Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í seinastuni hava ábendingar verið um, at veiðan hjá par­ trolarunum er batnað. Fiskamarknaður Føroya, sum hvønn fríggjadag ger metingar um vikuna, sum stundar til, hevur í seinastuni víst á, at veiðan hjá par­trol­ arunum er batnað. Góður ísfiskatúrur Fríggjadagin landaðu Vest­ menn­ingur og Fram heili 440.000 pund til Kósavirkið í Klaksvík. Skipini hava roynt eystanfyri, og hetta má sigast at vera ein góður túrur hjá skipi og manning. Meginparturin av veiðini hjá partrolarunum er upsi og tíðin, sum nú stundar til, skuldi verið góð hjá hesum parti av fiskiflotanum. vilmund@sosialurin.fo Fiskiskapurin er batnaður Í longri tíð hevur veiðan hjá partrolarunum verið vánalig, men nú er líkt til, at glottar eru at hóma Vilmund Jacobsen Hetta er tíðin, tá toskur kem­ur inn á Norðhavið at gýta, og hetta er eisini tíðin, tá útróðrarmenn og aðrir, sum royna við snellu um várarnar, plaga at liggja fram við norðanfyri. Tá Sosialurin var ein túr á Eiði seinnapartin leygardagin, søgdu útróðrarmenn, sum vit hittu á bryggjuni, at fleiri bátar og útróðrarmenn eru komnir til Eiðis seinastu dagarnar. – Bátar koma úr ymiskum heraðshornum, og ofta koma fleiri úr Suðuroy, søgdu teir á bryggjuni á Eiði. Bara hesa løtu, sum vit steðgaðu á Eiði, komu einir 3-4 bátar norður gjøgnum Sundalagið og stevndu inn í bátahylin á Eiði. Uppí 1900 pund Á Bátafiski á Eiði, har línu-og snellufiskur hjá út­róðrarmonnum verður skildur og vigaður, siga tey, at út við 30 bátar seinastu tíðina eru komnir norður til Eiðis at royna við snellu – Men higartil hava líkind­ ini ikki verið nakað serlig. Tí hava eisini fáir snelludagar verið. Leygardagin vóru eini fimm bátar á snelluveiði. Hendan dagin var lítið at fáa, og bátarnir høvdu eini 400-500 pund hvør. Men ein annar dagur í vikuni eydnaðist betri. – Hendan dagin vóru tríggir bátar við snellu. Tveir høvdu millum 1600 og 1700 pund, og hin triði hevði eini 1900 pund. Tað er ein rímiliga góður snelludagur. Fiskurin, sum bátarnir higartil hava fingið við snellu, er bæði stórur og góður. Eisini línufiskur Á Bátafiski á Eiði siga tey, at einir seks útróðrarbátar, sum royna við línu, eisini leggja veiðina upp til virkið. Einir tveir av hesum eru heima­ hoyrandi á Eiði, meðan hinir hoyra heima aðrastaðni. – Útróðrarbátarnir, sum royna við línu, hava havt einar 6-7 dagar higartil í ár. Líkindini hava ikki verið til fleiri dagar, eins og bátar hava ligið, tá streymurin hev­ ur verið vánaligur. Á Bátafiski siga tey, at veiðan hjá útróðrarbátunum við línu hevur verið hampi­ lig. – Teir hava ligið úr 100 upp í eini 200 pund á línuna. Trupult hevur tó verið at fingið samanhangandi dagar, og tí hevur borið illa til hjá útróðrarmonnum at fylt við, hvar fiskur er at fáa. Selja um FMF Allur útróðrarfiskur, sum kemur upp á land á Eiði, verð­ ur seldur um upp­boðs­søluna hjá Fiskamarknaði Føroya. – Ein fittur partur verður keyptur og virkaður á virk­in­ um, Greipan, sum Rainbow Seafood rekur í Oyndarfirði. Ein keypari av tí stóra tosk­ inum er saltfiskavirkið Vað­ horn, sum hevur framleiðslu á Strondum og á Toftum, siga tey á Bátafiski á Eiði. vilmund@sosialurin.fo 30 snellubátar klárir á Eiði til norðhavsróður - Enn hevur lítil snelluútróður verið, tí tað hevur viðrað so illa. Bátarnir hava verið úti einar tveir dagar, harav hin fyrri dagurin eydnaðist rímiliga væl, siga tey á Bátafiski á Eiði Lítil línu­ fiskur hesa vikuna Vilmund Jacobsen Tað verður ikki nógv­ur línufiskur hesa vikuna. Bara tvey línuskip eru til fiskiskap, ein er norðanfyri og ein eystanfyri. Hesi bæði skipini koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Skipini, sum hava ligið inni, fóru ætlandi út aftur í vikuskiftinum – ella, tá veðrið batnar. Tað sigur Fiska­ marknaður Føroya í sínum metingum fyri hesa vikuna. Um útlitini fyri útróðri, verður sagt, at streymurin verður góður, men veðrið roynist illa. Tí væntar mark­ naðurin ikki tað nógva av útróðrar­ fiski hesa vikuna. – Ein djúp­vatns­ trolari er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan restin fiskar upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn í vik­uni. Tann, sum fiskar svartkalva, kem­ur neyvan inn fyrr enn í næstu viku. Partrolararnir eru allir eystanfyri og fiska upsa. Fiski­skapurin er brúki­ligur, og skip­ ini koma inn, sum hend­an vikan gong­ ur. Fiskamarknaður Føroya sigur, at bara ein trolbátur er til fiskiskap og kemur inn at landa í dag. Hann hevur mest tosk og hýsu. Annars fara trolbátarnir út, um veðrið verður til vildar. – Tvey garnaskip, sum eru til fiskiskap, koma væntandi inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum met­ ingum. Einir 30 bátar úr ymiskum heraðshornum plaga at liggja á Eiði í norðhavstíðini, og soleiðis er eisini í ár Mynd: Vilmund Jacobsen Tveir høvdu millum 1600 og 1700 pund, og hin triði hevði 1900 pund