Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hatta má ikki henda aftur – Vit mugu tosa um, hvat gerast kann at forða fyri, at tey menningartarnaðu fólkini, sum eru tey allar veikastu, ikki aftur verða rakt av verkfalli, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna Randi Jacobsen Tá ið Føroya Pedagogfelag hevði verið í verkfalli í tvær vikur, og einki hendi, hótti felagið við at taka øll undantøk aftur. Hetta fór at raka meinast hjá teimum menn­ingar­tarnaðu. Summi menningartarnað fólk vóru í tí støðu, at tey kundu flyta heim til foreldrini, men tað bar ikki til hjá øllum, og Nærverkið fyri­reikaði eina ætlan um at flyta hesi fólk í flóttafólkalegu í Legu­ húsinum í Nesvík. Pedagogar, sum vóru tænastumenn, skuldu vera um tey. Tá var ovboðið hjá Sigrun Wardum, forkvinnu í Javna, felag teirra menningartarnaðu. Hon hótti við at melda lands­ stýrið fyri at seta tey allar veik­ astu í hesa støðu, og hon vísti eis­ ini á, at djórini vóru nógv betur vard enn menniskjuni. Vit hava djóra­verndar­lóg, men onga lóg, sum tryggjar menniskjum sømilig kor. Etikkur og moralur – Í míni verð snýr tað seg um etikk og moral, hvussu fólk verða við­farin, og hvat er sømiligt. Beint tá helt hon, at pedagog­ arnir í Nærverkinum áttu at sligið nevan í borðið og sagt, at nú var markið nátt, hvussu tey menn­ingartarnaðu kundu vera viðfarin. Men aftaná fann hon útav, at høvdu pedagogarnir gjørt tað, var tað tað sama sum at siga upp. Verkfallið endaði, áðrenn tað kom hartil, men Sigrun Wardum er sannførd um, at tað fer at taka langa tíð at fáa tey menn­ingar­ tarnaðu at verða trygg aftur. Tey harm­aðust um eitt nú ikki at sleppa til arbeiðis á varda verk­ stað­num Vón á Argjum. Tað var ikki fyri lønina, men teimum tørv­ ar ein reglulig lív. Sjálvt um Sigrun Wardum væl skilir krøvini hjá pedagogunum, og at Fíggjarmálaráðið skal ansa eftir kassanum, heldur hon tað vera úti av allari leið, at eitt verk­ fall skal raka tey allar veikastu í sam­felagnum. Ein máti kundi verið at latið øll starvsfólkini verið tænastumenn, sum ikki hava rætt til at farið í verkfall. Hon veit tað ikki. – Hatta má bara ikki henda aftur, at tey menningartarnaðu koma í hasa støðuna, sigur Sigrun Wardum, sum nú fer at tosa við Mentamálaráðið og aðrar myndugleikar um, hvat gerast kann. Til arbeiðis Verkfallið er av, og dagliga arbeiðið hjá Javna er tikið uppaftur. – Fremsta uppgávan hjá Javna er at ávirkað lóggavusmíðið, so viður­skiftini hjá teimum menn­ ingar­tarnaðu batna. Eg haldi, at lurtað verður eftir okkum, sjálvt um úrslitið ikki altíð verður, sum vit kundu hugsað okkum, sigur Sigrun Wardum. Hon hevur parttiðarstarv sum for­kvinna í Javna og situr á skriv­stovuni dagliga saman við einum skrivstovufólki, sum ar­ beiðir hálva tíð. Sigrun Wardum er sjúkra­røktarfrøðingur. Tær hava ríkiligt at gera, og tele­fonin ringir alla tíðina. Summi ringja fyri at kæra sína neyð, onnur biðja um góð ráð um, hvussu tey skulu greiða sínar trupul­leikar. Sigrun Wardum sigur, at Javni hevur gott samband við fleiri av­ varðandi at menningartarnaum fólki, og tað er hon fegin um. – Tað er gott, at tey fólkini vita, hvagar tey skulu fara við sínum spurningum. Orkan hjá teimum í Javna er tó avmarkað, og viðhvørt eru tey noydd at biðja tey avvarðandi royna, hvussu langt tey sjálv megna at koma við at loysa sínar spurningar. Skúlatilboð Fyri fleiri árum síðan komu boð­ ini um, at fólkaskúlin skuldi vera fyri øll. Tankin er góður, men skipanin riggar ikki til fulnar, sigur Sigrun Wardum. Eitt menningartarnað menniskja kann ikki fara til próv­ tøku sum hini, og tí koma tey úr fólkaskúlanum við ongari próv­ døming. – Tað ger, at ein arbeiðsgevari einki hevur at meta seg eftir, um hann hevur hug at seta eitt menn­ ingartarnað fólk í starv. Fyri tað kunnu menningartarnað fólk væl hava dygdir, sum arbeiðsplássið kann fáa gagn av. – Einasta veruliga tilboð til tey menningartarnaðu fólkini er, at sjey fólk verða triðja hvørt ár tikin inn á Rásina í Rúnavík. Tað er ikki nóg mikið. Annars arbeiðir Javni við at fáa okkurt serligt tilboð á kom­andi skúladeplinum við Markna­gils­ vegnum við einum slag av mið­ náms­útbúgving fyri menningar­ tarnað. Tey mugu tó hava ein ann­an próvskala enn hini. Nøkur arbeiðspláss hava verið opin fyri at seta menningartarnað fólk í starv, almenn sum privat. Tað riggar væl, men Sigrun Wardum kundi hugsað sær, at fleiri ar­beiðspláss lótu dyrnar upp fyri menningartarnaðum, sum saktans kunnu røkja ávísar upp­gávur. Sigrun Wardum flennur at politisku orðununum um, at tað skal loysa seg at arbeiða. – Tey flestu menningartarnaðu eru fyrtíðarpensionerað og viljas fegin arbeiða. Tey fáa nakrar fáar krónur í tímaløn, so tað er ikki løn­in, sum drívur verkið. Tey vilja bara gjarna gera okkurt. Ein stórur trupulleiki er, hvagar skulu tey tá fara, tá ið tey eldast. – Tá verða tey oftast flutt á Eirargarð at vera saman við yngri dementum, og tað riggar ikki. – Sigrun Wardum væntar sær nógv av ætlanini hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu um tann rúmliga arbeiðsmarknaðin. Tað verður áhugavert at frætta nærri um. randi@sosialurin.fo í meldrinum Sigrun Wardum: