fríggjadagur 2. mars 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Reyði Krossur
Føroya
Aðalfundur felagsins verður í húsunum
hjá Reyða Krossi Føroya í Vágsbotni
sunnudagin 25.03.12 kl. 15.00
Postrúm 2151
Smyrilsvegur 7
www.taks.fo
Serlig kunngerð
um SkattSkylduga inntøku fyri 2011
Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku
sína, áðrenn freistirnar, nevndar niðanfyri, eru úti.
Í ár eru Sjálvuppgávan og Kapitalvinningssjálvuppgávan skildar sundur!
Til ber at skráseta Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvuppgávuna á
eSkatt.fo ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 5. mars 2012.
Vanligir skattgjaldarar
Sjálvuppgávan og Kapitalvinningssjálvuppgávan 2011 hjá skattgjald
arum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu vera TAKS í hendi í seinasta
lagi 1. mai 2012.
Tann 5. mars 2012 verða Framskundaða Skattauppgerðin, Sjálvupp
gávan, Kapitalvinningsuppgerðin og Kapitalvinningssjálvuppgávan
sendar út.
Øll, sum fáa Sjálvuppgávu og Kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu
lata hana innaftur.
Er talan um uttanlandsinntøku, skal serstakt Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna
sendast inn saman við Sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni frá 5.
mars 2012 ella við at venda sær til TAKS, tlf. 35 26 00. Eisini ber til at
skráseta uttanlandsinntøkur umvegis eSkatt.fo.
Tann Framskundaða Skattauppgerðin verður send teimum skattgjald
arum, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskatta
skránni. Hesi fáa onga Sjálvuppgávu. Hesir persónar eru m.a. løntakarar,
ið bert fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara, sum er flutt um skatta
skipanina.
Kapitalvinningsuppgerðin verður send til nærum allar borgarar, ið hava
kapitalvinnning. Tey, sum í 2011 hava selt partabrøv, ið tey hava havt
liggjandi í goymslum í føroyskum peningastovnum, fáa sendandi eina
Kapitalvinningssjálvuppgávu, sum skal latast inn aftur til TAKS.
Eru upplýsingarnar á Skattauppgerðini og Kapitalvinningsuppgerðini
ikki rættar, skal ávíkavist Sjálvuppgáva og Kapitalvinningssjálvuppgáva
latast inn. Sjálvuppgávurnar fáast á heimasíðuni taks.fo frá 5. mars ella
við at venda sær til TAKS tlf. 35 26 00.
Sjálvuppgávan, Fylgiskjalið til Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvu
ppgávan kunnu latast inn umvegis eSkatt.fo. Loynitalið er upplýst á
Sjálvuppgávu/Skattauppgerð tíni. Sjálvuppgávan v.m. kann eisini latast
inn sum telefaks, sum fíla við telduposti ella sum vanligur postur.
Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu
Sjálvuppgávan við roknskapi og ognaruppgerðin 2011 skulu vera TAKS
í hendi 1. mai 2012.
Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn
og skuld í mun til 31. desember 2010. Tó skulu øll tey, sum fáa ognar
uppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda
sær til TAKS, tlf. 35 26 00.
Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn
skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men
kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2012.
Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón
sær, og harafturat verður kravt, at:
• umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2012
• sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persónum er ikki partur av
Sjálvuppgávuni longur. Øll, ið fáa eina Kapitalvinningssjálvuppgávu
skulu lata hana inn aftur.
Tey, ið ikki hava fingið eina Kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi,
men sum hava havt vinning ella tap av kapitali t.d. av seldum
virðisbrøvum, skulu lata Kapitalvinningssjálvuppgávu inn í seinasta lagi
1. mai 2012.
Feløg o.t.
Sjálvuppgáva við roknskapi og Kapitalvinningsjálvuppgáva 2011 hjá
deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu
vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2012, um roknskaparskeið teirra
endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2011.
Umsókn um longda freist
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn
skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men
kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2012.
Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag
sær, og harafturat verður kravt, at:
• umsóknin er latin inn áðrenn 1. juli 2012.
• sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin.
Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera
latin inn rættstundis, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir
innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingar
dagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlating
ardagur fyrstkomandi gerandisdag.
Er fullfíggjað Sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild
at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja
sekt.
TAKS-ráðið
2. mars 2012
110 Tórshavn
Tlf.: 35 26 00
Fax: 35 26 01
Tpostur: taks@taks.fo