst, ið Sveinur Gaard
Olsen hevur fingið sum sín
ráðgeva í X Factor-sang
kappingini.
Cutfather,
ella Mich Hedin Hansen,
ið er hansara borgarliga
navn, hevur arbeitt við
heimsstjørnum sum Kylie
Minogue, Westlife, Chris
tina
Aguilera,
Pussycat
Dolls og Robyn, fyri bara at
nevna nakrar. Nú er navn
ið Sveinur lagt aftrat hesi
rúgvuni, og Cutfather dám
ar væl at arbeiða saman við
31 ára gamla havnamanni
num.
- Eftir mínum tykki hev
ur Sveinur ein feitan hug
burð. Hann er kul, hevur
trúvirði og tað er feitt at
arbeiða saman við slíkum
fólki, er fyrsta metingin hjá
Cutfather, tá vit biðja hann
lýsa Svein. Hóast Cutfather
er bæði upptikin og ein nógv
umbiðin maður, gevur hann
sær góðar stundir at tosa um
føroyska rokkdreingin.
- Sveinur hevur trúvirði.
Tað fer henda gongdin eisini
at vísa. Hann veit gott hvønn
stíl hann hevur og hvat
hann vil. Sveinur veit, hvat
fer at rigga og har er einki
ivamál hjá honum. Kemur
tú í gjøgnum X Factor við
hesum, og megnar at byggja
á tað hinumegin, so hevur
tú trúvirði. Og eg vóni, at
Sveinur fer allan vegin, sigur
Cutfather.
Cutfather er Cutfather
Hesa løtuna vit sita saman
við Cutfather, tykist hann
at vera eins dámligur, sum
hann er at síggja til hvørt
fríggjakvøld í X Factor. Og
Sveinur hevur eisini bara
gott at bera 43 ára gamla
dómaranum.
- Mich er akkurát so
leiðis, sum hann virkar í
sjónvarpinum.
Hann
er
ómetaliga fittur og avslapp
aður. Og hann flennir nógv,
sigur Sveinur, sum er ógvu
liga fegin um at hava fingið
Cutfather knýttan at sær,
hóast Sveinur er meiri rokk
ari og Cutfather poppari.
Skal tíma sangirnar
Cutfather hevur um nakar
drúgvar royndir, tá tað
kemur til at framleiða tón
leik. Men hóast hann hevur
gjørt løg saman við heims
stjørnum, hevur hann ongar
ætlanir um at beina Svein á
nakra ávísa kós.
- Mín lutur sum framleið
ari er at tryggja, at Sveinur
varðveitir
sín
samleika.
Eg skal hjálpa honum við
at fínpussa nøkur ting og
siga, at vit broyta hetta ella
hatta. Men eg skal ikki hálað
nakað yvir høvdið á honum.
So missir tað trúvirði og
kennist skeivt. Eg havi
eisini givið honum nakrar
sangir, har eg havi hugsað,
at hetta kundi verið feitt.
Men Sveinur hevur ikki
brent fyri tí og tað hevur
ljóðað heilt skeivt, greiðir
Cutfather frá. Tískil er
hansara uppgáva rættiliga
einføld í mun til Svein.
- Sveinur skal gera tað,
sum hann vil, tí hann veit
hvat hann vil!
rolant@sosialurin.fo
X FACTOR Jean Michel, sum
er hálvur føroyingur og hálvur
íslendingur, heldur, at X Factor
aftur í ár hevur staðfest, at Føroyar
eiga heimsins bestu sangarar
Jean Michel saman við Nicoline Simone er ein bólkur, dómararnir settu saman
Cutfather er
eins blíður
og dámligur
sum hann
tykist at vera í
sjónvarpinum
Føroyingar
eru heim
sins bestu
sangarar
Myndir: Rebekka Rafael
Sveinur skal allan vegin
X FACTOR Cutfather ynskir ikki at broyta nakað við Sveini, hóast
teir báðir draga hvør sína tónlistarligu línu. – Sveinur skal gera tað,
sum hann vil, tí hann veit hvat hann vil, ger Cutfather greitt