mikudagur 29. februar 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað var Arne Poulsen, aðal
stjóri í Vinnumálaráðnum,
sum var so »óheppin«, at
missa nummarplátuna, tá
hann koyrdi fullur og rendi
á ein garð á Vegnum Langa
í Hoyvík næst síðsta leygar
dag.
Í útvarpinum í gjár lovaði
hann, at hann ikki fer at
koyra fullur aftur.
Málið verður viðgjørt á
Løgmansskrivstovuni, sum
varðar av aðalstjórunum, og
Johan Dahl hevur avtalað við
Arna Poulsen, at hann slepp
ur at halda fram í starvinum,
til málið er kannað.
Vit hava fyrr upplivað, at
løgtingsmaður hevur gjørt
sama brølara, enntá bara fá
ar metrar frá garðinum, sum
Arne Poulsen rendi á.
Ta ferðina megnaði løg
tingsmaðurin at sláa málið
upp í glens, hóast hann átti
at skammast og lagt frá sær
sum løgtingsmaður.
Hvussu verður við Arna
Poulsen frætta vit helst um
stutta tíð. Men var skomm
skapt í aðalstjóranum, so
legði hann frá sær beinanveg
in. Tað er eingin orsøk til at
løgmaður (sum hann plagar)
skal flyta hann í eitthvørt ráð
gevarastarv í Fiskimálaráð
num við fullari aðalstjóraløn
og pensjón – ella hvat annað
politiska skipanin kann finna
uppá at gera við aðalstjórar,
sum ikki kunnu brúkast.
Sum aðalstjóri kann hann
væl saktans ikki halda fram,
tí tað mugu vera álitisfólk,
sum røkja slík størv. Ikki
menn, sum koyra fullir og
rýma undan løgregluni.
Týsdagurin í síðstu viku – 21. febru
ar – er av ST útnevndur til altjóða
móðurmálsdag. Hesin dagur hevur
verið hildin 12 ferðir, men í Føroyum
hava vit ikki givið okkum far um
hendan dagin.
Í síðstu viku segði Jógvan í Lon,
formaður í føroysku málnevndini
og lektari á Fróðskaparsetrinum
við heimasíðuna hjá Námi, at tey
í málnevndini eru fegin um hetta
tiltakið frá ST, men at Málnevndin
heldur vil, at vit hava okkara egna
móðurmálsdag, sum nevndin mælir
til verður hildin á mariumessu, 25.
mars, sum er føðingardagurin hjá V.
U. Hammershaimb.
Tað er heilt víst skilagott, at vit
hava okkara egna móðurmálsdag,
og at halda hann á føðingardegnum
hjá Hammershaimb er sjálvandi eitt
heppið val, tí tann týdningur, sum
virkið hjá Hammershaimb hevur
havt fyri føroyska málið hevur
ómetaligt virði.
Vit hava eitt móðurmál, sum
vit kunnu vera errin av. Ikki minst
kunnu vit fegnast um, at tað eydn
aðist nøkrum fólkum í næst síðstu
øld, við V. U. Hammershaimb á odda,
at skapa okkum skriftmálið, sum
var horvið. Tað er ikki hissini bragd
at endurskapa einum fólki og eini
tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki
skriftmálið, so høvdu vit valla held
ur móðurmálið í dag – og tá hevði
tjóðskaparligi samleikin ikki verið
eins eyðsýndur, og hann er.
Og tey sum hava lyft arvin sein
astu árini hava eisini rós uppiborið.
Hyggið bara í skúlabøkurnar í dag í
mun til fyri einum mansaldri síðini,
ella í føroysku bløðini. Tað er eitt
satt skarvslop, sum málið hevur
gjørt – og tí betur støðugt ger.
Ofta hoyrist sagt, at føroyska
málið er so trupult og stirvið at
brúka – og trupult at læra at stava.
Vit sum dagliga fáast við málið
kunnu tó sanna, at so er ikki – hó
ast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so
treinja ábøtur. Men størstan týdn
ingin hevur tó hugburðurin til mál
ið og til málrøkt. Ein slíkur móður
málsdagur kundi sett málrøkt í
hásæti – og givið okkum øllum, sum
dagliga nýta málið í okkara starvi,
íblástur og nakað at stremba eftir.
At hava góðan hugburð til mál
ið er eisini at stuðla hvør øðrum.
Og her er tað, at vit sum heild ikki
eru nóg tilvitað, tí mangan verð
ur funnist harðliga at fólki, ið ikki
nýta góðan málburð – ella ikki stava
nóg væl – heldur enn at stuðla og
stimbra.
Vit
í
Miðlahúsinum
heilsa
móðurmálsdegnum 25. mars væl
komnum. Hammershaimb hevur
uppiborið heiðurin – og okkum,
sum dagliga starvast við málinum
treingja til hendan dagin, og tí vilja
vit fegin leggja teigapláss og miðla
rúmd til hesa søk!
Eitt gott hugskot at halda
føroyskan móðurmálsdag
Av 200 næmingum í NámX
í Eysturskúlanum í Havn
møtir umleið helmingurin
upp til eitt korter ov seint
um dagin.
Tað staðfesti skúlastjór
in, Eyðdis Eidesgaard í út
varpinum í gjár, tá morgun
sendingin setti sjóneykuna
á skúlaferðslu og uppmøt
ing.
Eyðdis Eidesgaard segði,
at hetta kortini ikki bara er
galdandi fyri størru næm
ingarnar, men at tað er ein
generellur trupulleiki, at
næmingar í heila tikið møta
ov seint til undirvísing.
Og hon legði heldur ikki
fingrarnar ímillum – men
vísti á, at tað er ikki rætt
av skúlanum at lata hetta
ganga út yvir næmingarnar,
men at tað eru foreldrini,
sum áttu at fingið fleingj
una.
Og rætt hevur hon. Hesi
ábyrgdarleysu foreldur ikki
bara órógva undirvísingina
hjá teimum næmingum,
sum møta regluliga til tíði
na. Tey oyðsla eisini við al
mennum pengum. Bara fyri
10. flokk í Eysturskúlanum
oyðsla hesi foreldur eitt
heilt lærarastarv burtur, um
vit umrokna hetta korterið
til undirvísingartímar.
At finast at skúlum og
lærarum er so ómakaleyst.
Men hvat skal skúlin gera,
tá helmingurin av næm
ingunum eru so illa upp
drignir heimanífrá, at teir
sum sekstan ára gamlir ikki
megna at møta til tíðina?
So foreldur hjá ov seinum
børnum: Takið hesa fleingj
una frá skúlastjóranum til
tykkum, og venjið børnini til
góðar, viknar og árvaknar
samfelagsborgarar – heldur
enn at menna tey til drumb
ar og letingar!
Foreldur oyðsla
skúlatíðina burtur
Hammershaimb og móðurmál
Nummarplátan sum
feldi aðalstjóran
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ósoli
dariska
fylgið
Brandur Sandoy
kjak á síðu 18
Tekn
iski skúli í
Klaksvík
Gunnvør Balle
kjak á síðu 18
Garðurin á Vegnum Langa, sum Arne Poulsen
rendi á: Portalurin skrivaði 19. februar frá
løgregluni, at »maðurin var so dýrandi fullur,
so tað málið fær eitt dýrt eftirspæl fyri hann...«
Eyðdis Eidesgaars er
skúlastjóri í Eystur
skúlanum í Havn