Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er ikki við mýkindum, sum Ed­mund Joensen fer við Sam­bands­flokk­inum og løg­ manni, nú hann al­ment eft­ir­ metir fyrstu 100 dagarnar hjá lands­stýrinum: • Flokkurin hevur flutt seg frá sínum sosial-liberala grund­støði • Flokkurin fylgir í dag øðrum flokki á einari víð­ gongd­ari høgra-lib­e­ral­ist­isk­ ari rás, har fá fyr­i­lit eru fyri stevnu Sam­bands­floks­ins og teim­um mongu, ið trúliga stuðla flokk­i­num. • Fleiri við mær munnu halda, at sjón­ligur munur er á tí, sum flokk­urin segði áðr­ enn val­ið og tí, sum flokkurin hev­ur gjørt eftir valið • At Sambandsflokkurin er við til at skatta pen­sjón­ir við inn­gjald er eitt bein­leið­is inn­triv í per­són­liga fræls­ið hjá borg­ar­u­num. Hetta er eitt brot á sos­i­al-liberalt prin­sipp • Skattapolitikkurin hjá ABDH sam­gong­uni gong­ur eis­ini í­móti sos­ i­al-li­ber­alu stevnu floks­ins • Á ongan hátt var val­úrs­l­ it­ið eitt ynski frá føroyingum um at seta eina víðgongda høgra-liberalistiska stjórn eft­ir valið... Og vit kundu hildið fram við at endurgivið fyrr­ver­andi sam­bands­løg­mann, sum er týð­u­liga mis­nøgd­ur við kós­ina hjá Kaj Leo J­o­ hann­e­sen. Hóast hann ikki held­ur nógv um løg­mann, so held­ur hann tó, at tað glógv­ar í Jo­han Dahl, sum tal­ar fyri og krev­ur til­feing­ is­gjald. Hann heldur, at flokk­ur­ in held­ur skuldi valt ann­an flokk at sam­starv­að við – her sip­ar hann til Javn­að­ar­ flokk­in. Hann vónar, at allir á­byrgd­ar­per­sónar í Sam­ bands­flokk­i­num fara at nýta næstu 100 dag­ar­ nar at rætta kós S a m ­b a n d s ­ floks­ins. – Um tað ikki eyd­n­ast, so eri eg bang­in fyri av­leið­ing­u­num, sig­ur Ed­mund Jo­en­sen. Tað er ikki hissini varskó, sum Edmund Joensen, fyrr­ver­andi for­ mað­ur Sam­bands­floks­ins, fyrr­ver­ adi løg­tings­mað­ur og fyrr­ver­andi løg­mað­ur, nú rópar eftir Kaj Leo Jo­hanne­sen og fylgi hansara í Sam­ bands­flokk­inum. Á hesum stað hava vit ferð eftir ferð víst á, at Sam­bands­flokk­ur­ in lítla og onga á­virk­an hev­ur á pol­i­tikk­in, sum samgongan rekur. Fólka­flokkur­in hev­ur alt vald­ið, með­an Sam­bands­flokk­ur­in eig­ur kransa­køk­u­fig­ur­in, Kaj Leo Holm Jo­hann­esen. Nú sig­ur Edmund Joensen júst tað sama. Tá hetta er sagt, so er tað als ikki fyri at lasta Fólk­a­flokk­in. Tvørt­ur­í­ móti. Fólka­flokk­ur­in rek­ur sín egna fólka­floks­pol­i­tikk – sjálvandi. Mun­ ur­in er bara tann, at meðan Fólka­ flokk­ur­in fekk átta ting­fólk vald á ting, so hava Jørg­en Nicla­sen og flokk­ur hans­ara dug­að so væl at telvað seg til pol­it­iska vald­ið, at flokk­ur­in í ver­u­leik­a­num hev­ur 19 at­kvøð­ur í løg­tingi­num. Fyri at siga tað eitt sind­ur groft, so eru tey átta sam­bands­fólk­ini, Jenis av Rana, Bill Just­inus­sen og Jógv­an Skor­heim bara atkvøðuneyt hjá Fólka­flokk­ inum. Tá Bjarni Djurholm 1. august í fjør legði fram á ting uppskot um flat­skatt, vóru tað tey fæstu, sum góvu sær far um tað. Vit umrøddu tað tó á hes­um stað, tí hetta var so eitt upp­skot, sum um ikki ann­ að setti hol sam­fel­ags­trup­ul­leik­ an við tí høga marg­i­nal­skatt­i­num. Men at hetta upp­skot skuldi verða lóg 144 dagar seinni, tað hevði eingin roknað við. Valla heldur tey í Fólkaflokkinum. Tað var kort­ini gjøgnumtrumfað uttan trup­ul­ leik­ar, tí Fólkaflokkurin hevði 10 