Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Í dystinum á Hálsi mikukvøldið ímóti Neistanum legði H71 fyri sum eitt óløgi og tók leiðsluna í dyst­ inum. Tað tóktist púra greitt, at teir uppsettir og avgjørdir ætlaðu sær at stíla fyri hesum dystinum, og tað gjørdu teir eisini til fulnar. Í álops­part­inum miðaðu teir serliga eftir at seta vinstru síðu teirra upp til skot, og har var tað serliga ein stórspælandi Bogdan Florea, sum við dundur­skotum sínum sendi bóltin í málið. Hann hevði skotið seks av teimum níggju málunum, tá ið H71 var á odda 9-7 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Neistin royndi tað, teir vóru mentir, at svara aftur, men av tí at H71 skoraði at kalla hvørjum álopi, høvdu teir trupult við at hanga í og komu ongantíð upp á javnt. Fimm minuttir fyri hálvleik var H71 á odda heili 17-10 og kundu tá av­gjørt dystin, men seinastu min­ uttirnar til hálvleiks gjørdi Neistin eitt gott hál og minkaðu somikið væl um munin, at H71 – hóast alt – bara slapp til hálvleiks við 18-14-leiðslu. Aftursvarið riggaði ikki Eins bragdliga, sum H71 legði fyri í fyrra hálvleiki, eins bragdliga legði Neistin fyri í seinna hálvleiki. Teir skutu trý mál eftir bara 90 sek­ undum, og so var støðan 18-17 til H71 og aftur stórur spenningur í dyst­inum. Dysturin varð hart spældur og komu ikki færri enn 12 útvísingar og stóð H71 fyri teimum átta. Ein alt ov livandi H71-bonkur fekk tvær útvísingar og vóru um at søpla tað burtur hjá spælarunum á vøllinum, men hoyvíkingar vóru tó treisknir og vildu ikki loyva Neistanum upp á javnt. Tá ið restaðu tíggju minuttir helt tó ikki longur og Neistin kom fyrstu ferð upp á javnt síðani støð­ una 1-1 – hesaferð 24-24. Tá komu aftur fimm minuttir, har H71-verjan spældi sum ein liv­ andi múrur og við nøkrum skjót­ um málum var støðan 29-25 til H71. Hetta var mønustingurin hjá neista­ monnum, sum bara kom uppá 27-29 stutt undan hálvleiki áðrenn H71 punkteraði við seinasta málinum og avgjørdi dystin við 30-27-sigri. H71 myndaði dystin, Neistin var ikki á odda í eitt sekund og var tað tískil ein fult uppiborin H71-sigur. VÍF á finalukós Mikukvøldið var VÍF á vitjan hjá StÍF á Skála. Um úrslitini fløskaðu seg hjá VÍF, sum tey so seinni vístu seg at gera, kundu teir leggja seg einsa­mallar á odda. Kravið var ein sigur á StÍF. Og hóast StÍF leingi sá út til at óvæntað vinna dystin, so koppaði VÍF dystinum til sín fyrimun at enda. Hóast vestmenningar vóru á odda 14-11 í hálvleikinum, so var tað StÍF, sum sat fullkomiliga á tí mesta í seinna hálvleiki. Marius Joensen spældi væl hjá StÍF og vísti verja teirra seg frá síni góðu síðu henda dagin við ágrýtnum verju­ spæli, sum órógvaði VÍF. Tá ið átta minuttir restaðu í var StÍF á odda 25-20 og sá út til at vera ávegis ein­ um sigri, men útvísingar kostaðu heima­liðnum dýrt og VÍF varð aftur bjóð­að inn í dystin. Teir takkaðu fyri og við góðum háli vunnu teir at enda dystin 29-26. Av tí at Neistin snávaði á heima­ vølli, streyk VÍF nú loksins fram­við Neistanum og liggja teir nú einsa­ mallir á øðrum plássi. H71 kann tó, um teir vinna teir báar mangl­andi dystirnar, stjala plássið frá vest­ menningum. Neistin gjørdi bart Stjørnan hevði mikukvøldið møgu­ leikan at draga enn longri frá VB og harvið styrkja um støðu sína í stríð­ num um at koma í FM-finaluna, men so bleiv ikki. Oddaliðið Neistin vann 33-29 á teimum eftir at hava ver­ið á odda 18-15 í hálvleikinum. Stjørnan var annars á odda 25-24 tá ið 10 minuttir vóru eftir, men ein snuddur til snúningsdepilin á lið­ num, Simonu Petersen, sum so eisini seinni varð mansvard, merkti, at stígur kom í hjá klaksvíkskvinnum og Neistin rann avstað. Vinn­ur VB nú dystin, tær hava til góð­ar, leggja tær seg undir liðina á Stjørn­ uni. Hesin dysturin verður í Vági fríggjakvøldið, tá ið Kyndil kemur á vitjan. Rebekka hølvaði VÍF Í botndystinum á Skála gjørdi StÍF veruliga av við VÍF. Tær vunnu 31-20-stórsigur eftir at hava verið á odda 15-12 í hálvleikinum. Rebekka Justinussen gjørdi bart í dystinum og skeyt heili 12 mál fyri StÍF. Við sigrinum otar StÍF seg nú inn á VÍF og eru tær á næstaftasta plássi við 10 stigum nú bara tvey stig aftanfyri VÍF, sum er triðaftast við 12 stigum. Atlantic Airways-kappingin: Nú er FM-stríðið víðopið Hondbóltur Neistamenn halta framvegis í landskappingini og taptu í gjár 27-30 ímóti kappingarneytanum úr H71, sum harvið fekk aftursvar fyri steypafinaluna farna vikuskiftið og nú av álvara er við aftur í FM-stríðnum. Tað er VÍF sanniliga eisini, sum við 29-26-sigri á StÍF nú er einsamalt á einum 2. plássi. H71 hevur tó tveir dystir til góðar og kunnu teir, um teir taka av báðum møguleikunum, tískil leggja seg einsamallar á finalugevandi 2. plássið Neistin - H71 27-30 (14-18) Neistin: Heini Hanusarson (8) Áki Mørk (5) Finnur Hansson (4) Josef Abrahamsen (3) Daniel Hansson (2) Jugoslav Djumic (2) Teitur Magnusson (1) Jón Ludvig (1) Beinir í Ólavsstovu (1) Útvísingar: 4 x 2min. H71: Bogdan Florea (9) Dánjal Tórgarð (6) Rógvi Sørensen (4) Rúni Højgaard (4) Poul Kjartan Dam (3) Ári J. Olsen (1) Sigmundur Dahl (1) Sigmundur Nolsø (1) Hallur Biskopstø (1) Útvísingar: 8 x 2min. StÍF - VÍF 26-29 (11-14) StÍF: Marius Joensen (5) Jón Rasmussen (5) Allan Norðberg (4) Pætur Joensen (4) Artur Johansen (3) Jørmund Joensen (2) Jógvan G. Joensen (2) Fríði R. Djurhuus (1) Útvísingar: 1 x 2min. VÍF: Sámal Joensen (7) Joen Pauli Høgnesen (4) Agnar Joensen (4) Andrias Eriksen (4) Áki G. Olsen (3) Magnus Múller (2) Jákup Andrias Joensen (2) Holgar Durhuus (1) Magnus á Rógvu (1) Rói Lamhauge (1) Útvísingar: 1 x 2min. Neistin - Stjørnan 33-29 (18-15) Neistin: Barbara Brauer (11) Annika Thomsen (8) Bára Hansen (6) Jacklin Durhuus (5) Bitita Wardum (2) Nicoleta R. Hansen (1) Útvísingar: 2 x 2min Stjørnan: Simona Petersen (11) Lovisa Lassen (6) Judit Hansen (5) Corina Demeterca (4) Una Olsen (3) Útvísingar: 1 x 2min. StÍF - VÍF 31-20 (15-12) StÍF: Rebekka Justinussen (12) Birna T. Johannesen (5) Oddrún Danielsen (4) Fríðrún Danielsen (4) Birita Poulsen (2) Jóhanna í Króki (2) Irena Dam (1) Ásgerð Káradóttir (1) Útvísingar: Onga VÍF: Liljan Djurhuus (7) Agnas Olsen (6) Torgunn Johansen (3) Beinta Poulsen (1) Annika Poulsen (1) Jóhanna Gunlaugsdóttir (1) Linda Davidsen (1) Útvísingar: 3 x 2min Mynd: Álvur Haraldsen