fríggjadagur 24. februar 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 24. februar 2012
2
VIKUSKIFTI
Rigmor Dam kann fara heim ímillum tveir
tingfundir at tøma uppvaskimaskinuna, men
tað kunnu útjaðarapolitikarar ikki.
Bill Justinussen, løgtingsmaður
X Factor
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikudagin mátti Sveinur Gaard Olsen
gevast at venja nýggja sangin til X
Factor kappingina í kvøld. Seinastu
dagarnar hevur Sveinur verið sjúkur,
og mikudagin gekk tað so illa við at
syngja, at hann noyddist at gevast.
– Eg fekk í grundini slettis ikki
sungið, so eg varð sendur til lækna og
so heim. Eg skuldi bara hvíla meg og
ansa eftir mær sjálvum. Eg havi havt
fepur og ilt í hálsinum, men tað er blivið
frægari nú, segði Sveinur Gaard Olsen
á tíðindafundi hjá X Factor í gjár.
– Eg rokni við at verða væl fyri til
fríggjakvøldið, og áðrenn mann skal á
pallin, fær mann jú eitt adrenalin kick,
sum eisini hjálpir, sigur hann.
Aftur í 80’ini
Í kvøld er dance-tónleikur evnið fyri
framførslunum. Tað er langt frá heima
vøllur hjá Sveini, men hann hevur
funnið ein sang, sum honum dámar væl
og kennir seg tryggan við at framføra.
– Vit lurtaðu eftir nøkrum sangum,
sum eg kundi syngja, men eg kendi
einki av tí. So heldur enn at fara at taka
okkurt av hesum nýggja plastikktón
leikinum, valdi eg heldur at fara aftur
í 80’ini og finna okkurt meira kitch, og
so fall valið á Blue Monday hjá New
Order, greiðir Sveinur frá.
9 luttakarar komu víðari til live
showini, og nú eru tvey farin burtur
av. Sveinur hevur ikki verið í vanda
enn, men hann roynir at hugsa sum
minst um, at talan er um eina tónleika
kapping.
– Tað er kanska mótsigandi X Factor
konseptinum, men tað ber ikki til at
kappast um tónleik. Tað er nakað, sum
vit eru felags um, og eg vil fram um alt
annað gera tað, sum eg kann standa inn
fyri í hesi kappingini, sigur Sveinur.
X Factor er aftur á skránni á DR1
fríggjakvøldið kl. 19.00
Billeysa
tilveran
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Greta Svabo / Mynd: Katrin Svabo Bech
klumman
Randi
Jacobsen
– Eg fekk í grundini slettis ikki sungið, so eg varð
sendur til lækna og so heim, sigur Sveinur Gaard
Olsen um sangvenjingina mikudagin. Í kvøld
ætlar hann sær tó at verða klárur á X Factor
pallinum, har tvær milliónir danir fylgja við
Sjúka hevur
argað Svein
Eg var ikki so sorgarbundin, tá ið mín
elskaði, fitti gulur bilur gekk fyri fyri nøkrum
síðan, tí eg hevði hugsað um at spara bilin
burtur.
Men tað var ikki sum at siga tað, og leingi
skeitti eg í lýsingar eftir brúktum bilum.
Eg fall tíbetur ikki fyri nakrari freisting,
og tá ið eg fekk arbeiði í Miðlahúsinum, var
ikki so neyðugt longur at hava bil.
Bussurin koyrir næstan frá hurðini oman
í miðbýin, og bara nakrir fáir minuttir eru at
ganga til arbeiðsplássið. Tað sama heim aftur.
Bara 20 minuttir eru millum bussarnar.
Eg sleppi frá at leita eftir parkeringspássi
og at renna út av og á at flyta
parkeringsskivuna, soleiðis sum nógv onnur
gera.
Tá ið veðrið er gott, er eisini deiligt at
ganga til arbeiðis. Serliga hesa tíðina, tá
ið ljósið er sjáldsamt um morgunin, og
planturnar spríkja fram.
Á veg niðan aftur til bussin kann eg fara
til handils. Eitt fáment húshald krevur ikki
tað nógva keypið, og serliga ikki hjá okkum,
ið sum oftast hava nakað av døgurðamati í
boksini.
Eitt er frælsi, men tað er eisini áhugavert
sosialt at koyra við Bussleiðini. Har eri eg
komin at kenna fleiri fólk, eisini børn og
ung. Onkuntíð er einki nakað at frætta í
bussinum.
Saman um tikið fati eg ikki, at fólk, sum
búgva í býnum og arbeiða í býnum, tíma
at taka bilin við sær til arbeiðis. Eg havi
grannar, sum lata bilin standa heima, tá
ið tey fara til arbeiðis. Ongar bøtur. Eingir
parkeringstrupulleikar.
Hóast samvitskan yvir fyri ozonlagnum er
góð, má eg viðganga, at tað eru løtur, tá ið eg
sakni bilin.
Serliga um summarið. Frælsiskenslan
við at seta seg í bilin og koyra avstað út í
náttúruna ella til annað stað í landinum, tá ið
tað hóvar mær.
Jú, rætt er, at Bygdarleiðir koyra, men
hundur mín sleppur ikki við bussinum, tí
hundurin er ov stórur til at koyra í eina tasku
ella í lumman.
Tað er keðiligt og eftir mínum tykki
órímiligt. Eins og mær dámar hundinum væl
at ferðast.
Men ráð eru fyri øllum.
So segði
hann...
– Tað er kanska mótsigandi X Factor konseptinum,
men tað ber ikki til at kappast um tónleik. Tað er
nakað, sum vit eru felags um, og eg vil fram um
alt annað gera tað, sum eg kann standa inn fyri
í hesi kappingini, sigur Sveinur Gaard Olsen
Mynd: DR
tilvildarlig mynd