Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Bæði VÍF og H71 hava góðar møguleikar at hanga í oddastríðnum, eftir at tey bæði á útivølli hitta botnliðunum ávikavist Kyndli og Team Klaksvík. Neistin fær hinvegin sera trupult við at aftur lima seg inn í FM-stríðið, tá ið teir sunnudagin møta avgjørda oddaliðnum, KÍF, í Kollafirði. Hjá kvinnunum er tað ein dystur, sum hevur serliga stóran týdning. Tað er nevniliga dysturin ímillum tey bæði liðini, sum eru saman á næstfremsta plássi - nevniliga VB og Stjørnan. Hesin dysturin verður í Vági sunnudagin kl.15, og er tað væl hugsandi, at vinnarin av hesum dystinum spælir seg í FM-finaluna saman við Neistanum. albinus@sosialurin.fo Sunset-kappingin 03/03 14.30 Kyndil - VÍF 03/03 15.00 Tjaldur - Neistin 04/03 15.00 VB - Stjørnan Atlantic Airways-kappingin 03/03 16.00 Kyndil - VÍF 04/03 16.00 KÍF - Neistin 04/03 16.00 Team Kl. - H71 Pætur Albinus Í Eik-liguni hjá monnum hava Mjølnir eitt seinasta skot í byrs­ uni, og tapa teir ímóti ÍF, eru teir fullkomiliga úti av finalu­ kappingini. Hinvegin hava kvinn­urnar hjá Fleyr møgu­ leik­an at spæla seg í final­una ímóti Mjølnir, tá ið tær sunnu­ dagin fáa vitjan av SÍ. albinus@sosialurin.fo Eik-ligan, kvinnur: 04/03 13.00 KÍF-Ternan 04/03 14.00 ÍF-Mjølnir 04/03 14.00 Fleyr-SÍ 04/03 14.00 Dráttur-TB Eik-ligan, menn: 04/03 16.00 ÍF-Mjølnir Hondbóltur Hjá monnunum roynir H71 at hanga í VÍF, meðan kvinnurnar hjá VB og Stjørnuni hittast í einum dysti, sum kann hava avgerandi týdning fyri hvør kemur í FM-finaluna Spennandi oddadystur í Vági Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Nú røkkur ella støkkur Flogbóltur Menninir hjá Mjølnir eru í vanda fyri at endaliga síggja FM-finaluna gleppa, meðan kvinnurnar hjá Fleyr hinvegin hava møguleikan at spæla seg í finaluna