fríggjadagur 10. februar 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 10. februar 2012
4
VIKUSKIFTI
Bygdarlív
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Durita T. Poulsen er 26 ára gomul
og hevur seinastu fimm árini búð
á Skælingi, har tað í løtuni búgva
sekstan fólk. Hóast hon øll barna-og
ungdómsárini búði í Havn, saknar
hon ikki hektiska stórbýarlívið, sum
hon heldur, hoyrir Havnini til.
– Í Havnini hava øll ringa tíð og
alt ov nógv at gera. Á Skælingi verð
ur ferðin automatiskt sett niður, sigur
Durita T. Poulsen, sum býr á Skælingi
saman við sjeikinum og trimum
børnum.
Einki stress
Fyri Duritu T. Poulsen eru tað fleiri
fyrimunir við at búgva í eini lítlari
bygd sum Skælingi, men fyrst og
fremst er tað friðurin, sum valdar á
Skælingi, ið henni dámar best.
– Á Skælingi fær eingin stress,
tí her skulu vit ikki renna úr einum
handli í ein annan, børnini kunnu
spæla frítt, og ferðin er bara ikki eins
høg, og hon er í Havnini, sigur Durita
T. Poulsen. Hon er í løtuni heima
við yngsta soninum, sum er eitt ára
gamal. Hon heldur, at øll áttu at roynt
at búð á bygd.
– Her er ein deiligur friður, sum
ger, at tú brúkar allar sansir og lærir
at seta prís upp á náttúruna. Fyrr
kundi eg gott finna uppá at blaka
okkurt pappír niður á vegin, men tað
hevði eg ikki funnið uppá í dag, tí
nú dugi eg at síggja, hvat tað ger við
umhvørvið, greiðir Durita frá. Hóast
hon til tíðir heldur tað vera keðiligt, at
eingin handil er í nærumhvørvinum,
so heldur hon, at tað kortini eisini
hevur onkran fyrimun.
– Í Havn fór eg rættiliga ofta til
handils, tí tað var altíð okkurt, sum
manglaði. Í dag fara vit einaferð
hvørja viku til handils í Havn, har vit
so keyps stórt inn. Og av tí at eingin
handil er á Skælingi, sleppa vit undan
at fara til handils fyri at keypa nakrar
fáar vørurfleiri ferðir um dagin, sigur
hon.
Keðir seg ikki
Sambært Duritu er tað tó ikki ein og
hvør, ið kann búgva í eini bygd sum
Skælingi, tí skalt tú trívast á einum
lítlum stað, er umráðandi, at tú ert
áhugaður í bygdarlívinum og øllum
tí, ið hartil hoyrir.
– Her er bygdasligt, og ein stórur
partur av tíðini fer til bóndalív,
og tímir tú ikki alt tað, so kann
verða torført at trívast, sigur hon.
Henni dámar væl at fáast við
hundar, gæs, seyð og slakt. Har-
afturat hava tey trý ross, sum eisini
fara við nógvari tíð. Javnan verður
hon spurd av vinfólkunum, hvat
hon fær tíðina at ganga við á
Skælingi.
– Eg eri komin inn í eina bónda
familju, so vit hava altíð úr at gera við
kríatúrunum. Mær dámar eisini væl
at gera mat og geri ofta rullipylsu og
blóðmør, so tí fer tíðin eisini við, sigur
Durita T. Poulsen, sum ofta hevur
vitjan av familju og vinfólki úr Havn
og aðrastaðni.
– Vit hava rættiliga ofta gestir, og
eg haldi, at teimum dámar avbera væl
at koma her og njóta friðin. Serliga
tey, sum hava børn, halda hetta vera
eitt fantastiskt stað, tí her skulu vit
ikki hugsa um bilar og tætta ferðslu,
sigur hon.
Veðri og bilur stóran týdning
Eitt, sum tey harafturímóti mugu
hugsa um, er veðrið. Serliga um vetur
in kann tað verða trupult at búgva á
Skælingi.
– Onkuntíð hava vit verið inni
kavað, og vegurin til bygdina er
ikki ruddaður fyri kava fyrr enn á
middegi. Tá hugsi eg altíð, at bara
eingin gerst álvarsliga sjúkur, sigur
Durita, sum vísir á, at hon neyvan
hevði trivist so væl á Skælingi, um
tey ikki høvdu bil.
– Eg hugsi ikki so nógv um, at eg
altíð má av bygdini, tá eg skal okkurt
ørindi, til dømis til handils. At koyra
til Havnar tekur umleið hálvan tíma,
og tað er einki í dag, sigur Durita. Hon
plagar eisini at fara til Vestmanna og
í Vágar at gera ørindi.
– Av tí at vit hava bil, so kunnu
vit fara hagar, vit vilja, og tá vit vilja.
Á tann hátt kenna vit okkum ikki
avbyrgd á nakran hátt, sigur Durita
T. Poulsen, sum tó viðgongur, at tað
til tíðir kann vera irriterandi at vera
noydd at koyra allan vegin til Havnar,
um tey til dømis ynskja at fara út at
eta. At keypa heitan mat heimvið,
kann eisini verða trupult.
– Vit hava sum so ikki møguleika
fyri at keypa take-away, tí maturin
er kølnaður, áðrenn vit koma aftur
á Skæling, men so geri eg bara eina
góða heimagjørda pitsa ístaðin, og
tað er ofta líka so gott, sigur hon við
einum brosi.
Útsjónd ongan týdning
Bygdarlívið á Skælingi hevur sam
bært Duritu T. Poulsen eisini tann
fyrimunin, at einum ikki nýtist at
hugsa stórvegis um klæðir, hár og
make-up.
– Tá eg velji klæðir um morgunin,
hugsi eg fyrst og fremst praktiskt. Tað
skulu vera klæðir, ið eg kann vera í,
meðan eg gevi kríatúrunum, fari ein
túr á rossabaki, ella tá eg spæli við
børnini úti í bønum, sigur Durita
T. Poulsen, sum heldur tað vera
deiligt, ikki at hugsa so nógv um út
sjóndina.
– Eg havi ongantíð hugsað serliga
nógv um klædnamóta ella hár, so
hetta passar mær framúr væl. Men
fari eg av bygdini til handils ella
í onkra veitslu, tá eri eg sum flest
onnur konufólk og geri eitt sindur
burturúr, sigur hon. Og tað er mill
um annað hetta, at sleppa undan at
hugsa stórvegis um útsjóndina og at
kunna liva so tætt upp á náttúruna,
sum Durita T. Poulsen virðismetir
allarmest.
– Lívið á bygd er einki minni
enn balsam fyri sálina, tí her kanst
tú veruliga kobla frá í einum fan
tastiskum umhvørvi, sigur Durita T.
Poulsen.
Tað er stórur munur á at búgva í Havn og á bygdini
Skælingi. – Hetta er balsam fyri sálina, sigur havnardaman
Durita T. Poulsen, sum stórtrívist í lítlu bygdini
Bygdarlív
er balsam
fyri sálina