Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 A.P. Busskoyring Sp/f. til sølu Um hóskandi boð fæst verður felagið A.P. Busskoyring Sp/f. í Gøtu selt. Nærri fæst at vita við at venda sær til Páll Højgaard, tlf. 591 600, tpost: ph@gs.fo Søkt verður eftir deildarleiðara til eina nýskipaða fakdeild á Umhvørvisstovuni, ið fevnir um tinglýsingina og landsfólkayvirlitið. Vit bjóða Tú kemur at hava fyrisitingarligu ábyrgdina av tinglýsingarmálum og landsfólkayvirlitinum, eins og tú kemur at røkja aðrar løgfrøðiligar uppgávur, ið eru knýttar at virkisøkjunum hjá stovninum. Uppgávurnar hjá tær koma m.a. at fevna um dagføring av tinglýsingarlóggávuni, gerð av kunngerðum, løgfrøðiliga menning av tinglýsingarskipanini og landsfólkayvirlitinum. Harafturat er tað tín ábyrgd at skipa dagliga arbeiðið á deildini. Á fakdeildini starvast seks fólk. Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum. Vit leggja dent á gott samstarv við starvsfelagar og bjóða góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit vænta Vit sóknast eftir einum fólki við áræði, góðum samstarvseginleikum og framfýsni at náa settum málum, ið sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, dugir væl at samstarva og samskifta við onnur, bæði í skrift og talu, og kann arbeiða sjálvstøðugt. Tú skalt vera útbúgvin løgfrøðingur og hava løgfrøðiligar arbeiðsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við tinglýsingarmálum ella persónsupplýsingarmálum. Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir, hóast hetta ikki er nakað krav. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður flokkað sum deildarleiðari II sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 1. mars 2012. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhonnu Olsen, stjóra á telefon 232442, ella við telduposti til johannao@us.fo. Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og Skráir, Gransking, Skógrøkt, Tinglýsing, Landsfólkayvirlit og Stjórnardeild. Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur matrikul- og verndarfyrisiting, samskipar kort og skrásetingar, veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði, har tú luttekur í fjølbroyttum uppgávum. Tann praktiski parturin av útbúgvingini fer fram í móttøkuni, tinglýsingini, landsfólkayvirlitinum, bókhaldinum og stjórnardeildini. Vit vænta At tú hevur staðið FHS, HH, students- ella HF-prógv. Lærutíðin er 2 ár, meðan hon við students- og HF prógvi er 2½ ár. Skúlagongdin er fýra tíðarskeið í Danmark. Setanarviðurskifti Dentur verður lagdur á, at (tann, ið settur verður,) er fyrikomandi og nærlagdur. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 24. februar 2012. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhonnu Olsen, stjóra á telefon 232442, ella við telduposti til johannao@us.fo. Deildarleiðari/løgfrøðingur til Umhvørvisstovuna Umhvørvisstovan søkir eftir skrivstovunæmingi