mikudagur 7. mars 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ein avgjørdur Thom
as Blachman, sum Rás2 hitti í
DR Býnum í Keypmannahavn
fyrr í vikuni. Dómarin hevur
sína greiðu hugsan um X-
Factor, um finaluna, og um
føroyska
Sveinur
Gaard
Olsen.
– Eg haldi, at Ida, Morten
Benjamin og Nicoline Si
mone & Jean Michel hava
uppi-borið at verða í finaluni.
Men tó kann tað gott henda,
at Sveinur fer avstað við
sigrinum í síðsta enda, men
tað hevði verið at bumbað
okkum aftur í steinøldina
tónlistarliga, heldur Thomas
Blachman.
Sambært honum syngur
Sveinur teir høgu tónarnar
gott 80 prosent av tíðini,
meðan hansara lágu tónar
ikki eru nóg góðir.
– Sveinur kann gott hoppa
uppi á borðinum og standa í
royki um hann vil, og kanska
tað virkar eitt sindur »wauw,
hatta var fínt«, men tað impo
nerar ikki meg, staðfestur
skalluti dómarin.
Um Blachman slepp
ur at gera av, hvat
Sveinur
skal
gera framyvir,
so verður tað
blues,
eina
munnharpu og
ein ølkassa.
– Sveinur skal
seta seg at lurta
eftir Sunny Boy
Williamson, og
læra
okkurt
av tí. Hann
skal seta seg
á ein gamlan
ølkassa, spæla
upp á munnharpu og syngja
blues. So skal eg nokk siga,
»gott Sveinur«, sigur Blach
man.
Cutfather gevur
topp karakter
Meðan Blachman finnist at,
er tað ein annar dómari í DR
býnum, sum als ikki hevur
nakað at neiligt at bera
Sveini.
– Sveinur hevur nakað
heilt serligt. Hann dugir at
vera til staðar á pallinum, og
tað er nakað, sum hann hevur
fram um øll hini í X-Factor,
staðfestir Cutfather, sum er
dómarin hjá Sveini.
Komandi fríggjadag skal
Sveinur syngja ein sang hjá
Rasmus Seebach, og tá koma
aðrir bollar í suppuna.
– Sveinur dugir væl at
rokka, men komandi fríggja
dag fara vit at síggja eina
aðra síðu av honum, sigur
Cutfather, sum fegnast um,
at Sveinur hevur fingið yvir
7.000 fjepparar á Facebook.
Brosandi greiður hann
frá, at X-Factor luttakarar
nir ganga høgt upp í fjepp
aratalið á Facebook, og tí
er tað sanniliga stuttligt at
síggja, at Sveinur hevur økt
sítt fjepparatal við yvir 3000
seinastu dagarnar.
– Tað man helst vera tí, at
hann rokkaði pallin fríggja
kvøldið, sigur ein errin dóm
ari.
Cutfather heldur, at Svei
nur veruliga hevur ein góðan
møguleika fyri at enda í
finaluni, nú Morten Benja
min tykist hava dalandi und
irtøku.
Blachman breyt allar av
talur fríggjakvøldið, tá ið
hann sendi sínar egnu til
hús til fyrimuns fyri Morten
Benjamin. Hóast Cutfather
virðir avgerðina hjá sínum
viðdómara, so er tað ikki
nakað, hann hevði gjørt.
– Eg hevði ongantíð gjørt
hatta. Eg taki menniskju
fram um tónleikin, sigur Cut
father.
Rás2 sendir úr Keyp
mannahavn í dag, hósdagin
og fríggjadagin, og her ber
til at hoyra alla samrøðuna
við Thomas Blachman og við
Cutfather í dag.
Rás2 sendir frá 9.00 –
12.00 og frá 13.00 – 15.00
allar dagarnar, har X-Factor,
Oyrasundsnæmingaheimið,
Single Liv og annað verður
sett í fokus.
Sveinur skal
syngja blues
X Factor – Tað er væl møguligt, at Sveinur vinnur X-Factor,
men við allar virðing vil eg siga, at so er alt mítt arbeiði
farið til spillis, og vit verða bumbað aftur í steinøldina.
Tað heldur Blachman, sum Rás2 hitti fyrr í vikuni.
Rás2 hitti Thomas Blachman í
DR Býnum í Keypmannahavn
Eirikur Lindenskov
Spurningarnir eru nógv
ir í sambandi við leysa
søgurnar
um
nýggja
iPad'in, sum sambært
somu leysasøgum verð
ur vístur fram á tíð
indafundinum,
sum
Apple hevur boðið til
í Sanfransisko í kvøld:
– Verður skíggin betri,
verður designið øðrvísi?
Um
leysasøgurnar
eru sannar, vita vit
ikki. Men vit vita sum
sagt, at Apple hevur
boðið til tíðindafund í
kvøld klokkan 20 fyri
at avdúka tann nýggja
iPad.
Avdúkingin
fer
fram í Yerbe Buena Cent
er í San Fransisko.
Í innbjóðingini vita
vit eisini, at skrivað
stendur: »We have some
thing you really have to
see. And touch«.
(Vit hava okkurt, sum
tú virkuliga mást sígga.
Og nerta.)
Restin er so bara
slatur, so sum...:
Navnið: Annðahvørt
fer hann at eita iPad 3
ella iPad HD.
Nær kann eg keypa
hann:
Seinast
gekk
ein vika til hann fekst
til keyps í USA. Tað
verður
eisini
roknað
við hesaferð, at tað ikki
gongur meira enn ein
vika, tí verksmiðjan í
Kina er liðug við fyrstu
sendingina. Men nær
hann verður at fáa í Dan
mark ella Føroyum, tað
er so ein onnur søga.
Prísur: Tey flestur
halda, at prísurin verð
ur tann sami, slakar
fimm túsund fyri tann
minsta.
Útsjónd:
Roknað
verður ikki við, at hann
sær stórt øðrvísi út. Tú
fert í øllum førum ikki
at síggja broytingina
uttan víðari. Ein av
fáu munum er, at tann
nýggi iPad'urin verður
ein millimetur tjykkri
enn iPad 2.
Skíggin: Hann verður
nógv betri, enn skíggin í
iPad 2. Kanska fer hann
at fáast við tí sera skarpa
»retina display«.
Kamera:
Sambært
fleiri av leysasøgunum
fer tann nýggi iPad'urin
at hava eitt 8 megapixel
kamera.
4G ella ikki 4G: Tann
nýggi iPad'urin verður
helst tað, tey kalla »LTE«,
altso
skjótt
mobilt
internet.
Tá alt kemur til alt,
so eru øll í øllum førum
samd um, at tey hjá
Apple eru klár við tí
nýggja iPad'inum.
Livst so spyrst.
Nýggjur iPad
kemur á mark
naðin í dag
Apple Tað hevur gingið sum
rótasúpan seinastu dagarnar,
at Apple kemur við einum
nýggju iPad í dag. Men sum
altíð heldur stóra amerikanska
teldufyrtøkan hjá Steve Jobs
sála alt hetta sera loyniligt