mikudagur 22. februar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fekk uppsøgn
í sms-boðum
– Kaj Leo Johannesen, løgmaður sveik meg, bæði viðvíkjandi gegnisspurninginum og
kunngerðini um friðing á landleiðini, sigur Jákup Mikkelsen, nú fyrrverandi lands
stýrismaður. Hann hevur framvegis ikki fingið skrivligu uppsøgnina frá løgmanni
Randi Jacobsen
Løgtingsmaðurin
Jákup
Mikkelsen er í góðum lag, hóast
Kaj Leo Johannesen, løgmaður
fyri eini viku síðan koyrdi hann
frá sum landsstýrismann í fiski
vinnumálum.
Sjálvt um hann ikki er beiskur,
hevur hann einki ímóti at koma
fram við síni bersøgnu hugsan
um, hvat tað var, sum hendi.
– Eg beri ikki agg men velji
at hyggja frameftir, sigur Jákup
Mikkelsen.
Hann hyggur frameftir, men
hann heldur ikki, at løgmaður bar
seg sømiliga at móti sær.
– Eg legði ikki trýst á nakra
staðni fyri at koma í Tinganes.
Tá ið málsøkini vóru býtt, og tað
var greitt, at Jørgen Niclasen
skuldi
umsita
fíggjarmál
og
Annika Olsen almannamál, var
spurningurin, um eg ella Jacob
Vestergaard skuldi umsita fiski
vinnumál. Har var eingin ósemja
í flokkinum, tá ið valið fall á meg,
sigur Jákup Mikkelsen.
Var eingin trupulleiki
Hann sigur, at í flokkinum varð
tosað nakað um gegni hansara.
Sjálvur helt hann seg ikki hava
nakran gegnistrupulleika, um
hann bara ikki gjørdi nakað mis
tak, og tað gjørdi hann ikki teir
tríggjar mánaðirnar, hann var
landsstýrismaður.
– Eg segði beinanvegin, at
eg var ikki ógegnigur yvir fyri
Hanusi Hansen, tí sambært regl
unum kemur ein svágur ikki
undir ógegni. Um lógin skal tulk
ast so, ber ikki til hjá nøkrum at
vera landsstýrisfólk, í einum so
lítlum samfelag hava øll okkurt
við hvønn annan at gera, sigur
Jákup Mikkelsen.
Gegnið ella ógegnið hjá honum
fylti nógv í summum fjølmiðl
unum frá fyrsta degi, hann tók
við sum landsstýrismaður. Tað
heldur hann var burturvið.
Høvdu greiða avtalu
–
Fólkaflokkurin
hevði
eina
greiða avtalu við løgmann um, at
um málið við mínum gegni fór at
órógva arbeiðið í Fiskimálaráð
num, skuldi mín persónur ikki
standa í vegin, og løgmaður skuldi
flyta málið til sin ella annan
landsstýrismann
at
avgreiða,
sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir aftur, at tað var løg
maður, sum stóð aftan fyri alla
umrøðuna um gegnið. Hvør tað so
var fæst hann ikki at siga, men tað
vóru fólk, sum fegin vildu halda
lív í tí málinum, sigur hann.
Løgmaður trýstur
Jákup Mikkelsen heldur, at hann
varð sagdur úr starvi, tí løgmaður
var undir stórum trýsti í sínum
egna flokki og frá fjølmiðlunum.
– Tí leyp Kaj Leo Johannesen
frá avtaluni viðvíkjandi gegn
inum. Eisini hevði løgmaður brúk
fyri at markera seg, tí hann fekk
so nógvar atfinningar fyri, at tað
var Fólkaflokkurin, sum stýrdi.
Jákup Mikkelsen helt seg ikki
gera nakað skeivt at seta kunn
gerðina um friðing á landleiðini
úr gildi, tí eftir hansara tykki var
kunngerðin ein beinleiðis jagstran
av nøkrum fáum útróðrarmonn
um, sum fiskaðu við línu.
Hann boðaði løgmanni frá,
at hann fór at taka kunngerðina
úr gildi, og løgmaður svaraði í
einum sms-i, at hetta fór at geva
løgmanni politiskar trupulleikar.
Hann skrivaði eisini, at um Jákup
Mikkelsen ikki tók broytingina
aftur, tók hann næsta stigið.
Sms-boð um uppsøgn
– Eg spurdi, um hetta var ein hótt
an, men fekk einki svar.
Morgunin eftir fekk Jákup
Mikkelsen sms frá løgmanni,
sum skrivaði, at hann fór at loysa
Jákup Mikkelsen úr starv.
Jákup Mikkelsen heldur, at
løgmaður handlaði í óðum verk
um, tí fyrst kom á heimasíðuna,
at Jákup Mikkelsen sjálvur hevði
sagt seg úr starvi, og síðan varð
tað rættað til, at løgmaður hevði
loyst hann úr starvi.
– Haraftrat fór løgmaður í
skundi og setti kunngerðina um
friðing aftur í gildi, og tað kundi
ikki bíða, til nýggjur landsstýris
maður var valdur.
Órættvíst
– Eg kendi tað sum, at løgmaður
var sera órættvísur móti mær.
Hann sveik meg tvær ferðir, bæði
í spurninginum um gegnið og
viðvíkjandi kunngerðini, sigur
Jákup Mikkelsen. Hann heldur,
at løgmaður gjørdi hetta, tí hann
sá tað sum ein møguleika at geva
fólki ta fatan, at hann var maður
fyri at seta fólkafloksmenn upp
á pláss. Og fyri at tryggja sær
politiskan vinning, tí hann var
undir so stórum trýsti.
Skundaði sær
Jákup Mikkelsen nevnir eitt
annað prógv um, at løgmaður
leyp framav. Og tað var tá ið hann
fór til Danmarkar fyri at fáa størri
blokk.
– Fólkaflokkurin hevði tá
fingið fleiri stór mál í gjøgnum, og
løgmaður skundaði sær til Dan
markar í royndini at fáa okkurt
burturúr. Vit søgdu við hann, at
tað fór ikki at eydnast, og at vit
fóru ikki at taka undir við hækk
anini av blokkinum.
– Løgmaður skundaði eisini
sær so at loysa meg úr starvi, fyri
at eg ikki skuldi fáa stundir at
siga upp sjálvur.
Jákup Mikkelsen sigur, at tað
vóru tríggjir góðir mánaðir, hann
fekk í Fiskimálaráðnum millum
dugnalig starvsfólk.
Tá ið hann varð koyrdur frá
sum landsstýrismaður, tók hann
yvir sum formaður í tingbólki
Fólkafloksins, bleiv formaður í
uttanlandsnevndini og fekk sess
í figjarnevndini.
– Tað er alt gott, men tað var
ikki minni spennandi at vera
fiskimálaráðharri.
Verri samstarv
Tá ið Jákup Mikkelsen fór frá,
segði hann í eini viðmerking, at
uppsøgnin fór at fáa avleiðingar.
Harvið meinti hann ikki við
samgonguslit.
– Men tá ið løgmaður ger slíkt,
fær tað ávirkan á samstarvið so
ella so, men mín persónur vigar
ikki mest, og vit mugu alla tíðina
minnast til, at vit skulu tæna fólk
inum, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann hevur einki frætt aftur
frá løgmanni, síðan uppsøgnin
kom í sms-boðum fyri viku
síðan.
Eingin skrivlig uppsøgn er
komin enn.
randi@sosialurin.fo
í meldrinum
Jákup Mikkelsen: