fríggjadagur 24. februar 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú bókhaldari okkara tekur við øðrum
avbjóðingum, sóknast Samskip eftir einum
nýggjum at byrja skjótast gjørligt.
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum
og dugnaligum fólki, sum:
· dámar tøl og væl skipaðan bygnað
· er altjóða hugað og dugir væl at tosa og skriva enskt
· helst hevur hóskandi útbúgving og royndir
· dugir ella kann læra at nýta SAP-bókhaldsskipanina
· er positivt og dugir væl at samstarva.
Uppgávurnar, sum snúgva seg um bæði bókhald
og eftirlit, eru mangar og spennandi. Til dømis at:
· gera mánaðar- og ársuppgerðir
· hava innanhýsis eftirlit við kostnaðum
· skriva fakturur fyri serligar tænastur
· avgreiða lønir
· uppfylgja og avstemma ognarar og skuldarar
· skanna og bóka ognarar.
Løn sambært avtalu. Vilt tú vita meiri um starvið, ert
tú vælkomin at tosa við Christian Danielsen, stjóra, á
telefon 30 88 11 ella 23 88 11. Tú kanst eisini senda
ein teldupost til christian.danielsen@samskip.com.
Umsóknir við prógvum skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 5. mars 2012. Tær skulu
sendast til christian.danielsen@samskip.com, ella:
Samskip
yviri við Strond 23
Postsmoga 3255
FO-110 Tórshavn
Att: Christian Danielsen
Bókhaldari til Samskip
Samskip í Føroyum eru partur av altjóða flutningsfyritøku við sama navni, sum tilsamans hevur
eini 1.250 fólk í starvi. Í føroyska partinum av Samskipum starvast okkurt um 60 fólk. Í Kollafirði eru
frystigoymsla og farmastøð okkara til innflutning og útflutning. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn.
yviri við Strond 23 · postsmoga 3255 · FO-110 Tórshavn
tel.: 30 88 00 · faks: 30 88 01 · teldupostur: torshavn@samskip.com