mánadagur 5. mars 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orð: Eyðun Klakstein
Myndir: Dávur Winther
Út ímóti túsund fólk vóru í
gjárkvøldið savnað í sam-
komuhúsunum Betesda í
Klaksvík. Fólk vóru savnað
til eina seinastu løtu í sam-
komuhúsunum, áðrenn tey
verða tikin niður.
Brøðrasamkoman í Klaks-
vík, sum hevur sløk hundrað
ár á baki, hevur hildið til á
Biskupstøð síðani 1928, og
seinasta stóra útbyggingin
varð gjørd í 1961. Nú hevur
verið mett, at neyðugt er við
nýggjum sali, sum er meira
tíðarhóskandi og sum kann
verða karmur um virksemið
hjá samkomuni nógv ár fram
í tíðina.
Tí skal verandi samkomu-
bygningur brótast niður og
geva pláss fyri nýggjum
bygningi, sum skal standa
liðugur um eitt gott ár.
Sangur og talur
Á seinasta møtinum í Betesda
vóru talur hildnar, og nógvur
sangur var á skránni. Kórið í
Betesda, 17 sangarar og sol ist-
ar sungu, og felgassangur var
eisini.
Oddmar Marsten, Poul
Færø, Heini á Marknagili og
Eyðun Elttør høvdu orðið, og
Maria Isaksen og Johan við
Neyst greiddu frá um søguna
hjá samkomuni í Klaksvík.
Tveir sangir vóru eisini
sungnir fyri fyrstu ferð.
Henny Gerðalíð og Jógvan
við Keldu høvdu gjørt annan
sangin, og Árni Jacobsen
hevði sett nýggj orð til eitt
kent lag, og hesin sangur tók
saman um tíðina hjá sam-
komuni.
Tað var við sorgblídni, at
fólk søgdu farvæl við sam-
komuhúsini.
– Her hevur verið gott at
vera. Men nú vit fara úr
hesum húsunum, lat okkum
við gleði ganga framtíðini á
møti, segði Heini á Markna-
gili, tá ið hann hevði orðið.
Samkoman í Betesda skal
komandi árið halda til í leig-
aðum bygningi við Klaksvíks-
vegin, og hesa tíðina verða so
nýggju samkomuhúsini bygd
á Biskupstøð.
eydun@sosialurin.fo
Seinasta løtan í BETESDA
BETESDA Sunnukvøldið segði samkoman í Betesda í Klaksvík farvæl við samkomuhúsini á Biskupstøð,
sum nú skulu takast niður. Um eitt ár skulu nýggj samkomuhús takast í brúk á sama staði
Eyðun Elttør talar fyri seinastu ferð í gamla Betesda
Poul Færø
talaði
Teir fáa sær eitt
gott prát eftir
seinasta møtið
Hesir eru eisini kendir frá politikki – Karsten
Hansen, Jákup Mikkelsen og Eyðun Elttør
Gunnleyg Kallsberg greiðir frá sangi, sum kórið syngur