mánadagur 5. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
So bersøgin er formaðurin
í Føroya Arbeiðarafelag um
vikuskiftið, tá Portalurin
spurdi hann um krøvini í
sambandi við samráðingar
nar, sum byrja fyrsta dagin.
Sáttmálaskeiðið gongur út
um slakar tveir mánaðir,
tann 1. mai.
Og formaðurin er als ikki
bangin fyri, at flatskatturin
skal gera tað, at arbeiðara
lønirnar fara at standa í stað
eftir 1. mai, eins og lønir hjá
limum Starvsmannafelags
ins gjørdu.
Tí Føroya Arbeiðarafelag
fer at samráðast hesa ferð
akkurát á sama hátt sum
seinast. Feløgini hava havt
fleiri fundir sínamillum, men
tey eru ikki liðug at útgreina
krøvini enn.
Men Georg F. Hansen slær
fast, at tað als eingin ivi er
um, at feløgini fara at krevja
lønarhækking – og tey hugsa
als ikki um, hvat feløgini á al
menna arbeiðsmarknaðinum
hava fingið, tí karmurin, sum
er lagdur fyri almenna ar
beiðsmarknaðin hevur einki
við arbeiðarafeløgini at gera,
sigur Georg F. Hansen.
Og at vísa lønarafturhald
við tilsiping til flatskattin,
tað hjálpir einki, ger Georg
Hansen greitt, tí hansara
limir fáa ongan ágóða av flat
skattinum.
Og rætt hevur hann.
Um tað kanska er ov tíð
liga at gera niðurstøður, nú
bara tveir mánaðir eru farn
ir av flatskattaárinum, so
vísa tølini tó, at landsskatta
inntøkurnar eru nógv lækk
aðar. Men tølini vísa eisini,
at skattingin av pensjónin
við inngjaldi kompenserar
nøkulunda tapið við lands
skattinum. Men tað var jú
eisini meiningin hjá lands
stýrinum.
Pensjónir
hjá
lág og miðalløntum, sum
verða harðari skattaðar við
inngjaldi, rinda tað tap, sum
landskassin fær av skatta
lættanum til tey ríku.
Tær samráðingar, sum
hava verið á privta arbeiðs
marknaðinum, hava givið
væl betur – upp í eini trý
prosent í lønarhækking í eitt
tvey ára skeið. Og tá hevur
Føroyar Arbeiðsgevarafelag
roynt at víst afturhald.
Til komandi samráðing
arnar við Arbeiðarafeløgini
fáa vit so at síggja, um Før
oya Arbeiðsgevarafelag hev
ur lært av Jørgen Niclasen
og hansara fólki – og um tey
fara eftir eini nullloysn, ella
kanska fara at krevja lønar
lækking.
Men tað er valla hugs
andi.
Tað var eitt sera áhugavert tiltak, sum
andstøðuflokkarnir á tingi skipaðu
fyri í Norðurlandahúsinum fríggja
dagin um fiskiríkidømi okkara, ogn
Føroya Fólks.
Í roynd og veru er hetta størsta
politiska málið nakrantíð, sum Før
oya Løgting skal taka støðu til. Hetta
er eitt mál, sum hevur breiða semju
í løgtinginum, men sum Fólkaflokk
urin kortini stýrir, tí eingin politiskur
flokkur stendur Fólkaflokkinum kurl
í fiskivinnumálum. Tað er tí líkamik
ið, um Fólkaflokkurin samstarvar við
Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin
ella Sambandsflokkin. Hann hevur
samstarvað við allar í hesari øldini,
og støðan er tann sama, at í fiskivinn
umálum ræður Fólkaflokkurin eina.
Alt framtíðarríkidømi okkara ligg
ur tí í hondum løgmans og Sambands
floksins. Løgmaður skal tí einsamall
ur gera av, hvørja leið, vit skulu fara,
um vit skulu fara fólkafloksleiðina
við at lata nøkrum ávísum reiðarum
alt fiskiríkidømi, ella vit skulu gera
sum Framsókn, Tjóðveldi, Javnaðar
flokkurin vilja – og sum Sambands
flokkurin vil innast inni: Skipa hesi
viðurskifti soleiðis, at Føroya fólk fær
lut í síni egnu ogn – ogn Føroya fólks.
