fríggjadagur 17. februar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Johanna Thomina var fødd 18.
september 1882 í Nólsoy. Foreldur
hennara vóru Pauline Marie Nol
søe av Trappuni og Thomas Joen
sen Skylv.
Thomas var skipari. Hann førdi
Bikuben í 15 ár (1872-87). Hon var
merkt 32 tons, og tað var Jørgen
Bech og Sønner í Klaksvík, sum átti
hana. Thomas fiskaði við Bikuben
bæði við Noreg, undir Íslandi og
undir Føroyum. Thomas Skylv
hevði gott ummæli sum sjómaður,
og hann var avhildin av teimum,
sum sigldu saman við honum.
Johanna Thomina giftist við
Johan Christian Carl Joensen f.
12.6. 1876. Hann var úr Havn. Men
tað gekk ikki væl hjá teimum. Hon
doyði 24 ára gomul, 30.oktober
1906, tveir mánaðir eftir at hava
fingið teirra fyrsta barn. Hetta var
Cristian, vanliga kallaður Christian
í Árnafirði (1906-1977). Árnafjørður
var eitt hús úti á Reyni.
Tá ið Johanna Thomina var
deyð, flutti Hansina, systir Christ
ian, inn til teirra og helt hús. Frá
um 1930 búðu tey í Tróndargøtu 3.
Hansina var leiðari á vaskarínum
hjá meiarínum í mong ár, og hon
giftist ikki.
Var við til at bjarga skipi
Christian sigldi sum skipari. Í
hvussu er var hann skipari á Oliviu
undir Íslandi í 1910. Tað var eitt
slíkt vánaligt veður, at skipini lógu
bakk stóran part av túrinum. Men
tað var so nógvur fiskur, at skipini
gjørdu túr kortini.
Tað er ein søga í sambandi við
Cristian. Systir hansara var gift
við Johan Hendrik (Bill) Rubeksen.
Eina ferð varnast teir, at ein skonn
art var í havsneyð sunnanfyri Nóls
oynna í heilt ringum veðri. Mastrar
nar vóru brotnar, og skipið rak fyri
vág og vind. Danska verjuskipið
Beskytteren lá eystanfyri Nóls
oynna og hætti sær ikki at fara til
hjálpar, so ringt sum veðrið var.
Christian og Johan Hendrik
mannaðu saman við Rubekki og
Kristian Martin Rubeksen ein
motorbát, og teir fara til hjálpar.
Teir fingu fast á skonnartini og
sleipa hana inn í Nólsoyarfjørð. Tá
kemur Beskytteren og yvirtekur
bjargingina fyri at fáa bjargingar
lønina. Tað kom til sak um hetta,
sum
havnarmenninir
vunnu.
Tað varð eisini sagt, at skiparin á
Beskytteren fekk sekkin, tí hann
hevði greitt ósatt frá tí, sum hendi.
Gekk burtur við Puritan
Men Christian gekk burtur við
Puritan í 1920. Tað var Karl á Lag
sum átti hetta skip. Skipið var nýtt,
keypt í Svøríki í 1919, og tað hevði
motor, sum ikki var ein sjálvfylgja
tá á døgum.
Skipið var farið úr Havn til
Fleetwood við eini last av saltfiski.
Tað hevði eina langa ferð, hon tók
ikki minni enn 3 vikur. Á ferðini
heim er tað gingið burtur í einum
ódnarveðri.
Tað vóru tveir menn bjargaðir,
motorpassarin Sofus Joensen og
ein ferðamaður “landsfogedfuld
mægtig” Hans Jacobsen.
Um teir, sum fórust, skrivaði
Dimmalætting:
Skibet førtes af Kapt. H.P. Olsen
[Palli á Lava], 38 aar og Kapt. Chr.
Joensen [Kristian í Árnafirði], 44 Aar
var med som Bedstemand. De to er
af vores allerdueligste Sømænd og
driftigste Fiskeskippere, der her er
gaaet bort. H.P. Olsens 17 aarige Søn,
Jacob Olsen, var med paa Turen,
det var hans første Tur til Søs, og
han er omkommet sammen med
Faderen. En ung rask Thorshavner,
Peter Guttesen, 29 Aar, og to raske
Fiskere fra Nolsø, Ole Hansen, 29
Aar, og Hans P. Danielsen, 26 Aar,
er ligeledes forulykket.
Verfaðirin fórst
eisini á sjónum
Sonurin Christian, sum nú gjørdist
foreldraleysur 14 ára gamal, giftist
í 1950 við Petru Mariu Lindberg
(1917-2003) av Tvøroyri. Tey fingu
tvey børn, Káru f. 1951 og Hans
Petur f. 1953. So merkiligt var tað,
at Petra Maria misti eisini pápan á
sjónum í 1920. Hann kallaðist Petur
Hansen Lindberg, og hann gekk
burtur við ”Karin” undir Íslandi.
Petra Maria var einasta barn, og
hon var bert 3 ára gomul, tá ið hon
misti pápan.
Christian lærdi til snikkara
hjá Hartvig Hansen og var síðan í
timburlæru hjá Frits í Pæsastovu.
Hann arbeiddi eisini hjá Hans
Hilmar Dam. Hann var millum
annað við til at gera molan í Havn
og at smíða sjónleikarhúsið.
Christian innrættaði sær eisini
snikkaraverkstað heima í Trónd
argøtu, har hann uttan maskinur
gjørdi møblar, vindeygu og hurðar.
Hann var eisini ítróttarmaður
og róði kapp sum ungur, var eisini
við til at vinna á ólavsøku. Sum
nógvir havnarmenn róði hann
eisini út og var traðarmaður. Hann
hevði kolonihava á Ternuryggi.
Har plantaða hann trø, og er hans
ara øki millum tey størstu privat
plantaðu økini við trøum í Havn.
Systkin
Tað er ikki nógv, sum kann sigast
um Johanna Thominu, so stutt
hennara lív gjørdist. Men hon átti
systrar, sum blivu kendar. Tær
vóru:
Ellen Marie Joensen (1868-1951),
giftist við Jógvan Jacobsen, Bøkj
arin (1862-1946).
Anne
Cathrine
Joensen
(1872.1954). Giftist við Christian
Edvard Djurhuus, beiggi millum
onnur Janus og Hans Andreas.
Christian Edvard rak Hotel Djur
huus frá 1908 eftir pápabeiggjan,
Dia á Vertshúsinum, men hann
doyði longu í 1916. Tá tók konan við,
og hon rakt hotellið í mong ár. Tey
hava verið umrødd í hesi røð.
Johanne Marie Skylv Joensen
(1877-1974), giftist í 1897 við Anders
Hansen úr Danmark.
Í 1902 fluttu tey til Keypmanna
havnar, har mangur føroyingur
kom á gátt og kendi seg sum í
einum friðskjóli í høvuðsstaðnum.
Ì 1912 fekk Anders starv vit vitan á
Akrabergi, har hann starvaðist til
1917.
Síðani vóru tey á Borðuna til
1924, tá hann gjørdist vitameistari í
Mykinesi. Í 1931 var Anders fluttur
aftur á Borðuna sum vitameistari,
til Anders legði frá sær vegna aldur,
og tey fluttu í barndómsheimi
Skylvsborg í Nólsoy at búgva. Í
1952 fluttu hjúnini til Havnar. Í
hjúnabandinum vóru 8 børn.
Tað var í tíðini á Mykineshólmi,
at Johanna Maria fór at skriva og
yrkja. Nakað sum hevur sermerkt
hennara ætt.
Eftir at børnini vóru undan
komin fekk Johanne Maria betri
stundir til at savna seg um síni
áhugamál: at lesa og festa á
blað frásagnir frá lívsháttinum í
hennara barna- og ungdómsárum.
Hennara avrik varð til bókaverkið
Gamlar Gøtur, ið telur fýra bind.
Kelda:
Egon Hansen
Hans Petur Joensen
Hendrik Rubeksen
Johanna Thomina Joensen: Sonurin
gjørdist foreldraleysur 14 ára gamal
Tað eru nógvar harðar lagnur í gamla kirkjugarði. Eitt dømi er Johanna Thomina
Joensen, sum doyði á barsilssong. Maðurin Christian gekk burtur 14 ár seinni
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá Siggu og Georg Joensen,
sum mistu øll teirra trý børn
eftir trimum árum.
JOHANNE THOMINE
JOENSEN
FØDT JOENSEN
F. 18. SEPTEMBER 1882
D. 30. OKTOBER 1906
HVIL SØDT I FRED
DU STØV AF JORD
MENS SJÆLEN HOS
GUDS ENGLE BOR
FRIGJORT FRA SAVN
OG SORGEN
I HIMMERIGE HOS
JESUS KRIST
VI ATTER SAMLES
SKAL FOR VIST
DEN STORE
PAASKEMORGEN
Thomina Johanna og Christian Joensen. Bæði doyðu í bestu árum
Sonur teirra CHristian í Árnafirði
Systrarnar hjá Christian, eldra:
Maria, giftist í Danmark, Hansina,
sum tók húsið hjá beiggjanum
uppá seg, og Johanna, kona
Johan Hendrik Rubeksen