Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Kunngerð Byggisamtykt fyri Norðradal og Syðradal tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 26. januar 2012 hevur samtykt broytt uppskot til byggisamtykt fyri Norðradal og Syðradal. Nýtt broytt uppskot til byggisamtykt er gjørd fyri Norðradal og Syðradal, sum er ætlað at hava somu ásetingar sum almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu. FRAMLØGA Tilfar, sum lýsir uppskotini til broyting av byggi- samtyktini liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 13. til og við 5. mars 2012, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 26. mars 2012.