fríggjadagur 2. mars 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4 - 10, 100 Tórshavn
leygardagin tann 24. mars 2012 kl. 10.00 við hesi fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í
farna roknskaparári.
3. Framløgu av grannskoðaðum ársroknskapi
til góðkenningar.
4. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri
2011 og 2012.
A. Góðkenning av nevndarsamýning fyri 2011.
Nevndin skjýtir upp at aðalfundurin góðkennir
faktisku nevndarsamýningina fyri 2011 á kr.
1.329.225,00
B Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri
2012.
Nevndin skjýtir upp, at støði fyri nevndarsamsýning
fyri 2012 verður hetta:
• Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr.
220.500,00
• Formaðurin móttekur 2,00 ferð
støðisnevndarsamsýningina
• Næstformaðurin móttekur 1,50 ferð
støðisnevnndarsamsýningina
• Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 ferð
støðisnevndarsamsýningina.
• Formaðurin fyri samsýningarundirnevndina
móttekur 0,50 ferð støðisnevndarsamsýn
ingina afturat vanligu nevndarsamsýning síni.
5. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan
av halli sambært góðkenda roknskapin og
ársfrágreiðing.
Nevnd felagsins mælir til, at avlopið sambært góð
kenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
6. Val av nevnd.
Tríggir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri
vali fyri eitt 2 ára skeið, nevniliga: Jan Edin Evensen,
Diana Leo og David Archibald MacFarlane. Nevndin
skjýtur upp afturval av teimum nevndarlimum, ið
standa fyri vali.
7. Val av grannskoðara, ið situr til næsti
vanligi ársaðalfundur er lokin.
Grannskoðari felagsins er Sp/f Grannskoðaravirkið
INPACT løggilt grannskoðaravirki, R.C. Effersøesgøta
26, 100 Tórshavn. Nevndin skjýtur upp afturval av
verandi grannskoðara felagsins at sita til næsta
ársaðalfund.
8. Heimild til nevnd felagsins til at keypa egin
partabrøv.
Nevndin skjýtur upp at aðalfundur felagsins broytir
verandi heimild hjá nevnd felagsins til at keypa egin
partabrøv til at vera soljóðandi:
”Heimilað verður nevnd felagsins til felagsins vegna
í tíðarskeiðnum frá 24. mars 2012 til 23. mars 2017
at keypa egin partabrøv. Nevndin kann felagsins
vegna í mesta lagi keypa egin partabrøv upp til tað
punkt har áljóðandi virðið á øllum teimum egnum
partabrøvum, sum felagið eigur, er 10% av áljóðandi
virðinum av partapeningi felagsins og hetta til ein
kurs, sum ikki kann víkja meiri enn 10% frá noteraða
kursinum á partabrøvum felagsins ið handlaði verða
á børsmarknaðinum hjá NASDAQ OMX í Keyp
mannahavn tá keypt verður.”
9. Viðtøkubroytingar
Harumframt ynskir nevndin at skjóta upp hesar broyt
ingar í viðtøkum felagsins:
A 1. Í § 6 verður talið “14” broytt til “21 dagar”,
annars verður ásetingin óbroytt.
A 2. Harumframt verður orðingin “á heimstaði
felagsins” í fyrstu linju í § 6 at strika og henda
áseting at seta inn afturat sum nýtt stk. 2 í § 6:
“Aðalfundir felagsins verða at halda á heimstaði
felagsins í Tórshavnar kommunu í Føroyum, í Keyp
mannahavnar kommunu í Danmark ella í London í
Onglandi.”
A 3. Harumframt verður henda áseting at seta inn
sum nýtt stk. 3 í § 6:
“Aðalfundur í felagnum verður, alt eftir nevndarinnar
avgerð, hildin á føroyskum ella enskum máli.”
B Ásetingarnar í § 2 stk. 2, § 3 stk. 2 nr. 4, § 3 B stk.
1 nr. 4 og í § 3 D stk. 2 nr. 4 í viðtøkum felagsins, ið
eru soljóðandi:
“Eingin partaeigari kann eiga meira enn 20% av
partapeninginum í felagnum og eingin kann greiða
atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meira enn 20%
av atkvøðunum. Løgfrøðiligir persónar, ið innanhýsis
eru so tætt knýttir hvør at øðrum, at annar hevur
avgerðandi ávirkan á viðurskiftini hjá hinum, verða
at meta sum ein í mun til hesa ognar og atkvøðu
avmarking, soleiðis at hesir løgfrøðiligu persónar
tilsamans bert kunnu eiga og greiða atkvøðu fyri í
mesta lagi 20% í partapeningi.
