leygardagur 28. februar 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 41 - 28. februar 2004
Nr. 41 - 28. februar 2004
47
Út er komin fløga, har
Sanna Waagstein í
Brekkunum syngur løg
hjá abbanum, mæta
tónaskaldinum Jógvan
Waagstein
FLØGUÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
»Signaða sól« nevnist fløg-
an við løgunum hjá Jógvani
Waagstein. Tað er forlagið
Landing Duck Records, ið
hevur givið út fløguna við
teimum 23 løgunum, sum
Sanna Waagstein í Brekk-
unum syngur.
– Vit hava ein stóran
sangskatt í Føroyum og før-
oyingar eru kendir fyri at
kenna og syngja við á nógv-
ar av teikum kendu sangun-
um. Hesir sangir, sum eisini
festa í okkara minni, tá ið
teir ljóma á konsertum, í út-
varpi, í veitslulag ella í
kirkju, skrivar forlagið í
tíðindaskrivi.
Jógvan Waagstein er ein
av okkara kendastu laga-
smiðum. Hann var føddur í
1878 og doyði í 1944. Hann
eigur løgini til nógvar av
okkara kendastu og mest
elskaðu sangum. Sangir,
sum
»Nú
hitar
sólin
bjarta«, »Í búri«, »Vár við
lýggjum vindi« eru sangir,
sum vit øll kenna.
Eisini eru sálmaløg sum
»Tíðin rennur sum streym-
ur í á« og »Lov og tøkk og
allan heiður« komin undan
penni Jógvan Waagstein.
Síðani seinast í sekstiár-
unum hevur Sanna Waag-
stein í Brekkunum verið
ein av okkara fremstu sang-
arum.
– Mangar eru konsertir-
nar og upptøkurnar av
Havnarkórinum, har klára
sopranrøddin hjá Sannu
hevur ljómað, bæði sum
kórsangari og sum solistur,
sigur forlagið.
Øll løgini á fløguni eru
upprunaløg hjá Jógvani
Waagstein, og eru tey fjøl-
broytt tilrættaløgd til hesa
útgávur.
Martin Restorff Jacobsen
spælir klaver
Meinhard Bjartalíð spælir
urgu
Ólavur Jakobsen spælir
gittar
Eitt lag verður framført av
strúkikvartett.
Sanna syngur løg
hjá abbanum
Sanna Waagstein í Brekkunum syngur løg hjá abbanum,
mæta tónskaldi okkara, Jógvani Waagstein
- Hetta er ikki nøkur
skandala, men endur-
tekur hendingin seg,
noyðast vit at gera
okkurt. Vit vænta
eina fyribilsfrágreið-
ing frá framleiðar-
anum um hendingina
rættiliga skjótt, sigur
leiðarin á Skipaeftir-
litinum, Óli Hans
Hammer Olsen
SIGLING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk undrast yvir, hvussu
tað kundi bera til, at Smyril
á veg av Tvøroyri til Havn-
ar seinnapartin hósdagin
misti annan bjargingar-
flakan fyri borð. Tað var
einki summarveður á hes-
um túrinum, men heldur
ikki nakað illveður at tosa
um. Á ein ella annan hátt
fór annar bjargingarflakin
hjá Smyrli í havið og blást-
ist upp. Eftir at óhappið var
hent, helt Smyril leiðina
fram til Havnar.
Bjargingarflakin rak fyri
vág og vind suðureftir.
Djúpvatnstrolarin, Phoe-
nix, sum var staddur sunn-
anfyri, rakti við flakan,
men teimum eydnaðist ikki
at gera nakað við hann.
Vaktarskipið, Brimil, fór
á leiðina. Teir tóku tveir av
flakunum upp og byrjaðu
klokkan 22.19 hóskvøldið
at sleipa hinar báðar til
lands. Brimil var á Tvøroyri
við
flakunum
klokkan
04.14 fríggjamorgunin.
Stórur flaki
Ein tílíkur bjargingarflaki
er samansettur av fýra flak-
um og tey, ið hava sæð ein
uppblástan flaka, siga, at
hesin minnir mest um eina
stóra hoppiborg.
Í neyðstøðu verður ein
hurð í kassanum, sum flak-
in er í, latin upp; gummi-
dúkarnir verða sleptir fyri
borð og blæsast upp til fýra
samanhangandi
flakar.
Ferðafólkini sleppa niður í
flakan gjøgnum eina slisku,
sum gongur av skipinum og
niður.
Smyril hevði tveir slíkar
flakar umborð, og er hetta
eitt IMO-krav til ferða-
mannasigling um okkara
leiðir.
Sosialurin royndi í gjár at
fáa fatur á stjóranum á
Strandferðsluni, Kristiani
Davidsen, men sambært
dagsskránni hjá honum, sat
hann á fundi til middags.
Vit ætlaðu at spyrja hann,
hvussu tað kundi bera til, at
Smyril á hesum túrinum
misti annan bjargingar-
flakan.
Hvørki Jóannes í Heimi-
stovu ella Martin Kruse á
Fiskiveiðieftirlitinum, sum
nú hevur Vaktar-og Bjarg-
ingartænastuna undir sær,
vistu nakað at siga um, hví
Smyril misti flakan.
Umborð á Brimli, sigur
skiparin, Jákup Muller, at
tá ið teir komu til bjarg-
ingarflakan, lógu allir fýra
flakarnir saman, soleiðis
sum teir eiga at gera.
- Vit hildu ikki, at flak-
arnir sóu so stórir út, men
tá ið vit høvdu hivað teir
báðar fyrstu umborð, var
dekkið fult. Tí noyddust vit
at sleipa hinar báðar til
lands. Tá ið vit komu til
lands, var lítil luft eftir í tí
eina flakanum.
Jákup sigur, at hvør
flakin tekur eini 125 fólk,
soleiðis at allir fýra til-
samans taka eini 500 fólk.
- Á havinum liggja hesir
fýra flakarnir samanbund-
nir, sum ein stórur fýra-
kantur tilsamans. Úr skip-
inum slepst niður í tann
eina
flakan
gjøgnum
sliskuna, og síðan verður
gingið yvir í hinar tríggjar.
Skiparin á Brimli sigur,
at tá ið flakin blæsist upp á
sjónum, er tað líkamikið,
hvønn veg hann vendir, tí
hann kann nevniliga venda
báðar vegir.
Ikki fleiri ferðir
Leiðarin á Skipaeftirlitin-
um, Óli Hans Hammer
Olsen, sigur, at teir hava
sent fólk umborð á Smyril
at kanna málið, samstundis
sum fólk, ið umboða verk-
smiðjuna, eisini eru komin
higar.
- Stutt eftir, at Smyril
hevði mist flakan, fingu vit
fráboðan um hendingina.
Hetta er ikki nøkur skan-
dala sum so, men endur-
tekur slíkt seg, noyðast vit
at gera okkurt. Vit vænta
eina fyribilsfrágreiðing frá
framleiðaranum um hend-
ingina rættiliga skjótt.
Leiðarin veit at siga, at
Smyril misti ikki flakan av
vánaligum veðri.
- Vit hava fingið at vita,
at tá ið skipið legði seg
mest, legði tað seg 22 stig,
og tað er ikki óvanligt í
sigling um Suðuroyarfjørð.
So, tað var ikki at sjógvi, at
flakin fór í havið, sigur
hann.
Bjargingarflakarnir hjá
Smyrli eru av slagnum,
RFD, og tað eru eisini
onnur skip enn Smyril, sum
nýta hetta slagið.
- Ein umboðsmaður er í
Føroyum fyri hesar flakar-
nar, sigur Óli Hans.
Hann sigur seg ikki
rættiliga vita, hvussu flakin
fer fyri borð í neyðstøðu,
men heldur, at tað er ein
hurð í kassanum, har flakin
liggur, sum fer upp.
