fríggjadagur 24. februar 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
Vísið tað nú í verki
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hóast ikki so nógv nýtt kom fram
í sendingini um dýru flogferðaseðl
arnar í gjárkvøldið, so er tað áhuga
vert at seta kikaran á tann samfel
agstrupulleikan, sum tað er, at tað
er so dýrt at ferðast millum Føroyar
og útheimin.
Kjakið um at privatisera restina
av Atlantsflog, ella um landið skal
keypa selda triðingin aftur ber boð
um eina óbúna politiska skipan,
sum ikki megnar at halda eina pol
itiska stevnu. Ella vit kunnu siga, at
hetta lýsir so væl okkara politisku
skipan, har mál ikki verða viðgjørd
professiónelt, men har onnur atlit
altíð viga tyngri enn tann setta pol
itiska og samfelagsliga stevnan. Tí
er tað so ringt at reka vinnu í Føroy
um, tí tað er ikki skilvísi, sum verður
sett í hásæti í politisku skipanini.
Sum vit hava sagt fyrr, so er tað
at taka í so rívan til beinleiðis at
skattafíggja flogferðir. Áhugavert
var at hoyra Janus Rein, sum bæði
er flogskipari og løgtingsmaður,
greiða frá, hvussu tað
almenna stuðlar flog
ferðum til útjaðaran í
eitt nú Noreg, Skot
landi og
Spania. Og hóast hann legði dent á,
at hann ikki meinti, at føroyski
skattgjaldarin skal fíggja flogferðir
til og úr Føroyum, so tulkaðu hini
bæði tingfólkini orð hansara øðr
vísi: At hann vildi hava skattgjald
aran at fíggja flogferðaseðlarnar.
Hetta lýsir væl arbeiðslagið hjá
politikarum...
Men semja tykist valda
um, at Vága Floghavn ikki skal
fíggjast av ferðafólki. Okkurt bendir
eisini á, at nevndin í Vága Floghavn
eisini hevur hesi sjónarmið, tí hon
hevur júst sett ein nýggjan stjóra
í felagnum, sum er ein hin heitasti
talsmaðurin fyri at taka av øll gjøld
ini frá Vága Floghavn, sum tyngja
flogferðaseðlarnar. Jákup Sverri
Kass, marknaðarstjóri hjá At
lantsflog og formaður í Ferða
vinnufelagnum sleppur nú at vísa
í verki, hvussu Vága Floghavn kann
saðla um í so máta. Ein spennandi
uppgáva, sum vónandi ikki druknar
av politiskari tokutalu.
Men vandin er avgjørt til staðar,
at politiska skipanin ikki fær tik
ið seg saman til at gera Vága
Floghavn til eina havn, sum
verður rikin eins og allar aðr
ar havnir, uttan tyngjandi gjøld
til ferðafólkið. Men tað er í lagi, at
vit nú geva kappingini ein kjans at
lækka prísirnar. Annars er uppgáv
an stór, men hetta hevur so stóran
týdning fyri samfelagið alt, at fólkið
hevur krav upp á, at politikararnir
nú handla heldur enn at tosa.
Enn hava okkara fólka
valdu bara tosað...
Summi fólk tíma serliga
væl at koma í andglettin.
Um ikki fyri tað góða, so
fyri tað ringa – ella fyri tað
býtta. Ein teirra er Gerhard
Lognberg,
løgtingsmaður
fyri Javnaðarflokkin.
Hann hevur fleiri ferðir
gjørt seg bemerktan við
víðgongdum sjónarmiðum,
sum mangan eru so langt
úti, at tað grensar til tað
tolluta.
Spurningurin
er,
hví
maðurin, sum Javnaðar
flokkurin lokkaði úr Sam
bandsflokkinum í 2002 at
tryggja Javnaðarflokkinum
umboð í Sandoynni soleiðis
altíð vil koma í stríð við
Javnaðarflokkin við provo
katiónum, sum ikki standa
mát við floksins stevnu.
Men enn løgnari er tað, at
Javnaðarflokkurin ikki setir
mannin upp á pláss. Tað
hevur gingið stútt afturá
hjá Javnaðarflokkinum í
politikki seinastu átjan ár
ini, og um nýggi formaðurin
ikki tekur annað skinn um
bak – og um fávitskut sjón
armið fáa gróðrarbotn, so er
eksistensgrundarlagið hjá
Javnaðarflokkinum farið í
søguna...
Fávitska og
Javnaðarflokkurin
Vit kunnu av røttum spyrja,
um vinstra veit, hvat høgra
ger í landsstýrinum hjá Kaj
Leo Holm Johannesen.
Í síðstu viku var tað frið
ingin á landleiðini, sum var
sett úr gildi, uttan at løg
maður visti av tí. Nú eru tað
tey rullandi fiskiloyvini, sum
skulu halda fram eftir 2018.
Og løgmaður sigur, at tað
var gegnið hjá Jákup Mikkel
sen, sum gjørdi, at hann gav
honum fótin. Ikki politiska
arbeiðslagið, tí »hann var ein
dugnaligur landsstýrismað
ur,
sum
eg havi
stóra
respekt fyri«, segði løgmað
ur.
Vit meina tað...
Nú er tað Kári Post, sum er
farin at ressast. Honum hóv
ar heldur ikki fiskivinnupol
itikkin hjá Fólkaflokkinum,
sum er fiskivinnupolitikk
urin hjá landsstýrinum, um
gamla Sjálvstýrið og Sam
bandið vilja tað ella ikki.
Men Sjálvstýrisflokkurin
tekur altso frástøðu frá upp
skotinum, um eina 12 ára rull
andi loyvisskipan. Kári Post
sigur, at hon var ikki kend,
áðrenn hon varð kunngjørd
í miðlunum.
–
Sjálvstýrisflokkurin
hevur ikki verið við til at
viðgjørt uppskotið, sum í
móti vanligari siðvenju, er
sent Fiskivinnuráðnum og
felagnum Peningastovnum
til hoyringar, uttan at sam
gongufelagar ella landsstýr
ið á nakran hátt er kunnað.
Tí má uppskotið standa fyri
egna rokning fráfarna lands
stýrismansins í fiskivinnu
málum, sigur Kári Post í tíð
indaskrivi.
Kennast ikki við sín egna
fiskivinnupolitikk
Skattur
av handli
av fíggjar
krøvum
Eyðfinnur Jacobsen
kjak á síðu 17
Rán á
alljósum
degi
Kári Mikkelsen
kjak á síðu 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á