fríggjadagur 2. mars 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 2. mars 2012
2
VIKUSKIFTI
Einasta veruliga tilboð til tey menningartarnaðu
fólkini er, at sjey fólk verða triðja hvørt ár tikin
inn á Rásina í Rúnavík. Tað er ikki nóg mikið.
Sigrun Wardum, forkvinna í Javna
X Factor
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri tveimum árum síðani var Anna
Nygaard ein av stóru profilunum í
donsku X Factor kappingini, og í ár er
Sveinur Gaard Olsen sera sjónligur í
kappingini.
Men hvussu er tað hjá foreldrunum
at fylgja við, tá ið børnini taka lut í
eini slíkari krevjandi kapping, har tvær
milliónir fólk fylgja hvørjum feti, tey
taka, og hvørjum tóna, tey syngja.
– Tað var meira ein stór uppliving
enn eitt stórt trýst hjá Annu. Tað var
sum at vera í tivoli 24 tímar um døgnið.
Men sjálvandi er eisini eitt vist trýst
á luttakarunum. Tú skalt hava nakað
upp á hjarta, men tú skalt eisini verða
eyðmjúkur. Hvørt orð verður vent og
snarað, og tað er ein avbjóðandi støða
hjá øllum, sigur Kenneth Nygaard, pápi
Annu Nygaard.
– Luttakararnir í X Factor eru á
eggini allatíðina, og tað kann eydnast
ella miseydnast, og tað ger tað sera
spennandi at fylgja við í. Men fyri
foreldur snýr tað seg bara um at stuðla
og bakka upp, sigur hann.
Frøast
Elgeir Olsen og hansara familja fara
í hesum døgum ígjøgnum tað, sum
familjan hjá Annu Nyggard fór ígjøgn
um fyri tveimum árum síðani, men
eisini Elgeir sær fyrimunirnar og góðu
upplivingarnar heldur enn vansarnar
við kappingini.
– Tað kom óvart á okkum, at Sveinur
fór við í X Factor, men vit frøast um,
hvussu væl tað hevur gingið hjá
honum. Vit eru spent, men vit hugna
okkum eisini við X Factor, sigur Elgeir
Olsen.
– Tað hevur verið styrki hjá Sveini,
at hann hevur verið avslappaður um
støðuna. Hann er bara glaður fyri, at
hann er komin so langt. Fólk fylgja
ótrúliga væl við, og tað er fløvandi at
merkja áhugan og stuðulin frá fólki,
sigur hann.
Syndarlig
javnstøða
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Jákup Bogi Joensen / Mynd: Rebekka Rafael
klumman
Inna
Törnroos
Tað er meira ein stór uppliving enn eitt stórt trýst,
tá ið børnini fara við í X Factor, halda páparnir
hjá Sveini Gaard Olsen og Annu Nygaard
Spentir pápar
fylgja væl við
Tey flestu av tykkum
hava helst sæð hesa
myndina. Hon hevur
ligið á Facebook
seinastu vikurnar,
og sjáldan hava vit
javnstøðuáhugað
fingið so gott
innlit í føroysk
húsarhaldið sum við
viðmerkingunum til
hesa myndina.
Higartil hava 369
deilt myndina hjá
upprunamanninum
N-Jón Ellendersen.
Havi blaða
ígjøgnum tær
deilingar, sum eru almennar, og tað eru
avgjørt flest kvinnur, sum hava deilt.
Viðmerkingarnar, sum eru vanligast, eru:
"So satt, so satt", "True", "Sodan er tað bara",
"Hendan myndin sigur tað, sum tað er" …
Eri tað bara eg, sum haldi at hetta er
syrgiligt? Eg helt, at hetta var ein farin tíð
- at vit vóru komin eitt sindur longri eftir
40-50 ár við javnstøðukjaki og -stríði.
Og so taki eg synd í tykkum pápum! Tit
verða ikki roknaðir at duga, vita ella kunna
nakað sum helst. Um tit eru einsamallir inni,
ja, so er ongin inni (at døma eftir fleiri av
Facebook viðmerkingunum).
Eg trúgvi faktiskt, at tit pápar duga meir,
enn tit halda. Spurningurin er bara, sleppa
tit framat? Ella er kvinnan har og tekur tann
leiklutin í familjuni?
Tað eru ikki bara menn, ið hava skyldina
av, at javnstøðan er á so syndarliga lágum
støði í Føroyum - eg trúgvi, at tit kvinnur
hava minst líka stóran leiklut í tí. Tit liva og
gera á sama hátt, sum tit hava sæð tykkara
mammur gjørt í alla tíð.
Tað er ikki lætt at broyta eitt slíkt
mynstur, men tað er neyðugt, eftir sum
samfelagið er broytt, og laga vit okkum
ikki eftir tí, renna vit so beint inni í tann
víðakenda veggin. Tí ongin mamma klárar
í longdini at vita og kunna alt í einum
húsarhaldi og samstundis hava fulltíðarstarv.
Orsøkin til at so nógvar kvinnur velja
at arbeiða niðursetta tíð, er nokk henda
myndin.
Eitt, sum eg veruliga vóni, at ongin
kvinna í Føroyum trýr er, at hon ikki er
líkað elskað, um hon ikki passar inn í hesa
myndina. Trúgvi, at nógvar mammur síggja
hesar konstantu spurningar sum eitt tekin
upp kærleika - og tað eru teir kanska eisini,
men tú er líka nógv elskað, um maðurin fær
helvtina av spurningunum.
Og hvussu sær so út heima hjá mær?
Jú, eg eri eisini uppvaksin í einum slíkum
heimi og kenni meg aftur í myndini. Men
eg stríðist dag og dagliga fyri at ikki detta í
felluna og taka alla ábyrgdina av húsarhaldi
og børnum. Tað er ein kampur, men hann er
verdur at kempa, tí vinnararnir eru í longdini
øll familjan.
So segði
hon...
Kenneth Nygaard og Elgeir Olsen eru
spentir og stoltir X Factor pápar
Mynd: Álvur Haraldsen