Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í ávísum førum hava sjúk­ ling­ar, sum verða sendir til Dan­markar á sjúkrahús, rætt til at hava fylgjara við. Tað er sami lækni, sum send­ ir sjúklingin av landi­num, sum eisini ger av, hvørj­ar sømdir hann fær at fáa fylgjara við sær. - Er talan um børn og ung undir 18 ár, sleppur annað for­eldr­ið altíð við sum fylgj­ ari og í serligum føri slep­pa bæði. Fylgjarar, sum læknin ávís­ur, rinda 150 krónur um dagin fyri at gista á sjúk­linga­ hotelli­num, men tó skulu teir ongantíð rinda meiri enn 1.500 krónur um mánaðin. - Hevur sjúklingurin ongan ávíst­an fylgjara, ber kortini til at hava fylgjara við. Men í hesum føri rindar fyrsti fylgjarin 500 krónur fyri at gista og eta á hotellinum og eru fleiri fylgjarar, rinda hinir 700 krónur um dagin, sigur Karsten Hansen. Hinvegin heldur hann, at tað er óhóskandi at krevja slakar 26.000 krónur frá pápa einum sjúkum barni fyri at gista á hotellinum í fimm vikur og tað eru viðurskifti, hann hevur tikið upp við tí fyri eyga at fáa tað broytt. Áki Bertholdsen Tað kann verða dýrt at fara til Danmarkar við einum sjúk­um barni. Hetta mátti ein familja ásan­na, eftir at eitt av teirra børn­um brádliga varð rakt av ring­ari sjúku. - Foreldrini gørdu tað, sum tey flestu foreldur helst høvdu gjørt og tað var, at tey fóru bæði niður við barni­ num, sigur Jenis av Rana, ting­maður. Hann sigur, at Lands­ sjúkra­húsið hevði sent mammu­na við sum fylgjari, men at pápin eisini fór niður við eisini. - Tá ið pápin fór av sjúk­ linga­hotellinum aftur, fekk hann eina rokning frá hotelli­num upp á slakar 26.000 krónur fyri uppihald í góðar fimm vikur. Her var talan um eina eyka byrðu, sum varð løgd á herð­ar, sum frammanundan vóru tyngdir av sjúku, sigur Jenis av Rana. Meiningsleyst Hann staðfestir eisini, at við hesum verður stórur mis­mun­ur gjørdur á fólki, alt eftir um talan er um sjúku, sum kann viðgerast í Føroyum, ella um neyðugt verð­ur at fara uttanlands. - Kann sjúkan viðgerðast í Føroyum, kunnu foreldur utt­an trupulleikar verða um barnið allan sólarringin, og tey kunnu enntá røkja síni størv. - Men noyðast tey av landi­num við sjúkum barni, noyð­ast tey at gjalda í dýrum dóm­um fyri at kunna verða saman við barninum, sum flestu foreldur sjálvsagt vilja. Hann sigur, at hesi viður­ skifti vera upp aftur mein­ ings­l­eysari, tá ið hugsað verð­ ur um, at mannagongdin við fylgjar­um er ymisk, alt eftir hvat tað er fyri sjúkrahús, sum sendir sjúklingin av landi­num. - Hvørjar sømdir, sjúk­ ling­ar hava at fáa fylgjara við sær, veldst alt um, hvør yvir­lækni sendir sjúklingin av landinum og soleiðis kann tað ikki vera, tí vit skulu øll vi­ð­gerast eins. Alt fyri eitt Jenis av Rana vil nú hava at vita um landsstýrismaðurin í heilsumálum, partamaður han­sara, Karsten Hansen, ætl­ar at gera nakað við hesi viður­skifti. Hann vil hava at vita, um lands­stýrismaðurin heldur, at gjaldið, sum verður kravt frá avvarðandi, sum gista á sjúk­linga­hotellinum í Keyp­ manna­havn í sambandi við sjúku hjá sínum nær­ma­stu, er sosialt, etiskt, men­nis­kja­ ligt, rættvíst ella for­svar­ligt. Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin ætlar at broyta manna­ gongd­ir­nar, so at føroyskir sjúk­ling­ar, og teirra av­varð­ andi, sleppa undan hesari órími­liga og byrðu, sum tað er helt tilvildarlig, hvussu hon rakar ymsar sjúklingar, alt eftir, hvør sendir teir av landi­num. Hann helt ikki, at ábyrgd­ in at fáa samanhang í rakst­ ur­in á Hotel Tórshavn, kann leggj­ast á sjúklingar. - Tá ið fólk koma í eina støðu, at tey hava brúk fyri at fara til Danmarkar, liggur tað ikki fremst huganum hjá teimum avvarðandi, sum eru fylgjarar, at kanna eft­ir á hotellinum, hvussu rokn­ing­ar skulu rindast. - Hetta er djúpt óetiskt og eig­ur at verða broytt alt fyri eitt, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at hetta er langt frá eindømi um, at fylgjarar hava fingið stór­ar rokningar. Nú skal tað í ávísum før­um verða bíligari hjá av­varð­ andi at fara til Danmarkar við sjúklingum. Tað staðfestir Karsten Han­sen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann heldur, at dømi, sum Jenis av Rana nevnir í hin­ari greinini, er órímiliga dýrt. Hann heldur, at eitt dømi sum hetta vísir, at hetta er farið heilt av spori­ num, tí tað er ikki virðiligt at senda pápanum at ein­ um álvarsliga sjúkum barni eina rokning, sum hesa. Landsstýrismaðurin sig­ ur, hetta er eitt mál, hann nú fer at taka upp. Karsten Hansen sig­ur, at hann hevur bið­ið um­sit­ ing­ina í Heilsu­mála­ráð­num kan­na, hvat kann gerast við hesi viðurskifti innanfyri játtan­ar­karmin, sum er. Eitt, sum hann skal kann­ast í hesum føri, er at seta hámark fyri, hvussu nógv, fylgjarar skulu rinda. - Men er talan um børn und­ir 18 ár, hevur læknin heim­ild at lata bæði for­ eldr­ini fara við sum fylgj­ ar­ar, ókeypis. Karsten Hansen hevur eisini biðið umsitingina kan­na hetta ávísa dømi, har ein pápi fekk rokning upp á 26.000 krónur fyri at fara til Danmarkar við sjúkum barni. 5.000 krónur Fleiri tingfólk eru samd um, at tað eigur at hetta eru viðurskifti, sum eiga at verða broytt. Sirið Stenberg sigur, at ser­skip­an­ir eiga at verða gjørd fyri børn undir 18 ár so at bæði foreldrini kunnu fara niður við barninum fyri ein lagaligari prís enn van­lig­ir fylgjarar. Bill Justinussen helt, at læknar, sum senda fólk uttan­lands í viðgerð, eiga eisini at vera liðilig og at hugsa um, hvat er rímiligt í hvørj­um einstøkum føri og hetta dømi, sum er umrøtt í hinari greinini, er púra bur­ ur við. Rósa Samuelsen veit dømi um mammu, sum fleiri ferðir um árið skal til Dan­markar við barni við var­andi sjúku og fær eina rokn­ing upp á 5.000 krónur hvørja ferð. Hon veit eisini um nógv­ ar føroyingar, sum høvdu brúk fyri nógvari viðgerð, men sum hava fingið sær dansk­an bústað, tí tað er bíligari fyri tey. Helgi Abrahamsen hev­ ur varhugan av, at hesi viður­skifti er ikki nóg væl skipa, tí tað tykist rættiliga til­vild­arligt, hvør fær ókeyp­is fylgjara og hvør skal gjalda. Eisini Edva Jacobsen sakn­aði greiðar reglar á øki­num og helt, at fólk skuldu í mesta lagi rinda 1500 krónur um mánaðin. Kostaðu 26.000 kr at fara til Danmarkar við sjúkum barni SJÚKLINGAR Tá ið ein pápi, sum var í Danmark við einum sjúkum barni, skuldi heim aftur, fekk hann eina rokning upp á 26.000 krónur frá sjúklingahotellinum í Keypmannahavn 700 krónur Bíligari at fara til Danmarkar við sjúklingum Tað er ikki virðiligt at senda pápanum at einum álvarsliga sjúkum barni eina rokning, sum hesa Djúpt óetiskt Støðan, ið summir sjúklingar og teirra avvarðandi verða sett í, er djúpt óetisk, men hetta er ein spurningur, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum nú fer at taka upp