Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hoyrnin hevur opið hús Hósdagin 23. feb. kl. 19.00 Lucas Debesargøta 3 Kom og hoyr Ingela Bergqvist frá Phonak greiða frá teimum nýggjastu produktunum á marknaðinum, so sum tað nýggja, lítla vatn- og støvavvísandi M H2O hoyritólið. Jutta Helgadóttir fer at greiða frá nýggju tænastunum, ið Hoyrnin bjóðar, so sum garantiskipan og gjaldsavtalur. Sonne Smith kemur at greiða frá, hvussu tað er at vera hoyritólsbrúkari. Tað ber til at fáa ókeypis hoyriroynd. HOYRNIN · Lucas Debesargøta 3 · 100 Tórshavn · Tel. 321 731 Tórshavnar kommuna Søkt verður eftir leiðara til nýggja røktarheimið yviri við Strond Nýggja røktarheimið yviri við Strond — nevnt Boðanesheimið — verður klárt at taka í nýtslu seinni í ár. Í hesum sambandi verður søkt eftir leiðara at seta skjótast til ber. Boðanesheimið er kommunalur stovnur undir Trivnaðarfyrisitingini við rakstrarjáttan frá Almannamálaráðnum sambært játtan á fíggjarløgtingslógini. Á heiminum verða 64 búpláss, býtt upp í størri og minni eindir. Leiðarin hevur ábyrgd av • dagligu leiðsluni og fakligu dygdini av veittum tænastum • fakligu menningini av starvsfólkunum • at virkað verður innan givnar fíggjarkarmar Leiðarin hevur • útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur • leiðsluroyndir/royndir innan primeru heilsutænastuna • góð samstarvsevni • hug og hegni at fyrisita og leiða • telduførleika á brúkarastøði • eftirútbúgving innan leiðslu er ein fyrimunur Vit bjóða • eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika frá byrjan at skipa og seta dám á stovnin, og annars vera við í øllum tí, sum skal til, fyri at stovnurin skal virka eftir ætlan. Setanarviðurskifti Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórs- havn, í seinasta lagi fríggjadagin 9. mars 2012 kl. 12. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, telefon 302010. www.torshavn.fo Leiðari til nýtt røktarheim Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í fyrisitingini. Fíggjarætlanin javnvigar við 800 mió. kr. Hon fevnir um alt kommunalt virksemi, m.a. dagansingarstovnar, skúlar, kommunalu brennistøðina, Sløkkiliðið, Bussleiðina, ellisheim umframt annað virksemi á mentunarliga, sosiala og tekniska økinum. Les meira á www.torshavn.fo um fíggjarætlan, roknskapir v.m.