fríggjadagur 2. mars 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 2. mars 2012
10
VIKUSKIFTI
Yvirgangur
Árni Joensen
arni@sosialurin
Tann fyrrverandi serbiski komman
danturin er ikki hvør sum helst, og tá
hugsað verður um tað, sum Anders
Behring Breivik gjørdi seinasta summ
ar, er tað ikki so torført at ímynda sær,
at fyrrverandi yvirmaðurin í trygdar
tænastuni hjá Slobodan Milosevic man
hava verið ein góð fyrimynd ella læru
meistari.
Maðurin eitur Milorad »Legija«
Ulemek, og norska løgreglan ivast ikki
í, at hann er serbin, sum Breivik um
røður í sínum manifesti. Fyri fimm ár
um síðani varð hann dømdur 40 ára
fongsul fyri at hava verið við til at skipa
fyri, tá serbiski forsætisráðharrin Zoran
Djindjic varð myrdur fyri níggju árum
síðani. Og tað er ikki hansara einasti
morðdómur.
Hittust í Liberia
Anders Behring Breivik hevur sagt, at
hann hitti »eina serbiska krígshetju«,
tá hann var á ferð í vesturafrikanska
landinum Liberia í 2002. Hann hevur
eisini sagt, at teir báðir vóru komnir
at kennast ígjøgnum internetið, men
Breivik hevur ongantíð viljað nevnt
serban við navni.
Breivik var tvær ferðir í Liberia í
apríl í 2003, fyrst frá 18. til 20. og so
aftur frá 22. til 28. Hetta var stutt áðr
enn felagsskapurin Knights Templar
bleiv stovnaður í London, og Breivik
hevur greitt frá, at Liberia-ferðirnar
vóru eitt slag av einari upptøkuroynd
undan London-fundinum. Hann hevur
eisini greitt frá, at hann møtti teirri
»serbisku krígshetjuni« í Liberia, og
at hesin fekk hann at skilja, at tað ber
ikki til at broyta nakað samfelag á
friðarligan hátt.
Upprunaliga vildi norska løgreglan
ikki siga, hvør »serbiska krígshetjan«
hjá Anders Behring Breivik var, men
eftir at fleiri fjølmiðlar høvdu nevnt
Milorad »Legija« Ulemek, viðgekk
løgreglan fyri Aftenposten, at tað var
hann. Tað vísir seg eisini, at løgreglan
longu tann 27. september í fjør bað ser
bisku myndugleikarnar um at sleppa
at tosa við Ulemek, men sum skilst er
einki veruligt svar komið úr Beograd
enn.
Í Fronsku Legiónini
Men hvør er maðurin, sum var fyri
myndin hjá Anders Behring Breivik
ella í hvussu er ein av teimum? Milorad
Ulemek er borin í heim í Beograd tann
15. mars í 1965. Hann vaks upp í býnum,
sum tá var jugoslaviskur høvuðsstaður,
men longu sum ungur byrjaði hann at
fara út um lógarinnar karmar. Í 1986
fór hann til Fraklands, og tey næstu
seks árini var hann í teirri víða kendu
Fronsku Legiónini og gjørdi tænastu
í Libya, Tjad, Libanon, Fronskum
Guyana og í Irak.
Í 1992 gjørdi Milorad Ulemek av at
fara úr Fronsku Legiónini, tí hann vildi
heldur taka lut í borgarakrígnum í heim
landinum. Hann valdi at gera tænastu
undir tí illa kenda herovastanum Arkan.
Teir báðir gjørdust skjótt vinmenn, og
Arkan valdi Ulemek til ovasta fyri
deildini »Super Tigrovi«, sum gjørdi
um seg í Slavonia.
Í 1994 varð deildin upployst, og her
menninir fingu boð um at fara upp í
tann jugoslaviska herin. Men Milorad
Ulemek valdi eina aðra leið. Hetta sama
árið bleiv ein serlig trygdartænasta skip
að í Serbia, og Milorad Ulemek bleiv
biðin um at koma upp í hana. Hann tók
av. Í 1999 varð hann tilnevndur leiðari
fyri einari servandari deild, og tvey ár
seinni blað hann ovasti. Í forsetatíðini
hjá Slobodan Milosevic stóð hendan
deildin fyri fleiri átøkum í Kroatia,
Bosnia Herzegovina og í Kosovo.
Myrdi fíggindar hjá Milosevic
Ein av uppgávunum hjá deildini hjá
Milorad Ulemek var at beina burtur teir
ringastu fíggindarnar hjá Milosevic.
Deildin legðist ikki á boðini, og tað vóru
Ulemek og hansara menn, sum skipaðu
fyri, at serbiski forsetin Ivan Stambolic
bleiv burturfluttur og myrdur í august
í 2000. Tað var eisini hendan deildin,
sum myrdi tann fyrsta demokratiskt
valda forsætisráðharran í Serbia, Zoran
Djindjic, uttan fyri tjóðartingshúsið í
Beograd á grækarismessu í 2003.
Í juli í 2005 varð Milorad »Legija«
Ulemek dømdur 40 ára fongsul fyri at
hava viðvirkað til, at Ivan Stambolic
bleiv myrdur. Hann varð eisini dømdur
40 ára fongsul fyri morðið á Zoran
Djindjic.
Um hálvan annan mánað kemur
Anders Behring Breivik fyri rættin.
Sambært Anders Behring Breivik var tað ein fyrrverandi
serbiskur kommandantur, sum sannførdi hann um, at tað
ber ikki til at broyta samfelagið uttan at brúka vápn
Hann var
fyrimynd hjá
Breivik
Serbiski drápsmaðurin Milorad »Legija« Ulemek var
sambært Anders Behring Breivik hansara fyrimynd
Anders Behring Breivik hitti sína
»serbisku krígshetju« í Liberia í 2002
myndir: polfoto