Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað góða veðrið gjørdi sítt til, at tunnilsdagurin við ó­keypis ferðslu gjøgnum Norð­oya­ tunnilin eydn­aðist so væl. Hetta var leygardagin. Tað samdøgrið fóru 2773 bilar gjøg­num unnilin. Til sam­an­beringar kann nevn­ ast, at leygardagin framm­ anundan koyrdu 567 bilar gjøgnum Norð­oya­tunnilin. Ferðslan tunnilsdagin var sostatt næstan fimm ferðir sum ein vanligan leygardag. Klaksvíkingar høvdu gjørt nógv fyri at fáa fólk at koma at vitja. Fleiri tiltøk við mentanarligum innihaldi vóru, og handl­arnir spílaðu seg út við nógvum vørum. Allan dagin vóru so nógv fólk í býnum, og tað minti um eina stevnu. Norðoyingar nýttu eis­ ini høvi at koyra hin vegin ókeypis gjøgnum Norðoya­ tunnilin. Tað frættist, at nógv­ir norð­oyingar henda dagin vóru bæði í Runa­vík og í Havn. Fimm ferðir so nógv ferðsla Tunnilsdagin vóru sera nógvir fremmandir bilar í Klaksvík, og norðoyingar nýttu høvi at fara hin vegin gjøgnum tunnilin Randi Jacobsen Tað vakti harma millum næm­ingarnar á Føroya Stu­ dentaskúla og HF-skeiði í Hoy­dølum, tá ið skúlin setti forboð fyri, at næmingarnir parkeraðu bilar sínar við skúlan ella á vegnum oman til skúlan. Men nú er forboðið tikið av. Tað hendir 10. februar. – Hetta gjørdu vit, tí ikki bar til at halda fast við ta reglugerð, sum vit høvdu, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari. Eftir tí reglugerðini kundi skúlin burturvísa næm­ ingum, sum brutu forboðið. Í fjør varð ein næmingur burturvístur, men tað endaði við, at burturvísingin varð tikin aftur. Spurnartekn er sett við, um skúlin hevur heimild til at revsa næmingar fyri at parkera ólógliga. Mikkjal Helmsdal sig­ur, at skúlin saman við komm­ un­uni, politinum og Menta­ málaráðnum hevur arbeitt við at gera onkra skipan, men eingin loysn er funnin. Arbeitt hevur eisini við at gera eina sonuparkering. – Men kommunan sigur nei til, at kommunalu par- ker­ingsvørðarnir kanna par­ kering á økinum, sigur Mikkj­ al Helmsdal. Ferðslulógin er galdandi Vegurin er almennur, og skúlin hevur gjørt næming­ ar­nar varugar við, at ferðslu­ lógin er galdandi. Tí kann ferðslu­politiið geva bøtur fyri ólóg­liga ella óhepna par­ kering. Við tað at kommunan ikki vil lata kommunalu par­keringsvørðarnar kanna økið, hevur skúlin søkt fútan um at seta sín egna parkingsvørð. Svar er ikki komið upp á umsóknina. – Vit hugsa okkum eina skipan sum við SMS við tíðaravmarkaðari parkering. Starvsfólkini kunna fáa rætt til at parkera longri og hava frámerki á sínum bilum. Tað var við trygdini í huga, at parkeringsforboðið í sínari tíð var sett. Sløkki­ liðsbilar høvdu ongan møgu­ leika at sleppa til skúlan í dagtímunum, meðan undir­ vísing var. Mikkjal Helmsdal er greið­ ur yvir, at skuldi tað verið ein venjing, ella um eldur var í, var verri vorðið, tí dagliga standa bilar allan vegin niðan eftir Sanatoriivegnum. – Skuldi tað hent, verða vit noydd at trýsta okkum fram, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Havn. Studentaskúlin vil hava parkeringsvørð Nú er aftur frí parkering við skúlan í Hoydølum Vandi er á ferð, um eldur kemur í skúlan í Hoydølum, tí bilar standa allan vegin oman eftir Sanatoriivegnum Mynd: Álvur Haraldsen Kundi endað við van­ lukku Randi Jacobsen Seinnapartin leygar­ dagin fór vágbingurin Páll Bjarkhamar sjálv­ ur annar út við báti at dyrgja. Ætlan teirra var at dyrgja eystur úr Baglhólmi við Víkar­ fjørð, men tá ið teir stoyttu olju úr øðrum dunkinum í tangan, steðgaði báturin upp. Ikki bar til at fáa motorin í gongd aftur. Teir komu tá eftir, at vatn ella sjógvur og ikka olja var í dunk­ inum. Tað rak hart, og tað rullaði. – Tað stóð einki til hjá okkum eina løtu, tí tað rak suður móti Røstini, og endaði báturin har, kundi vanlukka hent, sigur Páll Bjarkhamar. Ringdi heim Hann ringdi bein­an­ vegin til konuna, sum setti seg í samband við MRCC. Løtu eftir kom Sigurd Gudmundsson við skjóttgangandi báti sínum og sleipaði teir til lands. – Høvdu vit ikki ikki koyrt nakað á motorin, var einki hent, sigur Páll Bjarkhamar. Teir kundu tó ikki vitað, at onkur hevði gjørt ta beistagerð at tøma oljuna úr dunk­unum umborð á bátinum og koyra vatn ella sjógv í dunkarnar í staðin. Seinast Páll Bjark­ hamar visti, vóru báðir dunkarnir fullir av olju. - Ein slík gerð er at seta fólk í lív og vága, sigur Páll Bjarkhamar, sum í hvussu er hevur lært tað, at hann ongantíð aftur fer at lata oljudankar standa umborð á bátinum.