fríggjadagur 17. februar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
flogbóltsfinalur
Hilmar Jan Hansen
Í finaluni hjá kvinnunum møtast
tvey av trimum liðum, ið hava
myndað toppin í Eik-liguni í vetur,
umframt at hetta er endurtøka av
finaluni í fjør. Tá skuldu fimm sett
til, áðrenn Mjølnir kundi lata seg
heiðra sum steypavinnari, og í ár er
minst líka sannlíkt, at talan verður
um eina javna og tætta finalu, nú SÍ
aftur stendur hinu megin netið.
– Vit hava spælt ímóti Mjølni
tvær ferðir í vetur og tapt báðar
ferðir, hóast dystirnir hava verið
øgiliga tættir. Um vit spæla upp til
okkara besta og eru fult uppsettar,
sigur Karin Mikkelsen í SÍ.
– Allar eru væl fyri og klárar
til ta stóru avbjóðingina, sum ein
steypafinala altíð er. Fyri okkara
viðkomandi fara vit á vøllin við
einum lutfalsliga nýggjum liði,
har fleiri av teimum, ið spæla fast
inni, ikki hava spælt steypafinalu
fyrr. Okkara styrki er, at vit standa
øgiliga væl saman sum eitt lið, sjálvt
um nógvar eru nýggjar.
Skal tosast um ein favoritt í
kvinnufinaluni, so má tað vera
Mjølnir, sum síðsta kappingarár
vann greipuna og higartil í ár hevur
verið oddalið í Eik-liguni – enntá
uttan at hava tapt nakran dyst.
Men allíkavæl eru tær í Mjølni ikki
nógv fyri at leggja alt trýstið á seg
sjálvar:
– Liðið hjá SÍ er ikki akkurát tað
sama sum í fjør, tá vit spældu ein
fimmsettara í finaluni, og eg vildi
hildið, at minni munur er á liðunum
nú, enn tað var tá. Báðir dystirnir
okkara millum í landskappingini
hava eisini verið tættir, har vit
vunnu annan 3-2 og hin 3-0, men
við øgiliga jøvnum settum allan
vegin ígjøgnum, sigur Eina Kalsø í
Mjølni.
– Hjá okkum er eingin spælari
skaddur, so vit eru væl fyri at
spæla finaluna. Bæði lið plaga at
serva væl, men okkara styrki er
kanska, at vit hava størri spælarar
og stóra slagstyrki. Og so hava vit
eisini Margit, sum við sínum stóru
royndum kann tetta holini og í
sínum liberospæli ganga undan.
hilmarjan@sosialurin
Hilmar Jan Hansen
Hjá monnunum er Mjølnir við
í finaluni triðja árið á rað, men
eydnan hevur ikki verið við tey
bæði undanfarnu, og í fyrraárið var
júst SÍ við yvirlutan. Tí fer Mjølnir
eftir at fáa revansju, samstundis
sum hetta er mest umráðandi
dysturin hjá klaksvíkingunum, ið
bara kunnu koma í FM-finaluna,
um eitt ella annað undur hendir á
vegnum.
– Vit eru so klárir, sum vit kunnu
vera tað, og tað hevur verið hugaligt
at vant hesa vikuna, tí vit hava verið
fleiri, enn vit plaga. Til hesa síðstu
venjingina vóru vit 14 mans, so tað
er serliga stuttligt hjá okkum, sum
ofta hava verið fáir, sigur Thorvald
Danielsen í Mjølni.
– Eg skal ikki dylja fyri, at í míni
verð er SÍ stórfavorittur, tí í allan
vetur hava sørvingar havt nógv
tað besta liðið, sum stigatalvan
eisini vísir. Teir eru longu í FM-
finaluni, meðan vit mugu leggja alt
í steypafinaluna, sum kann gerast
okkara einasti kjansir at vinna
nakað í vetur. Vit vita, at spæla
vit upp til okkara besta, so eru vit
góðir, og vit eru sera spentir til
henda dystin.
Sørvingar ætla, sum vera man,
ikki at leggja seg flatar, fyri tað
um teir longu hava tryggjað sær
pláss í FM-finalunum, tí vinna teir
steypafinaluna, so hava teir møgu
leikan greipuna fyri fjórðu ferð,
sum er meira enn nakað annað
manslið hevur klárað.
– Okkara lið er øgiliga væl fyri,
sum kappingin eisini hevur víst,
og vit hava eina góða blanding av
ungum og royndum spælarum.
