fríggjadagur 10. februar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Neistin hevur verið at kalla eina
ráðandi og myndað manshondbólt
seinastu árini, har teir serliga í
steypakappingini hava vunnið alt,
ið fyri teimum hevur staðið. Soleiðis
hevur eisini verið higartil í ár, og
umvegis ein heldur tepran saman
lagdan sigur á 48-45 á H71, eru teir
nú í steypafinaluni fjórða árið á rað.
Í finaluni renna teir seg aftur inn í
H71- hesaferð næstbesta lið teirra,
og hóast heitið hjá hoyvíksliðnum,
er lítið at ivast í, at teir eru væl
uppibornir finalistar og kunnu
geva Neistanum skarpan gang.
Turkur í Neistanum
Við leikaratilfeingi er Neistin helst
tað felagið í landinum, sum er best
fyri. Teir eiga nógvar landsliðs
leikarar – alt frá skjúttum, vong
spælarum og málmanni. Tað, ið
sermerkir teir, er tó, at teir eru
sterkir einstaklingar, og hetta
hevur sett síni merki á gongdina
seinastu tíðina, har leikararnir
hava koyrt í sjálvdrátti og riggað
illa sum eitt lið. Í landskappingini
hava teir ikki vunnið ein einasta
dyst síðani ársskiftið, og í sein
asta dystinum í fjør vunnu teir
eiheldur. Hetta merkir, at teir ikki
hava vunnið í seinastu fimm lands
kappingardystunum, og telja vit
steypakappingina við eisini, hava
teir bara vunnið ein út av seinastu
sjey dystunum.
Eingin kann lúgva sær undan,
at tað er kreppa í Neistanum hvat
sigrum viðvíkur, og er hetta ikki
besta heitið at fara inn til eina
finalu við, men hinvegin er hetta
eisini eitt gylt høvi hjá teimum at
vaska alt burtur, um teir nú megna
at króna seg sjálvar steypavinnarar
fjórða árið á rað.
H71 er flúgvandi
Ein vánalig byrjan upp á kapping
arárið hjá H71 í Atlantic Airways-
kappingini brast í grundini dreymin
um eitt gott kappingarár, og líktist
tað alt meiri enn einum ári til ungu
leikararnar at menna seg í. Men so
kom óvæntað hjálp frá næstbesta
liði felagsins, sum púra óvæntað
spældi seg í steypafinaluna eftir
at hava sent suverena oddaliðið í
landskappingini, KÍF, út í kuldan.
Hetta kveikti spæligleðina á besta
liðnum eisini, og vinnur besta liðið
teir báðir dystirnar, teir mangla í
mun til kappingarneytarnar, liggja
teir brádliga einsamallir á øðrum
plássi, sum gevur atgongd til FM-
finaluna.
Næstbesta liðið, sum nú er í
finaluni, stendur lítið aftanfyri
besta liðið. Fyrrverandi profilar og
landsliðsleikarar sum Halgir Dahl-
Olesen, Janus Sørensen og Esbern
Patursson, sum annars í løtuni hava
hondbóltin í aðru røð, hava trinið
fram við avrikum, ið minna um tey
frá FM-árinum fyri trimum árum
síðani.
Í mun til Neistan, har formurin
hevur peikað beint niðureftir sein
astu tíðina, peikar hesin pílurin hjá
H71 beint upp í loft, og er tað við
til at skapa stóran spenning í hvør
stendur seg sterkari leygardagin
og kann króna seg steypavinnara
2012.
1985 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Kyndil 33-24
1986 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - KÍF 24-23
1987 . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - Neistin 21-14
1988 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Kyndil 16-15
1989 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Kyndil 21-19
1990 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - VÍF 19-18
1991 . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - Neistin 22-17
1992 . . . . . . . . . . . . . . . . . Neistin - Kyndil 15-14
1993 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Neistin 22-18
1994 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Neistin - VÍF 25-24
1995 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - StÍF 32-24
1996 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - VÍF 29-18
1997 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Kyndil 25-21
1998 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . H71 - Kyndil 23-20
1999 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - StÍF 24-23
2000 . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - Neistin 22-20
2001 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . StÍF - VÍF 32-29
2002 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . StÍF - Neistin 30-28
2003 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - StÍF 26-25
2004 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . StÍF - H71 34-30
2005 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . StÍF - VÍF 28-23
2006 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . StÍF - VÍF 24-22
2007 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . StÍF - VÍF 26-25
2008 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Kyndil - StÍF 28-23
2009 . . . . . . . . . . . . . . . . . Neistin - Kyndil 27-26
2010 . . . . . . . . . . . . . . . . . Neistin - Kyndil 31-27
2011 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Neistin - KÍF 30-25
menn
Finalur 1985-2011:
Hondbóltsfinalan hjá monnum
Peikar hvør sín veg
Hondbóltur Menninir hjá Neistanum, sum leygardagin hava møguleikan at vinna steypakappingina fjórða
árið á rað, eru í sigurskreppu við einum sigri seinastu sjey dystirnar. Nú kann gongdin vendast við einum liði úr
næstbestu deildini á mótstøðuhálvuni, men lætt verður tað neyvan, tí næstbesta liðið hjá H71 stendur einki
aftanfyri tað besta og megnaðu teir óvæntað at senda suverena oddaliðið í AA-kappingini út í hálvfinaluni
Myndir: Álvur Haraldsen