mánadagur 27. februar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gott ár hjá Atlantic Petroleum
Hóast árið ikki gjørdist so gott, sum upprunaliga var roknað við, er Ben Arabo kortini
nøgdur við úrslitið, sum vísti eitt avlop á 66,6 milliónir eftir skatt
Leo Poulsen
127,5 milliónir stóðu á nið
astu linju áðrenn skatt, og
tað var heldur lakari enn
upprunaliga metingin segði.
– Vit hava framleitt góðar
2000 tunnur av olju í meðal
um dagin, men hóast tað
er heldur minni enn vit
væntaðu tá árið byrjaði, so
var oljuprísurin ógvuliga
góður. Vit fingu í meðal 108
dollarar fyri tunnuna, og
tað er væl meira enn teir 100
dollararnir, sum vit høvdu
roknað við, sigur Ben Arabo,
stjóri í Atlantic Petroleum.
66,6 milliónir krónur vórðu
í avlopi, tá skatturin var
goldin, og við tí er eginognin
hjá felagnum vaksin upp til
444,4 milliónir krónur.
– Tað, sum veruliga hevur
havt týdning hjá okkum, er at
vit hava tvífaldað leitiloyvini
gjøgnum árið, og tað hava vit
nýtt nógva orku upp á. Vit
eru nú til reiðar at fara undir
at bora tríggjar brunnar, har
tann fyrsti verður settur
á innan fyri 14 dagar, tann
næsti verður boraður í juni
saman við Statoil á Brugdan
II økinum, og so hava vit lagt
ein brunn aftrat til rættis at
bora í ár í Norðsjólnum, sigur
Ben Arabo.
Tað merkir, at boriaktivi
teturin
verður
munandi
størri í ár, enn hann var í
fjør.
Felagið er eisini væl fyri
fíggjarliga.
– Lániskuldin er komin
niður á góðar 104 milliónir,
havav 65 milliónir er lang
freistað skuld, so fíggjarliga
er felagið munandi betri fyri
enn tað var fyri tíð síðani.
Men tað, vit fáast við, krevur
nógvan pening, og tí eru vit
rættiliga varnir soleiðis, at
vit hava ráð at taka av, tá
rætta tilboðið kemur, sigur
Ben Arabo.
Góð útlit
Fyri framman liggja nøkur
fund í syðra parti av Norð
sjónum.
– Har skulu vit bora fyri at
fáa staðfest, um fundini eru
í rakstrarverdum nøgdum.
Og hartil koma so teir tríggir
áðurnevndu
brunnarnir,
men vit eru eisini alla tíðina
úti um okkum at útvega fleiri
brunnar, sigur Ben Arabo.
Onkrir av hesum brunn
unum verður boraður í ár,
men onkur liggur longur
frammi í 2013.
Tað er avbjóðingin at
tryggja, at Atlantic Petroleum
eisini hevur nakað at gera um
fimm ár, sigur Ben Arabo.
Framleiðslan
verður
á
sama støði sum í fjør.
– Vit rokna við at fram
leiða eitt stað millum 700.000
og 800.000 tunnur upp á
ársbasis, og í peningi meta
vit at koma upp á eitt stað
millum 200 og 270 milliónir
krónur áðrenn avskrivingar
og skatt, sigur Ben Arabo.
Hesar metingarnar eru
gjørdar út frá varligum olju
prísum.
– Vit hava valt at gera met
ingarnar út frá einum olju
prísi sum sigur 100 dollarar
fyri tunnuna, og tað er varis
liga mett, tí oljuprísurin í
løtuni er væl oman fyri tað,
sigur Ben Arabo.
Ben Arabo, stjóri á Atlantic
Petroleum, heldur, at
árið hildnaðist væl, hóast
framleiðslan var heldur
lakari enn upprunaliga mett
Leo Poulsen
Tað var mest sum av tilvild,
at Durita Brattaberg fekk
starvið
sum
stjóri
fyri
opera’ini í Ringsaker.
Eg sang við í operakórinum
tá starvið var lýst leyst, og
eg søkti so og fekk tað, hóast
eg ikki hevði tær neyðugu
royndirnar,
sigur
Durita
Brattaberg.
Hon fekk starvið, sum
er áramáls sett í fýra ár, og
tá tey fýra árini vórðu farin
søkti hon av nýggjum og
fekk starvið aftur.
Durita er útbúgvin innan
biologi og hon hevði arbeitt
við verkætlanum, sum er
nakað tað sama, sum starrvið
í Ringsaker Opera’ini.
Eftir seks árum í Ring
saker Opera’ini metti Durita
Brattaberg, at tíðin var komin
til at royna nakað nýtt, og tá
møguleikin beyðst, søkti hon
starvið sum stjóri í nýggja
mentanarhúsinum, sum í
løtuni verður bygt í Hamar.
Talan er um eitt rættiliga
stórt hús, sum er 15.000 fer
metrar. Tað skal húsa sjón
leikinum í Hedemark og
uppland, har verður eitt stórt
bókasavn og venjingarhøli til
kórsang og annað, umframt
ein stóran sal. Roknað verður
við einum vitjanartali mill
um 700.000 og 800.000 fólk,
so talan er um mest týdn
ingarmikla
húsið
millum
Oslo og Trondheim, sigur
Durita Brattaberg.
Herðaklapp
Durita Brattaberg treivst
væl í Risaker, men føldi sam
stundis, at henni nýttist
nýggjar avbjóðingar.
Samstundis visti eg jú
ikki, nær eitt starv innan
mentanina aftur gjørdist
leyst at søkja, og tí gjørdi
eg av at royna hetta, sigur
Durita Brattaberg.
Í blaðnum ostlendingen.
no verður Durita Brattaberg
umrødd, og tað er ikki hissini
herðaklapp hon fær við á
vegnum.
Sjálvandi er tað altíð
hugaligt at fáa rós, men
tað arbeiði eg havi gjørt í
Ringsaker havi eg ikki gjørt
einsamøll, tað ber stutt sagt
ikki til. Vit hava eitt gott stýri
og góð fólk, sum hava sett út
í kortið hvørja leið vit skulu
halda, og eg skal avgjørt ikki
taka mær ærina fyri tað sjálv,
sigur Durita Brattaberg.
Hon tekur væntandi við
starvinum 1. juni, og hon verð
ur sum nevnt við at byggja
nýggja mentanarhúsið upp
frá grundini.
Durita skal menna
mentanina í Hamar
Eftir seks ár sum stjóri fyri Opera’ini í Risaker er tíðin nú komin til, at Durita Brattaberg skiftir starv. Hon
skal frameftir verða leiðari fyri einum risastórum mentanarhúsið, sum í løtuni er undir bygging í Hamar
Durita Brattaberg er sera væl umtókt sum stjóri á Ringsaker Opera’ini, men frá 1. juni verður tað nýggja mentanarhúsið í Hamar, sum fær gleði av henni