Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havi higartil staðfest 239 sløg av lús Kærleikin fyri fuglum og smákyktum saman við neyðugu tilvildinin førdi til, at Jens-Kjeld Jensen búsettist í Nólsoy. Hann hevur havt stóran týdning fyri forstáilsi av lívinum í náttúruni, og arbeiði hansara hevur ført til, at hann nú er innstillaður til ein heiður frá Norðurlandaráðnum. Hann harmast tó um, at politiski myndugleikin ikki vísir umhvørvi og náttúru størri áhuga Leo Poulsen Heilt frá barnsbeini av hevur Jens-Kjeld Jensen havt áhuga fyri náttúruni og tí lívi, sum í henni finst. Serliga fuglar, men seinni eis­ini minni skriðdjór. Hetta var eisini orsøkin til, at hann søkti nýggja náttúru, tá hann skuldi inn í herin at gera her­tænastu. – Upprunaliga vildi eg fegin sleppa til Grønlands, so tá eg skujldi gera hertænastu í 1970, søkti eg um at sleppa tann vegin. Hetta bar tó ikki til, og so endaði eg umborð á Hvidbjørnen, sum sigldi við Føroyar, sigur Jens-Kjeld Jensen. Tað bar kortini ikki til at liva at áhuganum fyri fuglum og skrið­ djórum, so hann tók útbúgving sum kokkur, men var ikki liðugt útbúgvin, tá hann tænti sína her­ tænastu. Hvidbjørnen sigldi tó ikki bert við Føroyar, so Jens-Kjeld Jensen fekk sítt ynski uppfylt at uppliva Grønland. – Tað var eisini meðan eg var umborð á Hvidbjørnen, at eg kom í samband við Niels á Botni. Mín áhugi fyri sniglum, maðkum og summarfuglum hevur altíð verið har, sigur Jens-Kjeld Jensen. Eftir lokna hernaðartænastu arbeiddi hann í tveir mánaðar á einum hotelli í Keypmannahavn, og eftir tað fór hann út at sigla við ØK. – Tað var millum túrnarnar, at eg var í Nólsoy hjá Niels á Botni, og tað var soleiðis aftur og fram heilt fram til 1975, sigur Jens-Kjeld Jensen. 8. januar 1975 keypti hann so hús í Nólsoy, og tað er í somu húsum, at hann enn í dag stappar út fuglar og ger sítt kann­ingar­ arbeiði. Áhugi fyri smákyktum Til húsini hoyrdi nakað av jørð, men hana vildi Jens-Kjeld Jensen ikki hava. – Eg metti, at fylgdi jørð við, fylgdi eisini ein ábyrgd við, og henni hevði eg ikki áhuga í. Tað førdi helst til, at nógvir nólsoy­ ingar rystu við høvdinum um hendan undarliga danan, sum hevði keypt hús í Nólsoy, men ikki vildi vita av jørðini, minnist Jens-Kjeld Jensen. Um hetta mundi var Niels á Botni vorðin so illa fyri, at Jens- Kjeld Jensen gav honum eina hjálp­andi hond. – Tað var í veruleikanum á tann hátt at eg byrjaði. Eg gjørdi arbeiðið fyri Niels á Botni, men her heima hjá mær sjálvum. Og hetta vant bara upp á seg, tó at tað at byrja við mest var útstapping av lunda og øðrum fuglum, sigur Jens-Kjeld Jensen. Áhugin var tó fyri øllum, sum búði í náttúruni, sniglar og summar­fuglar og flogkykt. – Tað hevur gjøgnum árini ført til eina rúgvu av fakgreinum um alt millum himmal og jørð. Slíkt, sum eg havi fingist við sjálvur og slíkt, ið eg havi samstarvað við granskarar kring alla heim. Tað veri seg plantur og borelia, lús og loppur. Alt møguligt, sigur Jens- Kjeld Jensen. Tað byrjaði við at hann vigaði og máldi fuglar fyri at vita, hvussu stórir og feitir teir vóru. Men tað vant skjótt upp á seg. – Øll londini rundan um okk­ um hava eitt sonevnt »Sjælden­ hedsudvalg«, sum skuldi góð­ kenna sjálsamar fuglar ella nýggj­ar fuglar í økinum. Føroyar og Grønland hoyra undir Dan­ mark í hesum høpi, men Føryar hava ongartíð verið við í hesum arbeið­inum, sigur Jens-Kjeld Jensen. Tað eydnaðist so Jens-Kjeld Jensen at fáa samband við Orni­ tologisk Forening í Danmark um eitt samstarv, einaferð í 1976 ella 1977. – Har kundi eg so boða frá um sjálsamar fuglar við Føroyar, har so hetta Sjældenhedsudvalget so góðkendi teir, sigur Jens-Kjeld Jensen. Ringmerking Tað eina førdi so tað næsta við sær, og í 1984 bygjaði hann so at ring­merkja fuglar. – Tað byrjaði við stærum og gráspurvum í eini roynd at finna út av ferðingarmynstrinum hjá teim­um. Tað var í 1984, at eg fekk loyvi frá Zoologisk Museum at ring­merkja, sigur Jens-Kjeld Jensen. Undan tí var ikki rættiliga nøkur skipað mannagongd, tá ring­ar vórðu funnir. – Tað endaði á baksíðuni á Dimma­lætting, og so kom tað líkasum ikki víðari. Fiski­rann­ sóknar­stovan gjørdi nógv við tað fyrst í 70-árunum, tá lomvigin varð ringmerktur, men síðani tá hendi ikki rættiliga nakað, sigur Jens-Kjeld Jensen. Síðani hendir ikki tað stóra seinast í 70-unum og fyrst í 80- unum. Tá eg byrjaði at ringmerkja, fór eg eisini undir at skriva um hetta í bløðunum. Men sum nevnt, eitt førir til annað, og ofta er tilvildin við. Tað førdi til, at Jens-Kjeld eisini fór undir at kanna blómuflugu faunaina. - Hetta komst av, at onkur hevði áhuga í hesum, og sjálvur helt eg, at tað var ógvuliga áhugavert. Eingin kanning var í meldrinum Jens-Kjeld Jensen: