Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársins harmonikudansur Leygarkvøldið 25. februar í høllini á Hálsi Dyrnar lata upp kl. 20.00, tá Tres Amigos fara at spæla undir til felagssang Átta dugnalig harmonikulið spæla til stóra dansin eftir felagssangin. Tey verða: Mogens Bækgaard Norrøna Dansband Kallar Tetra Dansiorksestrið Flamingo Spælimenninir Spælimenn úr Nólsoy Harmonikumenn úr Klaksvík Atgongumerki á 250 kr. fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, á Magn-støðunum, í Expert í SMS og Kiosk Vár í Saltangará. Við dyrnar kosta atgongumerkini 300 kr. Keypið atgongumerki sum skjótast, so tit sleppa at uppliva ársins festligasta dansikvøld! Sosialurin 341800 Gigni – heilsufrøði til børn og ung søkir eftir heilsufrøðingi til fast starv, ið verður at seta 1. apríl 2012. Talan er um: 24 tímars arbeiðsviku til skúlarnar í Norðstreymoy / Eysturoy Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði • Fakligt mennandi umhvørvi • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum • Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og manna- gongdir í samband við menningartilgongd Førleikakrøv: • Útbúgving sum heilsufrøðingur • Góð evnir til at samstarva innanhýsis og tvørfakliga • Áhuga fyri fakligari menningartilgongd Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá fyri- byrgjandi og heilsufremjandi arbeiði við børnum, ungum og familjum. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymir, og er tað tí ein fyritreyt, at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna toymið. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn skal sendast til: Gigni Niels Finsensgøta 37 Postboks 132 110 Tórshavn Ella umvegis teldupost: gigni@gigni.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. mars 2012, kl 12.00. Meiri fæst at vita við at ringja til 562300 / 562310, ella á heimasíðu okkara www.gigni.fo GIGNI - HeILsUFrøðI TIL børN & UNG | NiELS FiNSENSGøTA 37 | PoSTbokS 132 | 110 TórShAVN | TLF. 56 23 00 | www.GiGNi.Fo ert tú Heilsufrøðingur? STArVSLÝSiNG: