mikudagur 7. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Fólkaflokkur fær toyggið
Bjarni Olsen, sum var ann
ar bankastjórin, sum rendi
Eik Banka á heysin – og sum
soleiðis forkom milliarda
virðum, er misnøgdur við,
at bankin hevur sagt hann
úr starvi – og tikið lønina frá
honum. Tað var gamla leiðsl
an í bankanum, sum beint
áðrenn bankin fór á húsa
gang, gav báðum bankastjór
inum nakrar milliónir í part
sum eitt »gylt hondtrykk«.
Fyri tað fyrsta skal man
leita leingi eftir slíkum frek
leika, sum ein so ábyrgdar
leys bankanevnd – sum tann
síðsta í gamla Eik Banka –
kann finna uppá. At tveita
fleiri milliónir eftir tveim
um bankastjórum, sum hava
koyrt bankan á heysin, með
an onnur skulu stríðast við
upptakið – og mong, mong
onnur hava liðið stórt milli
arda tap.
Men at fyrrverandi bank
astjórin soleiðis stillar seg
alment fram –
dregur nýggja
Eik Banka í
rættin og for
langar at fáa
hesar pengar –
sum ein meira
ábyrgdarfull
leiðsla, sum skal endurreisa
bankan – hevur tikið frá
honum, tað er at fara um alt
mark.
Um skomm var skapt í
Bjarna Olsen og Marner Jac
obsen, so stovnaðu teir per
sónliga ein grunn at savna
pengar inn til at veita end
urgjald til fólk, sum til døm
is vórðu lokkað at konvertera
barnauppsparingar til
partabrøv í Eik
Banka.
Heilt er
ligt Bjarni,
hevur tú
ikki verið
ein
nóg
d ý r u r
d r o n g
ur?
So fingu vit aftur eina veljarakann
ing, sum gevur samgonguni eina
stóra afturgongd – 6,2 prosent. Men
samgongan varðveitir kortini meiri
lutan, sum tó er minkaður niður á ein
tingsess í móti teimum trimum, sum
samgongan hevði í meiriluta, tá hon
varð skipað fyri trimum mánaðum
síðani.
Tað sum kortini kann undra er,
at tað er Fólkaflokkurin sum leggur
rygg til størstu afturgongdina. Allir
flokkarnir í samonguni ganga aftur,
men mest Fólkaflokkurin, sum missir
hálvtfjórða prosent, meðan teir smáu
flokkarnir ganga aftur við ávikavist
1,0 og 1,4 prosentum. Sambandsflokk
urin gongur 0,3 prosent aftur.
Tað er ikki so løgið, at samgongan
gongur aftur eftir allar tær ákoyring
ar, hon hevur fingið. Men tað sum
kortini undrar er, at tað er Fólkaflokk
urin, sum gongur mest aftur, meðan
Sambandsflokkurin so at siga verjir
borg.
Av onkrari orsøk vilja veljarar Fólk
afloksins ikki løna honum, at hann
hevur fingið eitt av høvuðsmálinum
hjá flokkinum ígjøngum flatskattin.
Um vit eru samd við Fólkaflokkin ella
ikki, so er tað eitt politiskt bragd, sum
flokkurin hevur framt við at fáa hetta
málið samtykt so skjótt og so lætt.
Hinvegin hevur Sambandsflokkur
in einki fingið burturúr. Flokkurin fór
til val upp á at hækka blokkstuðulin
við 200 milliónum. Hendan ætlanin
miseydnaðist.
Fólkaflokkurin
er
speirikin við, at hann hevur kúvent í
loysingarmálinum, er vorðin ein sam
bandsflokkur, sum fer til Danmarkar
at bidda pengar. Men øll vita, at hetta
hevur bara verið spæl fyri gallarínum.
Men kanska veljararnir hjá flokkinum
ikki hava fatað hetta?
Hinvegin er tað Sambandsflokk
urin, sum hevur vunnið upp á at reka
fólkaflokspolitikk, meðan Miðflokk
urin og Sjálvstýrisflokkurin tapa
– kanska upp á at selja sína sál fyri
valdið.