Sum dømi um slíkt tætt tilknýti millum løgfrøðiligar
persónar, ið fevnt er av hesi grein, kunnu nevnast:
– innanhýsis viðurskifti millum partafeløg, ið eftir
ásetingunum í § 2 í partafelagslógini eru at meta
sum koncernbundin;
– innanhýsis viðurskifti millum aðrar løgfrøðiligar
persónar og partafeløg, har hesir aðrir løgfrøðiligu
persónar eiga meira enn ella hava rætt til at greiða
atkvøðu fyri meiri enn 50% av partapeninginum í
partafelagnum;
– innanhýsis viðurskifti millum almennar stovnar.”
umframt inngangsorðingin í § 3 stk. 2 nr. 4, § 3 B
stk. 1 nr. 4 og í § 3 D stk. 2 nr. 4 í viðtøkum felagsins,
ið eru soljóðandi:
”Fyri nýggju partabrøvini er eisini galdandi henda
avmarking í ognar og atkvøðurættinum til partabrøv
í felagnum:”
verða allar at strika.
C. Verandi § 8 verður strikað og nýggj áseting við
hesum innihaldi sett í staðin:
“Ein og hvør partaeigari hevur rætt til at fáa eitt
ávíst evni sett á dagsskránna á vanliga aðalfundinum
sbr. tó annað og triðja punktum. Verður kravið herum
sett fram í seinasta lagi 6 vikur fyri, at aðalfundurin
skal haldast, hevur partaeigarin rætt til at fáa evnið
við á dagsskránna. Fær felagið kravið seinri enn 6
vikur fyri at aðalfundurin verður hildin, ger nevndin
av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið
kann verða sett á dagsskránna.”
D. Verandi § 9 verður strikað og nýggj áseting við
hesum innihaldi sett í staðin:
“Eyðkaaðalfundur skal verða hildin, tá ein aðalfundur,
nevndin ella aðalfundarvaldi grannskoðari felagsins
krevja tað. Eykaaðalfundur skal innkallast í seinasta
lagi 2 vikur eftir at hetta skrivliga verður kravt av
partaeigarum, ið tilsamans eiga minst 5 % av
partapeninginum, til viðgerðar av einum ávísum
samstundis tilskilaðum evni.”
E. Verandi § 10 verður strikað og nýggj áseting við
hesum innihaldi sett í staðin:
“Í einum samanhangandi tíðarskeiði uppá 3 vikur, ið
byrjar í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum,
íroknað tann dag, tá aðalfundurin verður hildin, skal
felagið í minsta lagi lata hesar upplýsingar vera
atkomuligar fyri partaeigarum sínum á heimasíðu
síni: innkalling, upplýsingar um samlaða talið av
partabrøvum og atkvøðurættindum á innkallingar
degnum, tey skjøl, sum skulu leggjast fram á
aðalfundinum, dagsskrá og fullfíggjaðu uppskotini,
umframt oyðubløð, sum skulu nýtast við fulltrúa og
brævaatkvøðu.”
F 1. Í § 11 verður henda áseting at seta inn fremst:
“Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at
luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi
við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey
partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrá
setingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn
aðalfundurin verður hildin.
F 2. Annars verða hesar ásetingar í § 11:
“Hvør partaeigari hevur rætt til at møta á aðalfundi
num, um viðkomandi í seinasta lagi 5 dagar fram
manundan aðalfundinum hevur biðið felagið um
atgongumerki.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum
í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava
biðið felagið um atgongumerki og atkvøðuseðil.”
at broyta til hetta innihald og at seta síðst í § 11:
“Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjøl
miðlar, hava rætt til at luttaka á aðalfundi, um við
komandi í seinasta lagi 3 dagar fyri aðalfundin hava
fráboðað felagnum hetta.”
Verður pkt F 1 og F 2 viðtikið, kemur § 11 í fullum líki
at vera soljóðandi:
“Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at
luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi
við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey parta
brøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingar
dagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðal
fundurin verður hildin.
Partaeigari kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú
til at fara á fund og greiða atkvøðu hansara vegna.
Atgongd til aðalfundin hava harumframt fjølmiðl
arnir.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølm
iðlar, hava rætt til at luttaka á aðalfundi, um við
komandi í seinasta lagi 3 dagar fyri aðalfundin hava
fráboðað felagnum hetta.”
