Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógv er tosað um, hvør stýrir hvørjum í sam­gong­ uni. Her hava allir politiskir viðmerkjarar tosað um, at Fólka­flokk­urin er tann flokkurin í samgonguni, sum hevur fingið mest burt­urúr. Hyggja vit í sam­gongu­ skjalið, síggja vit eisini, at flokkurin hevur fingið gomlu skipanina við rullandi loyvum inn í sam­gonguskjalið, og eing­in tekstur er nevndur um gjald á tilfeingi (til­feing­ is­s­katturin er ikki til­feingis­ gjald, men eyka skattur). Leingi hevur ver­ið tosað um, nær Sam­bandsflokkurin fór at vakna úr hesum Fólka­ floks­dvalanum, sum tað hevur sæð út sum, Sam­ bandsflokkurin hevur ligið í. Nú er Sambands­flokk­ urin vaknaður, og nú vendst ikki aft­ur. Vit skulu hava eitt til­feingis­gjald á um­leið 200 milliónir fyri makrel­in, og arbeið­ast má fram ímóti, at øll fiski­vinn­an, ali­vinn­an og møgu­liga ráevnisvinnan somu­leiðis koma at rinda fyri tilfeingið, hes­ar vinnur útvinna. Tað er neyðugt fyri, at vit framhaldandi skulu hava væl­ferðar­sam­felagið Føroyar, og størri týdning, tað er eisini neyðugt, fyri at vit kunnu reka eina vinnu, bygda á markn­aðar­treytir. Tað er vinnan, sum skal skapa vøksturin, og tí­skil er neyðugt, at vit í Før­oy­um hava heimsins bestu vinnu, sum til eina og hvørja tíð verður noydd at effektivisera seg fyri at skapa størst virðir fyri sam­felagið. Tí sigi eg, at tað er upp á tíðina, at Fólka­flokk­urin eisini vaknar og sær, at neyðugt er at fáa gjald fyri tilfeingið og ikki verja einstaka reiðaran. Tað er ræð­andi, at ein flokkur, sum situr á fíggjarmálum í Føroyum, ikki sjálvur dugir at síggja tørvin á at fáa eitt tilfeingisgjald í hús. At Sambandsflokkurin síðani kemur út og sigur, at soleiðis skal tað vera, sigur okkum bara, at vit enn hava flokkar í samgonguni, sum hava styrkina og viljan til at lyfta hetta samfelagið fram á leið, tí tað hevur Fólkaflokkurin ikki víst seinastu tíðina. Fólkaflokkurin vil sjálv­ andi ganga undir kravinum hjá Sambands­flokkinum viðvíkjandi tilfeingisgjaldi, tí Fólka­flokkurin kemur eisini við tíðini at síggja, at hetta vil fremja eitt effek­tivt vinnulív og ikki minst eitt attraktivt sam­felag hjá okkara eftir­ komarum at búgva í. Vinnan skapar vøksturin, eisini við til­feingisgjaldi Arne Winthereig Stiðjagøta 10 · FO- 100 Tórshavn Tel. 35 38 97 · www.weihe.fo Makrel- og sildagørn á goymslu Sosialurin 341800