fríggjadagur 2. mars 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Avlopsskatturin fyri 2011 verður á konto hjá
fólki fríggjakvøldið 16. mars, boðar TAKS frá.
Framskundaða Skattauppgerðin og Sjálvuppgávan
fyri 2011 verða bornar út frá mánadegnum.
Pero heldur
kanska fram
Randi Jacobsen
Kristmund Ryggstein í Skop
un var millum teirra, sum
luttók í kyksilvur- og PCB-
kanningini hjá Pál Weihe.
Og tøl hansara vóru ikki
føgur. Onkur roynd vísti 122
mikrogramm av kyksilvuri
fyri liturin í blóðinum, fekk
hann at vita i brævi um.
Uppgerðin hjá Pál Weihe
fyri kyksilvurinnihaldið í
blóðinum og hárinum sigur
108,33 sum hægsta virðið.
Heilsuráðini eru, at talið
helst ikki skal fara upp um
5,8 fyri kyksilvur í blóðinum
og 1,1 gramm í gramminum
av hári.
Nøgdirnar
av
PCB
í
blóðinum vóru 24,30 mikro
gramm í litrinum, og hægsta
virðið var 47,66.
– Hetta eru sera høg tøl,
men tað samsvarar væl við
kostin hjá manninum, sum
bæði sum barn, vaksin og
seinasta árið undan royndini
hevur etið grind og spik,
sigur Pál Weihe.
Kristmund Ryggstein er
ikki einasti føroyingur við
høgum tølum.
– Okkara trupulleiki í Før
oyum er, at ein stórur partur
av fólkium er yvir hesum
marki, og tí hava landslæknin
og eg mælt frá at eta so
dálkaðan mat sum grind og
spik, sigur Pál Weihe.
85 ára gamli Kristmund
Ryggstein hevur ongar ætl
anir um at leggja um til aðrar
kostvanar. Hann heldur seg
til tann kost, hann hevur
fingið alt lítið.
Høgu tølini av kyksilvuri
og PCB hava ikki gjørt nakað
við
lívsgóðsku
hansara.
Kristmund Ryggstein hevur
verið frískur alt lívið, og at
kalla hvønn dag er hann í
fjørðinum við báti sínum.
Randi Jacobsen
Tað vóru ring boð til gikta
sjúk fólk, tá ið tað herfyri
frættist, at einasti gikta
lækni í landinum, Pero Sore
hevði sagt upp.
Hann hevur sagt upp
til 31. mars, men tað kann
henda,
at
giktalæknin
kortini ikki gevst á Lands
sjúkrahúsinum.
Tummas í Garði, vara
stjóri á Landssjúkrahúsin
um sigur, at samráðingar
fara fram við læknan um at
halda fram, og hann hevur
góðar vónir um, at gikta
læknin ikki gevst. Meira vil
hann ikki siga enn.
Fyri at stytta um bíði
tíðina fór Pero Sore undir
at hava privata viðtalu við
fólk við giktasjúkum, men
tvørleikar millum annað
við heilsutrygd gjørdu, at
hann fyrst gavt við hesi
privatu viðtalu, og næsta
stig hansara var at siga
upp.
Landssjúkrahúsið
var
fyrireikað uppá, at eingin
giktalækni fór at verða eftir
1. apríl.
Tað merkti Mette Ny
gaard, sum í januar fekk
staðfest liðagikt.
Ov leingi at bíða
Frá kommunulækna sínum
fekk hon at vita, at hon
áttu beinanvegin at fara
til serlækna, men hon fekk
ikki tíð fyrr enn í november.
Tað er leingi at bíða.
– Eg veit væl, at eg ikki
eri so illa fyri, og at onnur
eru sjúkari enn eg, men skal
eg bíða so leingi, gerist eg
kanska sjúkari, fái kanska
tørv á hjálpartólum seinni,
sum eg kundi havt sloppið
undan, og tað verða nógvir
sjúkradagar, sigur Mette
Nygaard, sum er 44 ára
gomul og heldur seg kunna
hava fleiri góð arbeiðsár
fyri framman.
Hon hevur spurt, um
hon ikki kann fara í viðgerð
í summar í Danmark, um
hon kortini fer at ferðast,
men svarið var, at so noydd
ist hon eisini at gjalda fyri
viðgerðina.
Mette Nygaard veit um
eina aðra kvinnu fyrst í
50-árunum.
Hon
hevur
eisini giktasjúku, og av tí
at hon ikki tolir heilivágin,
hon fær, tørvar henni at
sleppa til giktalækna sum
skjótast. Men eini hon
noyðist at bíða.
Tummas í Garði sigur,
at um giktalæknin heldur
fram, skuldi stórur møgu
leiki verið fyri, at Mette
Nygaard ikki nýtist at bíða
heilt til november at sleppa
til lækna.
SMS er nú fult og heilt á føroyskum
hondum. Íslendsku eigararnir hava
selt síni partabrøv til Gullak Madsen
(37%) og N.J. Mortensen (13%)
viðgerð Leiðslan á
Landssjúkrahúsinum hevur
samráðingar við giktalæknan
Pero Sore, sum hevur sagt
upp. Tummas í Garði, varastjóri
hevur góðar vónir um, at læknin
tekur uppsøgnina aftur
Mette Nygaard vil so skjótt
sum gjørligt koma í viðgerð
fyri liðagikt sína, tí hon
heldur seg hava fleiri goð
arbeiðsár fyri framman
kyksilvur
Kristmund Ryggstein er væl fyri, hóast hann alt lívið hevur etið
grind og spik og annan dálkaðan føroyskan mat
KYKSILVUR 85 ára gamli Kristmund Ryggstein í Skopun hevur óvanliga nógv
kyksilvur í blóðinum og hárinum, men hann er kortini frískur sum fiskurin
Føroyameistari
í kyksilvuri