G. Í § 16 verður henda orðing í 4. avsnitti:
“og verður henda at áseta av nevndini, tó so, at
samlaða nevndarsamsýningin til allar nevndarlimirnar
fyri eitt ár ikki kann fara uppum kr. 1.000.000 uttan
loyvi frá aðalfundi felagsins.”
at strika og verður ásetingin í nevnda 4. avsnitti í §
16 soleiðis frameftir einans soljóðandi:
“Nevndarlimir fáa samsýning fyri nevndararbeiði
sítt.”
10. Ymiskt, herundir eftir áheitan frá parta
eigara: svar av spurningum m.a viðvíkjandi
felagnum og rakstri tess.
Viðtøkumeiriluti.
Viðtøkubroytingarnar undir pkt. 9 A1, 9 C, 9 D, 9 E,
9 F1 og 9 F2 eru neyðugar til at viðtøkurnar verða í
samsvari við ásetingarnar í vinnufelagslógini, og
verða tí samtyktar við gildi, um bert ein partaeigari
atkvøður fyri uppskotinum, hetta sambært § 2 stk. 3
í kunngerð nr. 18 frá 27. februar 2012 um skiftis
skipanir í sambandi við ígildiskomu av vinnufelags
lógini.
Til samtyktar av einstøku uppskotunum til viðtøku
broyting undir pkt. 9 A2, 9 A3, 9 B og 9 G omanfyri
krevst smb. § 106 stk. 1 í Vinnufelagslógini, at í
minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og
av tí partinum av felagskapitalinum, sum er
umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við
einstøku uppskotunum til viðtøkubroyting.
Annars kunnu uppskot á skránni fyri fundin viðtakast
við vanligum atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðu
seðlum, umframt atkvøðugreiðluháttur.
Partaeigarar, ið ynskja at luttaka á aðalfundinum,
mugu bíleggja atgongumerki og atkvøðuseðlar
frammanundan og er seinasta freist fyri bílegging av
atgongumerkjum og atkvøðuseðlum mánadagin
tann 19. mars 2012. Bílegging av atgongumerki
og atkvøðuseðlum fer fram umvegis heimasíðu fel
agsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins
Gongin 9, 100 Tórshavn ella á tlf nr. + 298 350 100
og/ella telefax nr. + 298 350 101.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundi
num, hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga
fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins
Gongin 9, 100 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega
sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum
sambandi.
Atkvøðugreiðsla fer fram á sjálvum aðalfundinum,
við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi hansara),
ið rættstundis hevur bílagt atgongumerki og
atkvøðuseðlar
frammanundan,
møtir
upp
á
aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki
og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til
aðalfundin.
Rættur partaeigaranna til
at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga
seta leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum
eru av týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina 2011
og støðuna hjá felagnum annars ella um spurningar,
sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir
partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann
hann senda spurning pr. bræv til Atlantic Petroleum
P/F, Gongin 9, 100 Tórshavn ella á telefax nr. + 298
350 101, ella teldubræv á petroleum@petroleum.
fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundi
num munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um
nevndu viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, herundir
ársroknskapurin 2011 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, herundir (1)
Ársroknskapurin 2011 við grannskoðaraátekning og
ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3) fullfíggjað uppskot til
aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið av parta
brøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað
verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl liggja frammi
og eru tøk á skrivstovu felagsins Gongin 9, 100
Tórshavn (tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. +
298 350 101) í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðal
fundin, og kann fáast eintak av hesum við at venda
sær til felagið har, umframt at alt hetta tilfar eisini er
tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontoførandi peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 262.670.300 býttur
sundur í partabrøv á kr. 100 og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir
hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 100 teir eiga í
partapeningi.
Tal av pørtum er: 2.626.703 og tal av atkvøðum:
2.626.703.
Í § 2 stk. 2 er ásett, at eingin partaeigari kann greiða
atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri enn 20 %
av atkvøðunum.
Felagið hevur kosið sær Eik Banki Føroyar P/F til
kontoførandi peningastovn og kunnu parteigarar
felagsins venda sær til henda peningastovn á
bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á
heimasíðuni www.eik.fo ella á telefon nummar +
298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í
felagnum.
Tórshavn, hin 1. mars 2012
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
P.O.Box 1228
Gongin 9
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Phone +298 350 100
Office direct +298 610102
Mobile +298 550 102
Fax +298 350 101