Breiddin er stór, tí ungdómsarbeiðið
er okkara styrki, so vit alla tíðina
kunnu seta ungt fólk við, sigur Jón
Nielsen í SÍ.
– Vit og Mjølnir kennast rættiliga
væl, tí vit spæla so nógvar dystir
ímóti hvørjumøðrum ígjøgnum vet
urin. Tað liðið, sum heldur høvdið
kalt og ikki fær ov nógvar nervar,
vinnur dystin. Hjá okkum ræður
um at hugsa um okkara egna spæl
og at gera tað á vøllinum, sum vit
duga best.
Vænta javna finalu
Kvinnuflogbóltur Dystirnir
millum Mjølnir og SÍ higartil í vetur
hava verið javnir, hóast Mjølnir hevur
vunnið teir, og báðir partar vænta
eisini eina javna steypafinalu
JAVNT OG TÆTT
Aftur í ár hittast Mjølnir og SÍ í steypafinaluni hjá kvinnunum, og út frá úrslitunum í
vetur, kann saktans roknast við, at talan aftur í ár verður um ein fimmsettara
Mynd: Álvur Haraldsen
Liðini kennast væl
Mansflogbóltur Hjá Mjølnir er steypafinalan einasti
møguleiki at vinna nakað, men SÍ vil samstundis taka fyrsta
sporlið í royndini at vinna greipuna fyri fjórðu ferð
Hilmar Jan Hansen
Í steypafinaluni hjá kvinnum
í fjør var fyri fyrstu ferð ein
kvinna annardómari, tá Rúna
Hentze dømdi saman við manni
sínum Jan Hentze, sum er altjóða
flogbóltsdómari. Í ár verður
tikið eitt stig aftrat, tí hesa ferð
verður Randi Larsen í Fuglafirði
annardómari í kvinnufinaluni
og Rúna fer upp at vera annar
dómari í mansfinaluni. Báðar
eru við í dómarabólkinum og
hava dømt í fleiri ár.
– Vit royna at eggja fleiri
kvinnum til at døma, og vónandi
fáa fleiri eisini hug, tá tær síggja,
at tað ber til at koma langt sum
kvinnuligur flogbóltsdómari í
Føroyum. Í dómarabólkinum
eru bara tríggjar kvinnur og
sjey menn, so vit kundu hugsað
okkum at fingið fleiri kvinnur
við, sigur Jan Hentze, ið sjálvur
er dómari í steypafinalunum átt
anda árið á rað.
Hann sigur, at steypafinalur
nar altíð eru nakað heilt serligt,
tí allir miðlarnir eru har og ein
rúgva av áskoðarum, so karm
arnir eru fantastiskir. Eitt nú er
gangurin inni í ítróttarhøllini á
Hálsi so nógvur, at tað er neyð
ugt at floyta harðari, so spæl
ararnir eisinin hoyra tað.
– At vit so eisini hava tveir
kvinnuligar dómarar við, ger
kanska uppgávuna lættari, tí eg
haldi meg hava sæð, tá eg havi
dømt saman við Rúni, at tað
leggur ein ávísan dempara á. Í
øllum førum brúka menninir
meira kjaft ímóti mær enn ímóti
henni, flennur Jan Hentze, ið
ásannar, at trotið á kvinnu
ligum dómarum ikki er nakar
serføroyskur trupulleiki.
– Sum altjóða dómari síggi
eg tað sama, at menninir domi
nerað nógv í dømingini. Runt
um í øllum Europa eru kanska
3-400 altjóða dómarar, men av
teimum eru ikki meira enn 30-
40 kvinnur. Og tær, sum eru,
standa seg fantastiska væl og
eru minst líka góðir dómarar
sum menninir, so tað er nokk
ein spurningur um at fáa tær at
halda seg til.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kvinnur døma
Flogbóltur Randi Larsen verður
annardómari í kvinnufinaluni og
Rúna Hentze í mansfinaluni, og
altjóða dómarin, Jan Hentze, verður
fyrstidómari í báðum finalunum
Steypafinalur
Leygardagin 18. februar
13.30
Mjølnir-SÍ
kvinnur
15.30
SÍ-Mjølnir
menn
Sunnudagin 19. februar
13.00
Fleyr-Mjølnir
kvinnuungl.
14.15
TB-Fleyr
mansunglingar
15.30
Fleyr-ÍF
gentur 16
16.45
SÍ-ÍF
dreingir 14
18.00
SÍ-Ternan
dreingir 16
19.15
Fleyr-Dráttur gentur 14