- Alt málið verður nú
kannað, og vit vænta, at
greiða skjótt fæst á teimum
spurningum, ið eru, sigur
leiðarin á Skipaeftirlitinum,
Óli Hans Hammer Olsen, at
enda.
Eigur ikki at henda aftur
Brimil sleipaði bjargingarflakarnar hjá Smyrli á Tvøroyri, her teir liggja í bátahylinum
Mynd: Leivur Nygaard
C
M
Y
K
47
46
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 28.02.kl. 2030
Leygardagin 28.02.kl. 2300
Sunnudagin 29.02.kl. 1930
Sunnudagin 29.02.kl. 2200
Leygardagin 28.02.kl. 2000
Sunnudagin 29.02.kl. 2000
Leygardagin 28.02.kl. 2230
Sunnudagin 29.02.kl. 2215
Billettprísur: 45,- kr.
Leygardagin 28.02.kl. 1730
Sunnudagin 29.02.kl. 1730
Billettprísur: 65,- kr.
Leygardagin 28.02.kl. 1800
Sunnudagin 29.02.kl. 1800
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
Útbjóðing
P/f Eimskip í Føroyum útbjóðar hervið vaskingina av
skrivstovubygninginum.
Hølini eru í tveimum hæddum, sum hvør er 100 m2 umframt
trappuuppgond.
Í niðara hædd er móttøka, skrivstova, fundarhøli, køkur og WC.
Hæddin skal vaskast tvær ferðir um vikuna.
Ovara hædd er øll skrivstova. Henda hæddin skal vaskast
einaferð um vikuna.
Tilboð skulu vera inni í seinasta lagi tann 15. mars og arbeiðið byrjar
1. apríl 2004. Tilboð skulu sendast til:
Eimskip P/f
Eystara Bryggja
Postboks 100
FO-110 Tórshavn
Merkt: Vasking
Um spurningar eru, vinarliga ringið til:
Thomas Dam fíggjarleiðara
Tlf. 347000 ella sendið teldupost:
dam@eimskip.fo
Stephanssons Hús
MOLARHQJBPPB
Pvdbmibgb^oqfhibo # Eg≠imbjfaibo
Clamibgb^oqfhibo
F O^aflbkp Hlk`boqp^i , Kloabkp Erp
Qfopa^d abk /+ j^oqp /--1 hi+ .-+-- * .4+--
ld
Lkpa^d abk 0+ j^oqp /--1 hi+ .-+-- * .4+--
Sf pbo cobj qfi ^q _vab ^iib co^ prkaebappbhqlobk sbihljjbk+
Mofs^qb hrkabo bo ldpŸ jbdbq sbihljjbk qfi ^q hfddb clo_f+
Jbppb^hqfsfqbqbo7
MŸ jbppbk sfi abo ra lsbo rapqfiibokb s≠ob c∞idbkab fkcloj^qflkpjrifdebabo7
ë Molarhqpbjfk^o
ë Molarhqfkcloj^qflkbo
ë Kvebabo
Rapqfiibolsbopfdq7
ë @lilmi^pq
ë >__lqq Jbafpbkpb
ë Loflk Af^dklpqf`^
ë Pjfqe # Kbmebt
ë >pqo^ Qb`e
ë Glekplk # Glekplk
ë Rkljbaf`^i
ë Qelj^p Eficbk
ë Hg≠oricc Clamibgb >,P
ë Hg≠oricc Eg≠imbjfaibo >,P
ë Hg≠oricc Pvdbmibgb >,P
Hg≠oricc Pvdbmibgb >,P ë Hg≠oricc Clamibgb >,P ë Hg≠oricc Eg≠imbjfaibo >,P
™ohb_vsbg 3 ë 212- Lqqborm ë qic+ 31 5/ .2 02 ë C^u 31 5/ .2 6-
ttt+hg^boricc+`lj ë mlpq=hg^boricc+`lj
QLOPE>SK