Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 17. februar 2012 2 VIKUSKIFTI Sjálvandi vilja nýggj sløg av smákyktum altíð sleppa ígjøgnum, men munurin í Føroyum og øðrum londum er, at her verður als einki gjørt til tess at forða fyri, at óynskt smákykt koma inn í landið. Jens-Kjeld Jensen, ornitologur í Nólsoy Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygarkvøldið 24. mars skulu føroyskir rockbólkar kappast um at sleppa á heims­ins størsta tungmálsfestival – Wacken festivalin í Týsklandi. Tað er plátufelagið Tutl, sum saman við Norðurlandahúsinum og Ljóð Tøkni, skipar fyri tiltakinum. Talan er um eina talentkapping innan føroyskan tung­málmstónleik, har bólkar fáa møgu­leika at vísa teirra kynstir og út­ stráling á palli. Besti føroyski bólkurin fær møgu­ leikan at fara beinleiðis til Wacken Festival – størsta tungmálmsfestivalin í heiminum – at dystast ímóti vinnarum úr øðrum londum, ið luttaka í Wacken Metal Battle kappingini. Ymiskar sjangrur Nú er kunngjørt, hvørjir átta bólkar verða við í kappingini, sum verður hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Nógvar ymiskar tungmálmssjangrur eru umboðaðar – frá skjótum deyðs­ málmi, nýmótans thrashmálmi til sorg­bundnan dómadagsmálm og tann bleyt­ara endan av málmrokki.  Bólkarnir, ið luttaka, eru: The Apocryphal Order, Konqueror, Incurse, The Happ­ening, Sic, Synarchy, Hamferð og Earth Divide.  Upprunaliga skuldi tiltakið hald­ast í Norðurlandahúsinum, men av tíðar­ avleiðandi ørsøkum hava fyri­skiparar valt at flutt tiltakið í Sjónleikara­ húsið. Skammast ikki av tíni angist Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Mikkel Kessler / Polfoto klumman Inna Törnroos Sic, Synarchy, Hamferð og fimm aðrir bólkar skulu kappast um at sleppa á størsta tungmálsfestivalin í heiminum 8 bólkar stríðast fyri Wacken Eg havi havt frí frá arbeiði og miðlum í nakrar vikur, og tá eg hyggi ígjøgnum tað, sum er farið fram, meðan eg havi ligið á strondini, gerist eg glað. Kanska ikki so nógv orsaka av verkfallstíðindum, men av at greinar og sendingar um okkara sálarliga lív hava verið so nógv frammi í miðlunum. At orð sum »angist« eru at lesa og hoyra í miðlunum ger, at øll tey, ið líða undir angist, tunglyndi og øðrum sálarligum sjúkum, gerast meira sjónlig, og tey kenna seg ikki sum »UFO«, ið eru einsamøll um sínar trupulleikar. Tað er ikki langt síðani, at so at siga allar sálarligar sjúkur vóru kallaðar fyri »problem við nervunum«. Og tá ein fekk hjálp fór man »til Árna« – ein lagna sum hjá nógvum var verri enn sjálvur deyðin. Eg minnist fyrstu ferð, eg fór til ein sálar­ lækna. Mamma var nýliga deyð, og eg hevði ilt við at finna gleðina í gerandisdegnum. Eg vildi so avgjørt ikki, at nakar skuldi finna útav, at tað var ein slíkur lækni eg fór til. Nei, nei, eg skuldi bara til kommunulæknan. Nú skammist eg ikki longur og ynski, at fleiri høvdu dirvi at fara til ein lækna í staðin fyri at drukna sínar sorgir í alkoholi og øðrum rúsevnum. Tí sálarlig sjúka er ikki veikleiki. Tað er ein sjúka, ið ein kann fá heilsubót fyri á sama hátt sum einhvør onnur sjónlig sjúka. Tíanverri eru tað nógv, sum ikki tora at fáa sær hjálp, og tí heldur doyva pínuna við ymiskum rúsevnum. Oftani eru hetta menn, ið skulu verða sterka kynið. Men tá tað kemur til at síggja sín egna veikleika, eru teir alt annað enn sterkir. Eg hevði ynskt at øll tit, sum hava havt og hava sálarligar trupulleikar, søgdu tað hart – tí tað er onki at skammast yvir. Við at viðganga og verða opin um sínar trupulleikar gert tú kanska, at starvsfelagin, makin ella dótturin fáa lættari at søkja sær hjálp, tann dag tey hava brúk fyri tí. So segði hann... Tungmálmsbólkurin SIC verður við í Wacken Metal Battle Føroyar savnsmynd