Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sunnudagin komandi verður sonn hátíðargudstænasta í Gøtu kirkju. Tá verða tvær kirkju­tænarar heiðraðir fyri ávikavist 40 og 60 ára tæn­ astu í kirkjuni. Mong eru tey sum í áravís – fyri ikki at siga alt sítt vaksna lív – hava virkað sum kirkju­tænarar í føroysku fólk­akirkjuni. Tveir teirra verða heiðr­ aðir sunnudagin – Daniel Pauli Dalbø, sum hevur ver­ ið ó­lønt­ur dekn­ur í 40 ár og Mag­nus Heinason hevur verið óløntur klokkari í um­ leið 60 ár. Fyri hesa trúføstu tæn­ ast­una verða teir heiðr­að­ir við »Dronn­ing­ens for­tjenst­ med­alje i sølv«. Henda heiðurin fer Jógv­ an Fríðriksson at handa teim­um. Við gudstænastuna fer Mart­in Restorff Jacobsen at prædika, eins og Ung­dóms­ kór­ið við Gøtu kirkju undir leiðslu av Símuni Hammer fer at syngja. Aftaná gudstænastuna verð­a øll boðin í kirkju­kjall­ aran til eina máltíð. Hóast nógv valevni í valstríðnum lov­aðu bíligari flogferðaseðlar á Før­oy­a­rut­uni, so er kortini einki hent – og tað sær heldur ikki út sum um, at hetta er eitt politiskt mál, sum verður mett serliga høgt. Men tá vóru áhugaverd sjón­ar­ mið, sum Jan­us Rein, løg­tingsmaður og flogskipari, legði aft­ur at kjak­i­ num í løg­ting­i­num hós­dagin, tá til­ fólk við­gjørdu upp­skot­ið hjá Javn­ að­ar­flokk­i­num at lækka prísstøðið í Før­oyum. Hann vísti á, at meðan landið stuðl­ar Strandferðsluni við 349 krónum, hvørja ferð vit keypa ferð­a­seðl­ar fyri 100 krón­ur, so ger land­ið beint øvugt við Atlantsflog. Hvørja ferð vit keypa ferða­seðl­ar fyri 100 krón­ur frá At­lants­flog, so tek­ur land­ið 19 krónur burtur av í ferða- og flog­havns­gjaldi. Argumentini eru mong at vísa á, hvussu mun­a­dygt tað hevði verið fyri sam­felagið, um tað var bíligari at ferð­ast loftvegis. Eitt er at fáa fólk utt­an­lands at flyta heim­aft­ur, eitt er at fólk kunnu verða í vinnu utt­an­lands og búgva og gjalda skatt í Før­oy­um og eitt stórt mál er ferða­vinn­an, sum bein­leið­is ­verð­ ur darv­að av dýru ferða­seðl­u­num. Fólk í ferða­vinn­uni hava fleiri ferðir staði­liga víst á hend­an trup­ul­l­eik­an – sum er so eyðsýndur, tá vit síggja, hvussu stór­ur mun­ur tað er í prísi at flúgva víð­ari, tá tú ert komin úr Føroyum. At tað er dýrt at reka eina flog­ rutu mill­um Før­oy­ar og um­heimin, tað vita vit eisini væl. Seinastu 24 ár­ini hev­ur At­lants­flog røkt hesa rutu á vinnu­lig­um grund­ar­lag – og tað gekk eisini í kapping við Mærsk Air. Tað kann tí tykjast eitt sindur blá­oygt bara at dúva uppá, at kapp­ ing á økinum fer at føra til bíligari ferða­seðl­ar. Tí eru tað á­hugaverd sjó­n­ar­mið, sum Jan­us Rein førdi fram í ting­i­ num. Men at stuðla flogferðslu við hundra­tals mill­i­ón­um árliga, tað kann eisini verða í so yvirdrivið. Men hetta gev­ur okkum tó nakað at hugsa um. Hví skulu vit hava gjøld á hesi vinnu, sum eru tyngj­andi bæði fyri flog­felag og fyri ferðandi? Og hví skal so stórur munur vera á inn­ an­lands samferðslu og uttanlands sam­ferðslu, kunnu vit av røttum spyrja. Ein góð byrjan hevði verið at tik­ ið av gjøldini og at reka flogvøllin á sama hátt sum aðrar havnir, so hann ikki verður fíggjaður av teim­ um ferðandi. Eitt krav til politisku skip­an­in er, at hon veruliga ger nak­ að mun­a­gott við hendan trup­ul­ leika, sum hevur so stóran týdning fyri sam­fel­ag­ið alt. Landið kann við at taka av gjøld lækka prísin á ferðaseðlum Kanska tað ikki altíð er so áhugavert at fylgja kjakinum á løgtingsfundum. Tí er tað gott, at tingfólk hava fingið telur á borðið og kunnu stytta sær stundir við eitt nú at fara á Facebook... Stytta sær stundir Bíligari flogferðir Ólønt arbeiði í 60 ár Kundin eigur Trygg­ ing­ar­fel­agið Jonhard Eliasen kjak á síðu 11 Stud­ ent­i­kosu rey­d­l­ing­ ar­nir Virgar dasgaard kjak á síðu 12 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jensi Kristjan av Rana: Takk fyri forbønir fyri møt­u­num í Ís­landi! Fyrsta møt­ið var mik­ u­kvøld­ið í Vest­mann­ a ­o y g g j ­ um- fimti vóru møtt, 7 bjóðaðu J e s ­u s i vælkomnum sum Frels­ ara og mong vórðu grødd. Í kvøld (hóskvøldið) varð møti í Selfoss, fleiri enn seksti á møti, eini 10- 12 góvu lív sítt í hendur Jes­us­ ar, mong vórðu grødd. Fam­ ilj­u­lim­ir ringdu heim eftir tveim­um sjúk­um, sum báð­ir vóru játt­andi gud­loys­ing­ar. Jesus nam so sterkt við teir, at eg meti lív teirra broyttist totalt. Hjart­a­nem­andi var at síggja hesar ungu menn millum tey trúg­v­andi, tá vit eftir tríggj­ar tímar leitaðu heim í her­bergið at sova.