Framgongdin hjá Tjóðveldinum
og Javnaðarflokkinum eru stór, men
tó ikki sannførandi. Fakfeløgini hava
ikki lønt hesum flokkunum fyri
stuðulin, tey fingu undir verkfall
inum ella undir flatskattaorrustuni.
Ella var nakar stuðul til fakfelags
rørsluna haðani?
Eingin flokkur fór upp á barri
kadurnar hjá fakfeløgunum og talaði
teirra søk. Andstøðuflokkarnir vóru
ógreiðir – og annaðhvørt dugdu teir
ikki ella vildu teir ikki stilla seg øksl
móti øksl við fakfeløgunum.
Tá tann ágangur, sum landsstýris
samgongan hevur ført móti fakfeløg
unum seinastu tíðina ikki fær tey at
stuðla Javnaðarflokkinum og Tjóð
veldisflokkinum, so má tað vera tí,
at hesir flokkar ikki røkja áhugamál
verkafólk
sins betur,
enn
Sam
bandsflokk
urin
og
Fó l k a
f l o k k
urin.
Eingin flokkur fór upp á
barrikadurnar við fakfeløgunum
Tá bygdarfólk komu
til Havnar til ar
beiðs í morgun vóru
tað fleiri, sum hildu,
at tey vóru komin
skeivt. Tí í rund
koyringini á Hvíta
nesvegnum í Hoy
vík stóð ein húkur
– akkurát líka, sum
tann
í
Klaksvík,
um enn í skerdari
útgávu.
Men Landsverk
gjørdi skjótt av, og
longu tá klokkan
var farin beint av
átta, komu fólk frá
Landsverki at taka
húkin niður.
Vit kunnu so bara
gita, at Landsverk ikki vildi
koma í somu orrustu, sum í
Klaksvík, har rættiligt rok
stóðst, tá Landsverk ætlaði
at taka burtur húkin.
Tað kundi annars verið
áhugavert at vitað, um
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havn, og øll tingfólk
ini í høvuðsstaðnum høvdu
lagt líka nógv fyri, sum
starvsfelagarnir í Klaksvík
– og fingið málið um húkin
í Hoyvík upp á hægsta pol
itiska plan í landinum og
kroyst landsstýrismannin í
innlendismálum í ein krók
at geva undantaksloyvi at
eira húkinum.
Men vit kunnu kanska
geva
Anskar
Hansen
í
Klaksvík rætt, tá hann
í
morgun
viðmerkti
á
Portalinum soleiðis:
NEI!!! Tit kunnu seta
eina dokumentmappu upp
har suðuri.... og minst til,
hon mááá vera ein metur
størri enn húkurin, húkin
eiga vit!
Rektarin í Studentaskúlanum
í Hoydølum kann skjóta ein
hvítan píl eftir ætlanini um
at fáa teimum í Hoydølum
serligar parkeringsumstøður
frá Tórshavnar Kommunu. Er
tað nakað, sum Tórshavnar
kommuna heldur fast við, so
er tað tað, at serrættindi til
parkering er bara til tey fínu
í Tinganesi og til tey, sum ar
beiða hjá Tórshavnar komm
unu.
Umsitingin hjá Tórshavn
ar kommunu vil bara, at
landsstýrisfólk, aðalstjórar
og so umsitingin hjá Tórs
havnar kommunu fáa ser
rættindi
til
parkering
á
almennum veg innan fyri
sonuna.
Spurningurin er, um hetta
er lógligt. Men klókt er tað í
øllum førum ikki.
Tað mátti verið lættasta
mál í verðini at gjørt nøkur
parkeringspláss á fløtuni í
Hoydølum og loyst yvir 30
ára gamla trupulleikan. Tá
ein heilur skulu kann byggj
ast har – fyrilbils. So ber eis
ini til at gera nøkur parker
ingspláss – fyribils.
Bara summi sleppa at parkera
Ósmæðin bankastjóri
Føroya
Banka
toskurin
Johan Mortensen
kjak á síðu 17
Mítt
undirfulla
lítla land
Frits Johannesen
kjak á síðu 19
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lótu ikki húkin
í Havn standa...
Munur er á slagkraftini hjá
politikarum í Klaksvík og í Havn –
hjá klaksvíkinum er einki problem
at taka Landsverk av ræði...