Tað er hesa stóru avgerð, sum Kaj
Leo Holm Johannesen, løgmaður,
stendur einsamallur við. Tað er upp
til hann einsamallan at gera av, um vit
vilja skapa eitt samfelag við nøkrum
fáum fiskivinnubarónum, nøkrum
fáum familjum, sum skul eiga alt til
feingi í landinum og hava tilsvarndi
vald, ella vit skulu hava eitt samhalds
fast samfelag, har allar borgarar hava
somu rættindi og somu skyldur.
Íslendski profesarin, Thorvaldur
Gylfason legði ikki fingrarnar ímill
um, tá hann greiddi frá, hvussu ís
lendska tjóðarognin í havinum end
aði á privatum hondum: Í 1984 góvu
politikararnir nøkrum fáum reiðarum
rættin til fiskiríkidømið. Hetta førdi
til eitt fámannaveldi, sum Hægsti
Rættur í 1998 staðfesti var grundlóg
arbrot. Men korrumperaða politiska
skipanin fekk broytt hesa staðfest
ing, sum tó varð staðfest í manna
rættindadómstólinum í Strasbourg
í 2007, sum staðfesti, at útlutingin
av fiskiríkidøminum var brot á al
tjóða mannarættindi, tí allir borgarar
eru javnsettir mótvegis almennum
ognum.
– Lata føroyingar nøkrum fáum
fiskiríkidømið, fara teir eisini at tapa
eitt slíkt mál í Strasbourg, undirstrik
aði íslendski professarin.
Hetta er ein sera áhugaverdur
boðskapur, sum løgmaður vónandi
grundar væl og virðiliga yvir. Tað
er rós vert, at andstøðan skipar fyri
slíkari ráðstevnu – sum tvørpolitiskt
er gevandi og áhugaverd. Hetta er
ikki at leggja samgonguni fótonglar.
Tann avgerðin, sum skal takast, skal
tola allan kritikk, annars er hon ikki
borðbar.
Kaj Leo Holm Johannesen, víst nú
títt virði sum løgmaður Føroya fólks!
Avgerðin um tilfeingið er
størsta avgerðin nakrantíð
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, setir hart ímóti
hørðum, nú hann um viku
skiftið á Portalinum gjørdi
kunnugt, at Tórshavnar
Býráð ikki undir nøkrum
umstøðum fer at geva loyvi
til, at ein undirstjóvartunnil
millum Havnina og Eystur
oy kann knýtast í øki í Tórs
havnar Kommunu.
Orsøkin er stríðið, sum
kommunan
hevur
við
landsmyndugleikarnar um
innkomuveg til Havnina.
Øll ferðsla til Havnina
koyrir eftir Hvítanesveg
num í Hoyvík, sum soleiðis
er tann vegur í landinum,
sum hevur størstu ferðsl
una.
Ætlanir eru um ferðslu
ábøtur her, eins og ein heilt
nýggjur innkomuvegur skal
gerast innan av Sundi, sum
spjaðir ferðsluna, áðrenn
hon kemur til Hoyvíkar.
Men her er kuril komin
á tráðin millum land og
kommunu – og tí setir borg
arstjórin føtur í spenni.
Spurningurin
er
so,
hvussu Kári Post loysir
hendan trupulleikan...
Sleppa ikki at
koyra til Havnar
Vís nú títt virði, Kaj Leo!
– Vit fara sjálvandi at
krevja lønarhækking
Ogn
Føroya fáu
ella Føroya
fólks?
Kristina Háfoss
kjak á síðu 21
Kann
ein løg
maður
lúgva?
John Rødgaard
kjak á síðu 24
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á
Kaj Leo Holm
Johannesen Eri
komin úr Hamburg í
dag og fór beinleiðis til eitt
gott og gevandi tiltak í Norð
urlandahúsinum um »ogn
Føroya fólks« fiskiríkidømi
í havinum sum er okkara
ogn. Hetta er eitt stórt og
prinsipielt mál sum krevur
breiða politiska undirtøku,
tá talan er um loyvisgjald
og longdina av brúksrætti
av
okk
ara
til
f e i n g i .
Fari
at
y n s k j a
m í n u m
fa c e b o o k
vinum eitt
gott og gev
andi
viku
skifti.