at­kvøð­u­neyt aftur at sær í løg­ting­ i­num. Agnið hjá Fólkaflokkinum var at lata Sambandsflokkin sleppa nið­ur til Danmarkar at biðja um hægri blokkstuðul. Hóast Jørgen Nicl­a­sen hev­ur ver­ið kúrr­ur um mál­ið, so hev­ ur for­mað­ur Fólk­a­floks­ins á tingi loks­ins av­dúk­að tað, sum tey flestu vistu, at hetta bara vóru kávalótir hjá Fólkaflokkinum: Tey lótu Kaj Leo Johannesen fara til Danmarkar at bidda pengar, vælvitandi um, at hann bara kundi koma heimaftur við teimum átta milliónunum, sum ein prístalsregulering kundi geva. Enn er einki, sum bendir á, at løgmaður hevur uppdagað tað. Men tað hevur Edmund Joensen, sum ikki fær tagt longur. Hann vil ikki standa og hyggja, meðan Sam­ bands­flokk­ur­in nærkast egg­ini. At Edmund Joensen er ein spil­ lopp­mak­ari, hev­ur hann so mang­an víst. Men hann sær hó­ast alt, at løg­ mað­ur er fjar­stýrd­ur – og hann ótt­ ast fyri av­leið­ing­u­num, um flokk­ur­ in ikki tek­ur ann­að skinn um bak. Vit kunnu bara stað­festa, at hetta er ein á­hug­a­verd eygleiðing. Edmund: Kaj Leo eltir víð­ gongda høgra-Fólkaflokkin At flogferðaseðlaprísirnir millum Føroyar og út­heim­ in eru ov høgir, er vorðið eitt politiskt postulát hjá nógvum pol­it­ik­arum. Jú, tað er dýrt at flúgva – og sam­an­borið við, hvat vit kunnu fáa ferða­seðlar fyri millum onnur lond, so kann hesin pás­tandur sannast. Men tað tykir kortini, sum nógvir politikarar í hes­um málið taka fepurin mill­um fólk – fyri síðani at ogna sær eina meingin, sum tey flestu kunnu vera samd um. Men tað er altso politiska skip­anin, sum setti út í kort­ið pri­v­at­i­ser­ing­ina av al­menna flog­fel­ag­num. Tað er pol­it­iska skip­anini, sum er or­søk­in til, at henda til­ gongd steðg­aði í hávl­um gekki. Og tað er politiska skip­anin, sum er orsøkin til, at hetta hevur staðið í stað sein­astu fimm árini. Vinnumálaráðharrin úr sos­i­al-li­be­r­ala Sam­bands­ flokk­inum er størsti tals­ mað­ur fyri at nat­i­o­n­al­i­sera tann part­in av flog­fel­agn­ um, sum er priv­atur. Løg­ maður var í ok­to­ber tals­ mað­ur fyri, at vit kunnu brúka eina blokk­stuð­uls­ hækk­ing til at fáa bíl­ig­ari flog­ferð­a­seðl­ar. Tað síðsta nýggja er at skatta hvørt hús­ar­hald fyri at fáa prísin niður. Alt hetta er tað bera snakk. Um pol­it­ik­ar­ar­ ikki hava eina veruliga loysn, so er best at teir tiga. Teir kunnu leggja fyri við at taka av tyngj­andi av­gjøld og at gera neyð­ug­ar um­ rað­fest­ing­ar, sum skulu til – heldur enn bara at snakka fólki eft­ir munn­i­num. Snikksnakk um flogferðir Kann nakar vakja kaj leo? Ein skorfleingja frá sambandshøvdinganum... »Eldra­ byrð­an« vend á høvdið Hans Pauli Strøm tíðargrein á síðu 19 Eiga at síggja møgu­ leikarnar... Bjarni Djurholm kjak á síðu 20 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Fallin, og plátan lá eftir! Hes­ar sein­astu dagarnar hava tveir hampa­menn ver­ið fyri teirri vanlagnu at renna á við akfarinum og í ó­happ­i­num mist fremsta numm­ar­spjaldrið. Teir meta tað vera ikki sørt ó­rættvíst at teir, hóast teir í ó­haps­løtuni vóru í góð­um lag, skulu revsast fyri tað. Teir hava tí stovnað Plát­u­felagið Sutl, sum skal virka fyri at avtaka fremra numm­ar­spjaldrið – hetta er eis­ini um­hvørv­is­vin­ar­lig hugs­an. Edmund Joensen heldur, at Jørgen Niclasen hevur alt vald á Kaj Leo Johannesen og landsstýrinum